Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 13 Barbara Holm Á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum ar­beiða tey dúgliga við at granska atburð og tilknýti hjá føroyingum til tað føroyska málið. Jógvan í Lon Jacobsen gjørdi fyri nøkrum árum síð­ani tríggjar kanningar, har hann royndi at granska, hvønn hugburð føroy­ingar hava, tá ið um ræður at finna føroysk orð fyri tey ensku orð­ini, sum vit hava lyndi til at taka til okkum. Orðapørini vóru design/sniðskapan, mail/teldubræv og bodugyard/lívverji. Fyrsta kanningin var ein kvanti­ tativ spurnakanning, har 500 fólk søgdu sína hugsan um hvørji av hes­um orðunum tey helst nýttu. Úrs­litið í hesari kanningini varð, at tveir triðingar av teimum spurdu søgdu seg heldur vilja nýta tey før­ oysku orðini. Tó var ikki eins stór undir­tøka fyri at nýta sniðskapan heldur enn design. Í næstu kann­ingini vóru ávísir persónar tiknir inn til eina størri sam­røðu, har mill­um annað varð spurt um somu orð, og her gjørd­ist greitt, at fleiri teirra nýttu bæði orðini. Sam­ stundis var áhuga­ vert at frætta, at før­oysku orðini vóru nýtt í formligum saman­hangi, með­an tey út­lendsku vóru nýtt, tá ið um­støður­nar vóru óformligar og meir privatar. Triðja og síðsta kanningin vísti tað sama – at fólk, sum nýta før­ oysk orð heldur enn ensk – fáa eina jaligari meting av nøkrum per­són­ lig­um eyðkennum enn tey, ið nýta ensk orð. Í hesari kanningini fingu áleið 600 fólk fýra ljóðbrot at hoyra, har sama kvinna las tvey av ljóðbrotunum. Hendan sama kvinnan hevði í øðrum ljóð­brot­ inum fleiri føroysk orð, meðan hon í hinum ljóðbrotinum hevði fleiri ensk orð, sum til dømis internet ístaðin fyri alnót. Breið undirtøka var fyri, at ljóðbrotið við føroysku orð­unum lýsti eina kvinnu, sum var meira intellektuell, effektiv og evna­rík enn sama kvinna, sum nýttu ensk orð. Rættur hugburður til málið Jógvan í Lon Jacobsen greiðir frá sínum kanningum, og hóast tað iva­leyst ber til at seta spurnartekin við, um kanningarnar nú eru heilt eftirfarandi, ella um summir spurn­ ingar kundu verið orðaðir øðrvísi, so er tendensurin kortini greiður – tað er fínari at nýta føroysk orð. – Aðrastaðni síggja vit, at tað at nýta ensk ella útlendsk orð ístaðin fyri sítt móðurmál, er mett at vera betur á onkran hátt. Tí er tað sera áhugavert at síggja, at í Føroyum er tað beint øvugt, sigur Jógvan í Lon Jacobsen. Áðrenn føroyskt varð viðurkent sum móðurmál í Føroyum, var danskt mett at vera tað fína málið, meðan føroyskt var gerandismálið hjá føroyingunum tá. Men í dag er skútan vend. – Føroyska málið hevur tað gott. Tað er eingin hóttan ímóti mál­ inum, at summi útlendsk orð sníkja seg innímillum. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað at vera. Tað er bara sunt fyri málið, sigur Jógvan í Lon Jacobsen. – Tó so er ein hóttan, um til dømis ávís fakøki ella samfelagsøki taka enskt fram um føroyskt, tí tá er talan um málsligan økismiss, og tað er ein nógv størri vandi, enn um einstøk fremmand orð koma inn í føroyskt, sigur Jógvan í Lon Jacobsen. Men sum heild er føroyska mál­ ið ógvuliga virkið, og tað verður nýtt dúg­liga á flest øllum økjum í sam­fel­ag­num. Og tað er eitt gott tekn, so í so máta stendur væl til. – Vit hugsa jú ikki um málið til dagligt. Tað er bara har hjá okkum. Men við einum móðurmálsdegi kunnu vit einaferð um árið varpa ljós á málið og tær avbjóðingar sum eru, og tað haldi eg er ógvuliga gleðiligt, sigur Jógvan í Lon Jacobsen. At ein móðurmálsdagur nú er komin á breddan er kærkomið og neyðugt, tí tað er eitt upplagt høvi at varpa enn meira ljós á móður­ mál­ið og tess týdning og menning í Føroyum í dag. barbara@sosialurin.fo – Tá fólk verða spurd, er tað ein breið semja um, at tað er betri at nýta føroysk orð heldur enn útlendsk. Og hyggur tú nærri at svarunum, vísir tað seg, at føroysk orð verða mett at vera fínari enn útlendsku útgávurnar av sama orði, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum Fínari at nýta føroysk orð Islex verkætlanin knýtir øll Norðurlond saman málsliga á tann hátt, at tú kanst sláa eitt orð upp í digitalu orða- bókini og fáa tað á øllum norður­landa- ­málum. fyri málið Við einum móður­málsdegi kunnu vit eina­ ferð um árið varpa ljós á málið og tær avbjóð­ingar sum eru« Spaina 0,10% Pólland 0,09% Japan 0,08% Frakland 0,07% Holland 0,07% Australia 0,06% Italia 0,06% New Zealand 0,03% Kekkia 0,03% Kanada 0,02%