Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 16 samfelagsfrøði Á løgtingsvalinum í ár skulu útvið 2800 ung fólk seta krossin á fyrsta sinni. Sosialurin hevur tosað við seks teirra. Men hóast tey eru partur av fólkaræðinum, vita tey stórt sæð einki um politikk. – Eg kenni løgmann, hann hoyrir til Fólkaflokkin, ha? Og so Jørgen Niclasen í Tjóðveldi, sigur ein av teimum seks ungu, sum skal á val á fyrsta sinni í ár. Áheitanin frá teimum ungu er greið: samfelagsfrøði í fólkaskúlan, takk! Uni Holm Johannesen E g veit meira enn vin­konur­ nar. Fleiri av teimum vita ikki, at løgmaður er sam­ bands­maður. Men eg haldi sjálv, at eg veit ov lítið. 19 ára gamla Marjun skal greiða at­kvøðu á løgtingsvalinum í ár. Hon gleðir seg. Tað er fyrstu ferð, at hon fer á val. Hon fer at atkvøða fyri Sam­ bandsflokkinum. Tað fer hon, tí hon er av sambandsfamilju. Hon er serliga fegin um, at føroyingar fáa lestrar­ stuðul í Danmark. – Vit tosa ofta um politikk við døgurða­borðið. Har fái eg at vita, hvat fer fram í løgtinginum. Eg fekk so dánt okkurt at vita um politisku viður­ skift­ini í fólkaskúlanum. Vit hava sam­felags­frøði í studentaskúlanum, men vit eru ikki komin so langt enn, sigur hon. 18 ára gamli Dávur skal eisini seta kross á fyrsta sinni í ár. Hann ásann­ar sjálvur, at hann veit at kalla einki um politikk. Hann veit ikki, hvat fólka­ ræði er, hann veit ikki, hvat før­oysku flokkarnir standa fyri, og hann veit ikki, hvat flatskattur er. – Eg fari at atkvøða sum mamma og babba. Tey atkvøða fyri Kaj Leo. Eg havi ongan áhuga fyri politikki, tað er ikki spennandi, sigur hann. Á løgtingsvalinum í ár eru tað sløk 2800 ung fólk, sum skulu greiða at­ kvøðu fyri fyrstu ferð. Hesin aldurs­ bólk­urin er bæði áhugaverdur og um­ ráð­andi fyri samfelagið. Samfelagsgranskarin Firouz Gaini skrivar í bókini Mál, Miðlar & Mentan, at ungdómsmentanin er oftast opin, tekur tað ókenda til sín og skapar nýtt og øðrvísi. Hesin aldurs­ bólkurin umboðar tollynt virði, sum kunnu vera ein hóttan fyri tey eldru á trúnuni. Krøvini hjá teimum ungu eru ofta partur av einari óundan­ komnari modernisering av samfelag­ num, sum hann tekur til. Men tey ungu í Føroyum er ikki reiðiliga før fyri at geva politisku skip­an­ini mótspæl. Tað halda í øllum førum seks av teimum, sum nú skulu velja á fyrsta sinni. Orsøkin er, at tey vita ov lítið um politikk. Tí seta tey fram sum treyt, at lærugreinin sam­felags­frøði kemur á tímatalvuna í fólka­skúlanum. Ov grunn frálæra Marjun, Dávur, Sigrid, Janus, Árni og Eydna eru tað, sum verður rópt fyrsta­gangs­veljarar. Tað eru veljarar, sum skulu velja fyri fyrstu ferð. Á løg­tings­valinum skulu tey taka støðu til, hvørjum politikki Veljarar á veg: vita lítið og einki um politikk Eg fari at atkvøða sum mamma og babba. Tey atkvøða fyri Kaj Leo. Eg havi ongan áhuga fyri politikki, tað er ikki spennandi« Dávur, 18 ár Visti tú? At valluttøkan til Tórshavnar ung­dóms­ ráð í mars 2014 var bara 19,26% SOSIALISTISK UNG ■ Meirilutin av teimum ungu hevur ikki nøktandi innlit í samfelagið. Orsøkin er fyrst og fremst, at tey fáa onga frálæru um politikk, fyrr enn tey eru 16 ár. Og tað er bara, um tey fara í miðnámsskúla. ■ Tey ungu skulu hava størri kunnleika um bygnaðin og skipanina so tíðliga sum til ber í fólkaskúlanum. Eitt nú skal samfelagsfrøði á tímatalvuna. Tað gevur teimum førleikan at skilja okkara politiska samfelag, sum vónandi fær tey at vera meira virkin. Tað er trupult at fáa tey ungu uppí politikk í dag. ■ Ein annar møguleiki er at lækka valaldurin, so tey fáa størri ávirkan á førda politikkin. Men hetta skal bara vera, um samfelagsfrøði verður lærugrein í fólkaskúlanum.