Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 12 tema Føroyska málið Barbara Holm T að kann vera ivasamt, hvussu gott móðurmálið hev­ur tað, og hvussu tað stendur seg á ymsu sam­ felags­økjunum, men nú hava vit lagt tað fram fyri allan heimin at kanna, og orðabøkurnar smæðast ikki burtur ímillum aðrar. Tað er tað fyrsta Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum tekur upp, tá ið hann skal seta orð á, hvussu málið hevur tað í dag. Í mong ár hevur eitt nú Ísland verið ein fyrimynd fyri Jonhard, tí har hava tey dugað at bjóða sítt mál út til øll máláhugað kring knøttin. Tað hevur ikki borið til í sama mun í Føroyum, tí amboðini at arbeiða við okkara móðurmáli hava verið ógviliga avmarkað. Síðani allar orðabøkurnar vórðu savnaðar á Sprotanum eru vitjanar­ tølini vaksin úr 1500 til 15000 um vikuna eftir 4-5 árum, og nú tær eru øllum tøkar ókeypis, fer áhugin at vaksa uppaftur meira og helst eisini uttan fyri landoddarnar. – Men givið er, at við hesum kunnu vit skapa áhuga fyri føroyska mál­inum. Í Norðurlondum eru tað summir málfrøðingar, sum granska í føroyska málinum, men vón­andi kunnu vit koma hartil, at málfrøð­ ingar í Oxford, í Tokyo og aðrastaðni við kunnu seta sín dám á gransking í før­oyskum, sigur Jonhard Mikkelsen. Umframt, at orðabøkurnar eru ókeypis, eru eisini onnur frambrot inn­an føroyskan málpolitikk hendar seinasta árið. Jonhard Mikkelsen nevnir Islex verkætlanina, sum eitt av teimum heilt stóru frambrotunum seinasta árið. Islex verkætlanin er nakað, sum íslendingar hava tikið stig til, og sum øll Norðurlond hava tikið undir við. Islex verkætlanin knýtir øll Norður­ lond saman málsliga á tann hátt, at tú kanst sláa eitt orð upp í digitalu orða­bókini og fáa tað á øllum norður­ landamálum. – Vit komu upp í samstarvið nøkur ár eftir, at hini vóru farin í gongd, tí er okkara partur ikki liðugur enn, men áleið 90% eru bast nú. Har hava fleiri sitið og totast við hesa skipanina. Fyrst og fremst Tóra Toroddsdóttir, Árni Dahl og Carl Jóhan Jensen hava týtt og Jógvan í Lon og Zakaris Svabo Hansen á Føroyamálsdeildini hava rætt­lisið, sigur Jonhard Mikkelsen. Umframt tey Norðurlond, sum eru málsliga skyld við okkum, eru Finn­land og Grønland komin upp í verk­ætlanina fyri tveimum árum síðan. – So hetta arbeiðið letur dyr upp til heimar, sum annars eru okkum rættiliga afturlæstir, vísur Jonhard Mikkelsen á. Umframt hetta er komin tekn­ máls­orðabókin, sum er ein nýggj før­oysk orðabók, sum fyri ein part verð­ur veruleiki í ár. – Teknmálið er ikki altjóða, okk­ara teknmál er føroyskt mál, og tí mugu vit síggja til at geva tí sítt sjálv­sagda pláss ímillum aðrar føroyskar orða­ bøkur, sigur Jonhard Mikkelsen og vísir til Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, teknmálstulkar, sum fara at greiða frá nýggju teknmálsorðabókini á móður­málsdegnum. Tað virkar í høvuðsheitum so­leið­ is, at tú slært eitt leitorð upp í orða­ bók­ini, men í staðin fyri orða­frá­greið­ ing vísir deyvatulkur, hvussu tú sigur orð­ið á teknmáli. – At fáa hesi trý amboðini í einum ári, er ein stórhending. Tað er nógv fólk knýtt at hesum arbeiði, sum bita fyri bita verður gjørt fyri at fáa okk­ ara mál at virka so væl sum til ber í ein­um nútíðarligum samfelag, sigur Jonhard Mikkelsen. Bæði Islex skipanin og nýggja teknmálsorðabókin vera á skránni í komandi viku, tá ið Móður­máls­dag­ urin verður hátíðar­hildin. Skráin fyri vikuna kann síggjast aðrastaðni her í blaðnum. BrúkaraYvirlit Tað grør um gangandi fót innan orðabókaheimin í landinum. Í januar í ár var greitt, at orðabøkurnar skulu vera ókeypis framyvir, men tað er bert eitt av fleiri frambrotum seinasta árið. Tað heldur Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum fantastiskt ár »Teknmálið er ikki altjóða, okkara teknmál er føroyskt mál, og tí mugu vit síggja til at geva tí sítt sjálv­sagda pláss ímillum aðrar føroyskar orða­ bøkur« Føroyar 90,99% Danmark 6,21% Bretland 0,47% Noreg 0,38% USA 0,35% Grønland 0,32% Ísland 0,29% Týskland 0,14% Svørríki 0,12% Belgia 0,12% Yvirlit yvir hvar brúkarar av netorðabók- unum hjá Sprotanum eru stødd í heiminum, tá ið tey nýta orðabøkurnar: Visti tú? Eingin hóttan ímóti málinum, at summi útlendsk orð sníkja seg innímillum.