Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 18 samfelagsfrøði Tey vóru ikki nóg polit­ iskt búgvin, tá tey fóru úr fólka­skúlanum. Tað er eis­ini orsøkin til, at tey standa mest sum á ber­um, tá tey skulu atkvøðu fyri fyrstu ferð. Onga vitan 20 ára gamli Janus er í læru sum elek­trikari. Hann sigur seg ikki vera føran fyri at taka lut í almenna orða­ skiftinum. Tað einasta, sum hann veit um politik, er tað, hann lærdi í fólka­skúlanum. Og tað var ikki nógv, ásannar hann. Tað, hann veit um politisku flokkarnar í Føroyum, er, at Sam­bands­flokkurin vil varðveita sambandið við Danmark, at Tjóðveldi vil loysa frá Danmark, og so skilur hann á lagnum, at Javnaðarflokkurin er fyri gomul fólk. Í fólkaskúlanum lærdi hann fyri tað mesta um Føroyar undir krígnum. Tað var eisini fínt, sum hann tekur til, men hann veit ikki nógv um, hvussu samfelagið er saman­skrúvað í dag. – Eg minnist, at Framsókn reklamer­aði nógv einaferð. Har vóru bíløt á øllum lyktapelunum í Havn. Men eg gav mær ikki far um, hvat flokk­urin stendur fyri, sigur hann. Hann kennir bara tveir av teimum, sum sita í landsstýrinum. Tað eru Jørgen Niclasen og Kaj Leo Holm Johannesen. Men hann heldur, at Jørgen Niclasen umboðar Tjóðveldi, og at Kaj Leo Holm Johannesen um­ boðar Fólkaflokkin. – Eg veit millum lítið og einki. Eg havi fingið at vita, at flatskatturin er ein fyrimunur fyri politikarar og onnur við pengum, annars fær eingin burturav. Eg havi varhugan av, at politikarar tæna sær sjálvum. Men eg veit tað ikki. Eg sigi bara tað, sum eg hoyri, sigur hann, og uggar seg við, at vin­menninir vita eins lítið sum hann. 18 ára gamla Eydna sigur tað sama. Hon veit, hvussu løgmaður eitur, og hon kennist við andlitið hjá Jørgeni Niclasen, men hon dugir ikki at seta navn á. – Eg skal ikki dylja fyri, at eg veit grúviliga lítið. Eg havi bara álit á, at tey gera tað, tey duga væl. So geri eg tað, sum eg dugi væl, sigur hon. – Fyri mær er politikkur ein vav­ greytur av óskiljandi orðum. Eg havi ikki áhuga fyri tí. Makrelur og líknandi, eg kundi ikki lagt minni í tað. Tá tú lærir so lítið í fólkaskúlanum, verður tað trupult at seta seg inn í politikk, tá tú verður eldri, skoytir hon uppí. Etisku málini hava áhuga Á løgtingsvalinum í ár skulu politisku flokkarnir og einstøku tinglimirnir til próvtøku. Tá skal veljarin gera av, um politiska skipanin skal endurveljast ella ikki. Men tað verða ikki málini um forskattingina av pensjónum, flat­ skatturin, handfaringin av málinum um Skálafjarðatunnilin, avlurtingar­ pakkin ella fiskivinnupolitikkurin, sum gera av, hvør fær atkvøðuna frá fimm av teimum seks. Tað er bara Sigrid, sum hevur eina heildarmynd av, hvat er farið fram hetta valskeiðið. Hini siga seg vita ov lítið um tað, sum er hent hetta valskeiðið. Hon heldur tað vera spell, at meirilutin av teimum ungu hava so lítlan áhuga fyri politikki. – Eg haldi ikki, at tað er rætt at spyrja foreldrini, hvat tey velja, og so bara velja tað sama. Eg haldi, at ein atkvøða skal vera ávirkanin hjá fólkinum, so fólkið hevur ávirkan á ræðið. Tí skal ein atkvøða vera per­ són­lig og skal vera tað, tú heldur sjálv, sigur hon. Fólkaræðið um okkara leiðir snýr seg ikki bara um at velja ein politik­ ara og geva teimum fólkavaldu frið at umsita atkvøðuna til næsta parla­ ments­val. Fólkaræðisliga stýris­ skipanin vil, at politiska tilvitið hjá borgarunum verður brúkt og hvest, so politiska skipanin fær mótspæl og hugskot. Tað krevur, at øll ættarlið gera vart við seg. Um ein bólkur av veljarum, í hesum føri tey, sum skulu velja á fyrsta sinni, hoyknar undan, skeik­last fólkaræðið, tí hesin bólkurin verður í minni mun umboðaður í politisku skipanini. Í Føroyum er tað ein trupulleiki, at yngra ættarliðið sum heild er so lítið sjónligt. Høvuðsorsøkin er, at tey flestu fara í onnur lond at nema sær út­búgv­ing. Stjórnmálafrøðingurin Heini í Skorini skrivar í bókini ExitFøroyar, at dynamikkurin fer úr sam­felag­num, tá tey ungu ikki eru við. – Tað verður ov lítið av nýhugsan og engagementi, skrivar hann. Men tað er eitt mál, sum hevur stóra áhuga millum tey ungu. Tað er tvídrátturin, um samkynd skulu kunna sleppa at giftast borgarliga. Tað staðfestir Árni. Hann er 19 ár. Á handilsskúlanum hevur hann fingið innlit í politisku skipanina. Sjálvur hevði hann valt Poul Michelsen og Framsókn, um løgtingsval var nú. Høvuðsorsøkin er, at flokkurin var við til at leggja fram uppskotið um, at samkynd skulu kunna giftast borgar­ liga. Tað er rættvísi, heldur hann. Men hann er sambandsmaður. Hann vil ikki, at Føroyar fara úr ríkis­felags­ skap­inum. Men tað vil Framsókn. – Eg visti faktist ikki, at Framsókn vil hava einar sjálvstøðugar Føroyar. So veit eg ikki, um eg fari at atkvøða fyri Poul Michelsen kortini, heldur Árni flennandi fyri. Tey ungu skulu gera vart við síni sjónarmið. Firouz Gaini skrivar í bókini Mál, Miðlar & Mentan, at ung­dómurin verður nú í størstan mun eygleiddur, og sjáldan hoyrdur. Er ung­dómurin ikki politiskt virkin, verður grøvin millum ættarliðini enn størri. – Lýsingarnar vit fáa av ung­linga­ árunum koma oftast frá eldri fólki, ið minnast, hvussu tað var at vera ungur; sostatt verða farnar tíðir lýstar eftir minninum, og ikki nútíðini av ung­dóminum sjálvum. Tað er her trupulleikin ofta er, skrivar hann. Tey ungu vita minni Einki samfelag hevur ásett eitt mark fyri, nær ein borgari er nóg upplýstur at velja. Eingin kann siga, at ein borgari er óskikkaður at greiða atkvøðu. Tað er eisini vanligt, at tey ungu vita minni um samfelagsviðurskifti. Tað heldur Nordisk Ministeråd, sum hevur kannað orsøkina til fall­andi val­luttøkuna millum ung í norðan­ londum. – Ungdómstíðin er longri nú enn fyrr. Tey eru ógift og undir útbúgving. Tey hava ikki ein víðan samfelagsligan sjónar­ring, tí tey eru í lítlan mun fløkt við uppí samfelagsskipanirnar. Politiski áhugin er minni av tí sama, skrivar Nordisk Ministeråd og vísir á, at tey verða meira rótfest í samfelagið við tíðini. Í Føroyum vilja tey ungu vera meira politiskt upplýst, enn tey eru nú. Tað siga Marjun, Dávur, Sigrid, Janus, Árni og Eydna. Skal politiska ungdómsmentanin í størri mun eggja teimum ungu at taka virknan lut í fólkaræðinum, er neyðugt at styrkja vitanarstøðið hjá teimum. Tað er eisini eitt av tilmælinum í danska ritinum Demokrati for fremtiden, sum staðfestir, at tað er trupult at fáa tey ungu at velja. Umframt gjøll­igari frálæru í fólkaræði, verður víst á, at fjølmiðlarnir skulu eisini royna at uppala tey ungu í fólka­ ræðis­ligari hugsan. Kanningar vísa, at ung­dómurin er serliga virkin á inter­net­inum, og tað er serliga har, at myndugleikarnir skulu royna at geva teimum størri politiskt innlit. – Ein ungdómsmiðil skal her skiljast sum ein tíðindamiðil, ið savnar áhugamálini hjá teimum ungu og miðlar beinleiðis til tey ungu. Ung­ dómurin er ein øðrvísi aldurs­bólkur, sum oftast hevur onnur áhugamál og øðrvísi málnýtslu enn tey meira til­komnu. Tað skulu miðlarnir taka hædd fyri, er tilmælið. Í Føroyum hava Marjun, Dávur, Sigrid, Janus, Árni og Eydna eitt til­ mæli. Og tað er, at samfelagsfrøði skal uppraðfestast í fólkaskúlanum. ■ Greinaskrivarin kennir sjálvandi veruliga samleikan hjá teimum seks. Tey eru tilvildarliga útvald úr øllum landinum. Samrøðurnar vóru partur av skúlauppgávu frá 2014. HUXA ■ Tey, ið koma beinleiðis úr fólkaskúlanum, hava sjáldan nóg gott innlit í føroyskan politikk. Vit halda, at tað eru langt frá øll, sum kenna nóg nógv til føroyskan politikk. Tey kenna meira til orðaskiftið um loysing og samband, enn vinstra og høgra. ■ Etisk mál fáa ofta stóra rúmd millum tey ungu. Kjakið um borgar­ liga vígslu og rúsdrekkapolitikkin eru dømi um tað. ■ Tað er ein stórur trupulleiki, at politiska luttøkan millum tey ungu er fallandi. Tað eru nógv ung, sum hava ávísan politiskan áhuga, men tey kenna seg ikki før fyri at velja, hvar tey hoyra heima. ■ Størri dentur skal leggjast á samfelagsfrøði í fólka­skúlanum og miðnámsskúlanum. Tað kundi kveikt áhugan hjá teimum ungu. ■ Kanska skulu vit lækka valaldurin niður í 16 ár til býráðs­val. Tað hevði møguligt bøtt um politiska áhugan hjá teimum ungu. »Sambands­ flokkurin vil varðveita sam­ bandið við Dan­ mark, Tjóðveldi vil loysa og Javn­ aðarflokkurin er fyri gomul fólk« Janus, 20 ár Skotski sam­ bandsvongurin fanst at, at valaldurin var 16 ár til fólkaatkvøðuna í fjør, tí tey mettu, at ungdómurin er meira frísinnaður, ókritiskur og hugsa ikki um avleiðingar. Mynd: Álvur Haraldsen