fríggjadagur 20. mars 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
11
25. mars verður føroyska málið hátíðarhildið í einum breiðum samstarvi millum ymiskar stovnar og fyritøkur.
Faðirin at føroyska málinum hevði tá fylt 196 ár, og í tí sambandi verður komandi vikan karmur um eitt
hátíðarhald, sum inniheldur alt frá talgilding av gomlum bløðum til virðislønahandan. Í temanum í Sosialinum
hesaferð varpa vit ljós á móðurmálsdagin, á føroyska málið í dag, og á V. U. Hammershaimb.
– í 1862 varð hann settur í
próstaembætið og flutti tá
inn á Nes at búgva.
Hann sat í hesum starvi
til 1878, tá hann aftur flutti úr
Føroyum niður til Danmarkar,
har hann varð settur í starv í
Lyderslev. Hetta starvið hevði hann
í 20 ár, og eftir hann legði tað frá sær,
flutti hann til Keypmannahavnar,
har hann doyði í 1909.
Fór bygd úr bygd
at savna fólkaminni
Undir lestrarárunum í Keypmanna
havn gjørdi Hammershaimb eina
ferð heim til Føroya at vitja. Hetta
var í 1841. Hann ferðast bygd úr bygd
og savnaði fólkaminni. Eina dagbók
skrivaði hann á hesi ferð, og tað vil so
væl til, at Chr. Matras í 1941 gav hana
út: »Færøsk Dagbog 6.7-16.8 1841«.
Nakað av tilfarinum, ið Hammers
haimb savnaði á hesi ferð, læt hann
prenta í 1846 í danska tíðarritinum
»Annaler for nordisk Oldkyndighed
og Historie«. Hetta vóru »Færøske
folkesagn (Risi og kelling – Um
skógar í Føroyum – Huldufólk) med
tilføjede Bemærkninger om den
færøske Udtale«.
Við hesum tekstum varð føroyskt
skriftmál lagt í eina fasta legu, sum
vit – burtursæð frá nøkrum fáum
broytingum – hava hildið okkum til
heilt at hesum degi.
Sum nýklaktur gudfrøðingur
gjørdi Hammershaimb aftur ferð til
Føroya í 1847. Tá hann seinni skrivaði
frágreiðing um ferðina, byrjaði hann
soleiðis:
»Født pá Færøerne af færøiske
forældre, opvoxede jeg der med det
færøiske tungemál pá læberne; skønt
jeg allerede i en alder af 13 kom ned
til Danmark, blev jeg derfor dog
stedse fast knyttet til mine fødeøer
báde ved slægskabs-forhold og ved
barndomsvenskaber, sá at kærlig
heden til og interessen for Færøerne
og alt færøiskt altid vedblev at være
varm og levende hos mig.«
Á hesi ferð síni savnaði hann sam
an hóp av fólkaminnum, og tá hann
kom aftur til Danmarkar í 1848 lat
hann prenta part av tilfarinum í tíðar
ritinum »Antiquarisk Tidsskrift«:
Hammershaimb fekst eisini við
kvæðasavning, og tvey prentað søvn
legði hann úr hondum »Færøiske
kvæder I« (1851) og »Færøiske
kvæder II« (1855), sum »Det nordiske
Litteratur-Samfund« bar kostnaðin
av.
Í fyrsta parti eru tilsamans 16
kvæði, og 15 teirra snúgva seg um
kappan Sjúrð Sigmundarson. Hetta
er sostatt partvíst sama tilfar, sum
finst í Føroya fyrstu bók »Qvæder
om Sigurd Fofnersbane og hans Æt«,
men Hammershaimb segði sjálvur í
inngangi sínum, at hann metti, at
kvæðini hava uppiborið at koma út
»i en noget værdigere skikkelse«, tí
útgávan í 1822 var full av villum.
Í øðrum parti eru tilsamans 18
kvæði.
Til báðar partar hevði Hammers
haimb sjálvur skrivað samandrátt av
kvæðunum á donskum máli.
Áhugaður sum Hammershaimb
var fyri føroyskum máli, sá hann
tíðliga, hvussu átrokandi tað var at
geva út eina mállæru, skuldi skrift
málsuppskot hansara vinna fram
millum fólk. Hann skrivaði tí eina
føroyska mállæru, sum varð prentað
á fyrsta sinni í »Annaler for Nordisk
Oldkyndighed og historie« í 1854.
Steðgaði á at skriva
Tá Hammershaimb í 1855 gjørdist
sóknarprestur í Føroyum, kundu vit
væntað, at nú fór hann at sita so væl
fyri, at hann kundi lata nógv skrivligt
tilfar úr hondum. Men hann var so
ovbyrjaður av prestastarvinum, at
lítið kom burtur úr bókmentavirki.
Ikki fyrr enn í 1884 kom skrivligt verk
aftur á prenti frá hansara hond. Hetta
var týðingin av »Føroyingasøgu«, sum
nú kom við teirri rættskriving, hon
hevur havt í útgávum síðani.
Og so koma vit til høvuðsverk
hansara. Tað var »Samfund til
udgivelse af gammel nordisk littera
tur«, sum heitti á Hammershaimb at
skipa fyri útgávu av einum savni av
føroyskum bókmentum.
Úrslitið var »Færøsk Anthologi I
og II«, sum arbeitt varð við í árunum
1886 - 1891. Hammershaimb fekk góða
hjálp í arbeiði sínum; eitt var tað, at
hollir vinmenn í Danmark stuðlaðu
og sýndu áhuga, men størsta týdning
hevði tað, at hann fekk køna hjálp frá
landsmanni sínum Jakob Jakobsen
(1864 - 1918), sum um hetta mundið las
við Lærda Háskúlan í Keypmanna
havn. Jakob Jakobsen evnaði til alt
seinna bind (orðasavnið), greiddi frá
bygdamálum og hjálpti til at skipa
mállæruna um.
Tíðin millum 1800 og 1900 var
stór broytingartíð í Føroyum á at
kalla øllum økjum. Politiskt henda
stórhendingar um miðja øld, vit
fingu vinnuligan framburð við
øktum fólkatali og broyttari sam
felagsskipan í kjalarvørrinum, og á
mentanarøkinum fóru eisini koll
veltandi broytingar fram. Vit fingu
skipaðan fólkaskúla settan á stovn,
og skriftmálið kemur í fasta legu.
Alt er sostatt búgvið til ta stóru tjóð
skaparvekingina seinasta 25-ára
skeiðið av øldini.
Kelda: snar.fo
Hendan myndin er tikin í Gongini framman fyri Nýggjustovu umleið 1890. Húsini til høgru eru
Fútastova. Í bakgrundini sæst tann tá nýggja Amtmansborgin, sum varð bygd í 1880. Um hetta mundið
átti V. U. Hammershaimb Nýggjustovu, sum hann lat soninum, Hjalmari Hammershaimb, í 1892.
Virðisløn
verður í ár
handað fyri tað
góða málið í lýsing
um og handils
ligum teksti
1819
Føddur á Steig í
Sandavági 25. mars
1842
Savnar fólkaminni
í Føroyum
1846
Sagnir verða prentaðar í
Annaler for Oldkyndighed
og Historie
1847
Savningarfeð í Føroyum
1847
Gudfrøðisprógv
1851
Færøiske kvæder I
1854
Mállæran verður prentað
1855
Færøiske kvæder II
1855
Verður prestur í
Norðstreymoy
1862-78 Føroya próstur
1884
Týðing av Føroyingasøgu
1886-91 Færøsk Anthologi I-II
1909
Andast í Keypmannahavn