fríggjadagur 20. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
10
25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Tá verður móðurmáls
dagurin hildin. Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya,
Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norðurlandahúsið, Sprotin, Bókadeild Føroya
Lærarafelags og Landsbókasavnið, sum skipa fyri degnum og virðislønini
Føroyska málið
tema
Fyriskipararnir heita í hesum
sambandi á skúlar, stovnar,
fyritøkur og arbeiðspláss í síni
heild í landinum at leggja sær
henda dag í geyma, ikki bara í
móðurmálsundirvísingini í skúl
unum, men í øllum viðurskiftum,
soleiðis at bæði næmingar og
fólkið alt verða kunnað um
viðurskifti, sum elvdu til, at vit í
dag hava eitt væl virkandi mál,
sum alt árið kann rúma øllum
samskifti.
Sama dag, móðurmálsdagin 25.
mars, verður ein móðurmálsvirðis
løn handað. Virðislønin verður í ár
handað fyri tað góða málið í lýsing
um og handilsligum teksti. Seinna
partin móðurmálsdagin verða
fleiri stuttir fyrilestrar og fram
løgur um móðurmálið í Norður
landahúsinum. Um kvøldið verð
ur Móðurmálsvirðislønin handað í
Nýggjustovu í Gongini í Havn, har
Hammershaimb vaks upp.
Fyriskipararnir siga, at nú skal
móðurmálið setast í miðdepilin
ein fastan dag, móðurmálsdagin,
sum er føðingardagur Hammers
haimbs. Forløgini Sprotin og Bóka
deild Føroya Lærarafelags stuðla
eisini tiltakinum.
Móðurmáls-
dagur og
virðisløn
Barbara Holm
T
á løgmansembætið varð
niðurlagt í 1816, sat Jørgen
Frants Hammershaimb í
hesum starvi við bústaði
á Steig í Sandavági. Hann hevði lyfti
um at sleppa at búgva á garðinum
til sín doyggjandi dag, og her varð
Vencelaus Ulricus Hammershaimb
borin í heim í 1819.
Vencil var ikki meira enn árs
gamal, tá pápin doyði í 1820, og so
mátti mamman flyta við soninum
og eini dóttur, sum hjúnini eisini
áttu.
Í 1822 fluttu tey av Steigini til
Havnar, har tey fingu innivist hjá
ommuni í Nýggjustovu. Drongurin
lærdi her at lesa hjá abba sínum, ið var
fúti, og at skriva hjá Jens Davidson,
skrivara á amtsskrivstovuni.
Í 1831 fór V. U. Hammershaimb til
Danmarkar at fáa sær útbúgving;
hann tók studentsprógv í 1839
og skrivaði seg so inn á Lærda
Háskúlan í Keypmannahavn, har
hann fór undir at lesa gudfrøði.
Frá 1800 og úteftir var roman
tikkurin galdandi mentanarrørslan.
Fyri tey, sum vóru hugtikin av
hesum, var móðurmálið at kalla
heilagt. Fornari tað var, hægri varð
tað mett.
Í slíkum mentanarumhvørvi
kom V. U. Hammershaimb at sita
lestrarár síni. Hann las gudfrøði,
men áhugin fyri forna norrøna
málinum var stórur. Hann var nógv
saman við íslendskum studentum,
sum lósu í Keypmannahavn, og
viðgitni danski forminnisgranskarin
Svend Grundtvig gjørdist vinmaður
hansara. Tað er einki at ivast í, at øll
hesi viðurskifti fingu hann at seta
sær fyri at gera okkurt munagott
føroyskum máli og bókmentum at
frama.
Í 1847 tók hann gudfrøðisprógv,
men ikki fyrr enn í 1855 fekk hann
prestastarv heima í Føroyum. Hann
varð tá settur í prestaembætið í
Norðstreymoy við sæti á Kirkju
teigi í Kvívík. Sjey ár seinni
196 ár
Lívið hjá
V. U. Hammershaimb
V.U. Hammershaimb
fyllur 196 ár.
Stutt
ævisøga