fríggjadagur 20. mars 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
17
tey taka undir við, og hvønn politikk
tey velja frá. Men tey halda sjálvi, at
í høvuðsheitum eru tey ungu ikki
serliga politiskt búgvin. Tey siga seg
øll sakna politiska undirvísing í fólka
skúlanum, tí fólkaskúlin ger ov lítið
við brynja næmingarnar til at vera
samfelagsborgarar.
Sum støðan er nú, er samfelagsfrøði
partur av søguundirvísingini í fram
haldsdeildini. Men tey meta, at sam
felagslæran er ov grunn har. Størsti
dentur verður lagdur á søguligu
viðurskiftini, og fyrilit verður ikki
tikið fyri tí, sum rørist nú.
19 ára gamla Sigrid sigur seg vera
ein av teimum fáu, sum hava ein
brennandi áhuga fyri politikki. Hon
fregnast javnan á tíðindaportal
unum fyri at frætta, hvat fyriferst í
samfelagnum. Hon heldur sjálv, at
hon er før fyri at atkvøða á løgtings
valinum í ár. Men tað er ómetaliga
ójavnt. Summi av javnaldrunum eru
før fyri tí, størsti skarin er ikki.
– Tá tú kemur úr fólkaskúlanum,
veitst tú næstan ikki, hvat vendir
upp og niður í politikki, sigur Sigrid
og sipar til vantandi frálæruna í sam
felagsfrøði í fólkaskúlanum.
– Frálæran í Handilsskúlanum
hevur verið góð. Men tað er ov seint.
Tað verður ov nógv at toga inn til
okkara fyrsta løgtingsval. Tey flestu
vita ov lítið, tá tey skulu á val. Tað
krevur, at tú kýtir teg og leitar eftir
politiskari upplýsing í frítíðini, sigur
hon. Marjun er av somu fatan, men
hon heldur, at tey ungu brýggja seg
ikki um politikk.
– Eg fari ikki sjálvboðin at lesa
politiskar greinar, tá eg eri heima. Tá
eri eg á Facebook ella á YouTube. Í
skúlanum noyðist eg at lesa politiskar
greinar, tí eg vil hava eitt nøktandi
próvtal. Próvtalið verður drívmegin.
Tí skal skúlin slóða fyri, sigur hon.
Tey halda, at tað ber illa til at
samantvinna bæði søgu og samfelags
frøði í somu lærugrein. Tímatalið er
avmarkað, og tað er vandi fyri, at
antin søga ella samfelagsfrøði verð
ur forsømt. Verandi skúlaskipan
ger, sambært teimum, at tey fara úr
fólkaskúlanum við skallutari vitan
um føroysk samfelagsviðurskifti.
»Frálæran í Handilsskúlanum
hevur verið góð. Men tað er ov seint.
Tað verður ov nógv at toga inn til
okkara fyrsta løgtingsval. Tey flestu
vita ov lítið, tá tey skulu á val«
Sigrid, 19 ár
»Tá tú kemur úr fólka
skúlanum, veitst tú
næstan ikki, hvat vendir
upp og niður í politikki«
UNGA TJÓÐVELDI
■ Tey ungu hava ongar fortreytir fyri at hava innlit í føroyska
samfelagið. Tey ungu, sum hava innlit í samfelagið og politiska
landslagið, søkja tað sum oftast sjálvi. Men tey eru fá, eftir mínum
tykki. Tað skeiklar samfelagið, at ein so stórur partur ikki hevur innlit
í politikk.
■ Komin á miðnámsskúla eru tað enn nógv, sum ikki vita munin á
vinstra og høgra í politikki. Hetta er sjálvsagt ein stórur vansi, tí við
hesi manglandi vitanini verður torført at geva egnari hugsjón eina
umboðan á tingi.
■ Okkara royndir vísa kortini, at málið um rættindini hjá teimum
samkyndu og fría fosturtøku hevur stóran týdning fyri tey ungu.
Tey, sum ongantíð hava havt áhuga fyri politikki, eru tá virkin í
orðaskiftinum.
■ Tað er neyðugt at fáa lærugreinina »Fólkaræðið« á tímatalvuna í
fólkaskúlanum. Tá fáa tey innlit í fólkaræði og politisk hugtøk. Eftir
nøkur ár við hesi lærugreinini, ímyndi eg mær, at vit fáa ein ungdóm,
sum er nógv betur førur fyri at vera kritiskur ímóti valdinum.
■ Valaldurin kann eisini lækkast niður í 16 ár. Hetta fer eftir okkara
tykki at betra ungdómin, og politiska valdið noyðist at taka atlit til
viðurskiftini hjá teimum ungu.
...framhald á næstu síðu
Tórshavnar Ungdómsráð
■ Í Tórshavnar Ungdómsráð eru vit nøkur, sum meta, at verandi
fyrstagangsveljarar eru nóg búgvin til at fara á val í ár, meðan
onnur halda, at tað eru tey ikki. Vit eru heldur ikki á einum máli,
um valaldurin skal lækkast, men valaldurin skal í øllum førum
ikki hækkast.
■ Vit halda, at tey ungu eru ikki nóg politiskt virkin. Dømi er valið
til Tórshavnar Ungdómsráð, har valluttøkan var lág. Ráðið og
skipanin av ráðnum skal læra tey ungu um politikk, og hvussu eitt
fólkaræðisligt val verður hildið.
■ Vit halda, at fleiri ung hava politiskar meiningar um ávís
samfelagsviðurskifti. Tað er millum annað um vinstra og høgra,
og loysing og samband. Men vit hava varhugan av, at tey velja ikki
flokk, fyrr enn tey verða eldri.
■ Vit skulu upplýsa meira um politikk. Vit halda, at samfelags
frøði skal vera ein lærugrein í fólkaskúlanum. Tað skal kveikja
áhugan hjá teimum ungu fyri samfelagsviðurskiftum. Á henda
hátt høvdu tey ungu helst kent seg tryggari í síni politisku sann
føring, torað at luttikið í almenna kjakinum og sum heild verða
meira politiskt virkin.
■ Tey ungu í dag eru nóg búgvin til at velja sum 16 ára gomul
– teimum manglar bara basalu, neyðugu frálæruna um okkara
samfelag, sum átti at verið sjálvsagt, at tey fingu!
■ Tey ungu eru aktiv, men ikki í so stóran mun sum ynskiligt
er. Høvuðstrupulleikin er, at tey ungu tora ikki at engagera seg
politiskt, tí oftani halda tey seg ikki vita nóg nógv um politikk til
at kunna gera sína meining galdandi.
Mynd: Álvur Haraldsen