fríggjadagur 20. mars 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
19
søga
Kýrberg
Kýrberg er víða kent við sínum steyrrætta bergi og tí vakra dalinum
vestanfyri, og sigast má, at bergið er rættiliga eyðkent fyri Hoyvík. Kýrberg
er eisini kent sum myndevni hjá listafólki og myndatakarum
Marjun A. Simonsen
S
øgn er eisini knýtt at hesum
staði. Henda søgn sigur,
at navnið stendst av, at á
Kýrbergi plagdi ein kúri at
sita á varðhaldi. Og tí hevur áður
verið siðvenja at skriva navnið við
ú, t.e. Kúrberg. Navnið sigst stava frá
tíðini, tá ið neyðugt var at fylgja við,
um fremmand skip komu gjøgnum
fjørðin, tí tað kundu vera ófriðarskip.
Um hesin kúri varnaðist okkurt ill
grunasamt, skuldi hann geva boð til
Havnar. – Í Tróndarkvæði, ið Jóan
Petur uppi í Trøð yrkti um 1900,
ljóðar 18. ørindi soleiðis:
Flotin kom frá Eystnesi
gjøgnum álin harða
Kúrin sá á Kúrbergi
læt boð til Havnar fara
Í hugaheimi yrkjarans situr kúrin á
varðhaldi á Kúrbergi og rakar við, tá
ið Gøtu-Tróndur við sínum monnum
er á veg til Havnar. Hetta var, tá ið
menn norðan fyri Hórisgøtu fylktust
og noktaðu at ganga undir krøv
Ólav kongs og sleppa gamlari trúgv.
Tróndur og hansara fylgismenn fóru
við knørrum sínum út av Norðragøtu
og stevndu suður til Havnar, har teir
mannsterkir fingu Sigmund at lúta.
Men hóast søgnin er spennandi,
tí hon ber í sær ein farra av søgu
ligum hendingum og stríði millum
høvdingar í farnum døgum, so er
ikki líkt til, at nakar kúri hevur
sitið á Kúrbergi. Sagnir koma
ofta í, tí roynt verður at finna
eina frágreiðing til uppruna at
staðarnavni. Í hesum føri kann fyrri
liður í orðinum í framburði bæði
tulkast sum eitt stutt ú ella ý, og tí
er søgnin íkomin.
Longu í Færøsk Anthologi
(1891) sæst, at dr. Jakob Jakobsen
hevur rakt við, hvør týdningurin
hjá orðinum er. Útgávan er skipað
soleiðis, at 2. bind er Ordsamling, ið
dr. Jakobsen (tá stud.mag.) evnaði
til í sambandi við útgávu V.U.
Hammershaimbs. Á bls. 436 stendur:
Kýrberg [...] forbjærg ved Kýrdalur
(kodalen), tæt ved bygden í Hoyvík,
lidt nord for Torshavn (Havn).”
Sum sæst, týðir dr. Jakobsen
orðið Kýrdalur til “kodalen”, og hann
stavar nøvnini við ý – Kýrdalur og
Kýrberg. Hann hevur tískil tulkað
fyrra lið í orðinum til at vera forna
sniðið á orðinum kúgv, ið var kýr.
Hetta forna snið er varðveitt í
navninum, og tí skal tað stavast við
ý. Eisini onnur nøvn við sama forliði
eru til skjals aðrastaðni í Føroyum,
t.d. Kýrgil, Kýrgjógv, Kýrryggur og
Kýrheyggjur.
Semja er um, at bergið hevur
fingið navn av dalinum niðanfyri,
sum nevnist Kýrdalur, t.e. at navnið
á dalinum er tað eldra. Navnið man
sipa til, at kýr hava gingið á beiti
her. Dalurin hevur uttan iva verið
gróðrarmikil og veðurgóður til
neytabit. Nú er dalurin slóttulendi.
Tað sigst, at bóndahúsini í
Hoyvík einaferð hava verið í Kýr
dali, og søgn er um, at bóndin, ið
festi í 1722, flutti haðani og settist
heima á Garði. Sambært Símuni
Arge, fornfrøðingi, er hetta rætti
liga ivasamt. Fornfrøðiligu kann
ingarnar undir bóndahúsunum
seinast í 1990-árunum vístu greitt, at
upprunabúsetingin í Hoyvík hevur
verið heima á Garði. So hava húsini
staðið í Kýrdali, hevur tað bert
verið avmarkað tíðarskeið. Ymist,
ið funnið er upp úr moldini undir
velting í 1930-50-árunum, kundi bent
á hetta, greiðir Símun Arge frá.
Heimildir:
Hammershaimb, V.U. 1891. Færøsk
Anthologi I og II. København
Kvæðabókin (Lagt til rættis: Sverri
Egholm). 1. bind. 1960. Tórshavn
Voyages de la Commision
scientifique de Nord: en Scandinavie,
en Laponie, au Spitzberg et aux
Feroe, pendant les années 1838, 1839
et 1849, sur la corvette La Recherche.
1842. Paris
http://archimer.ifremer.fr/
doc/00002/11348/7917.pdf
http://commons.wikimedia.org/
wiki/Category:Voyages_de_la_
Commision_scientifique_de_Nord_
by_Joseph_Paul_Gaimard
Munnlig heimild:
Símun Arge, fornfrøðingur
Kýrberg
Mynd: Lív S. A. Simonsen
Gamalt franskt steinprent av Kýrbergi. Nakrir menn sita
sunnan fyri Koytuna. (Heimild: Voyages de la Commision
scientifique de Nord: en Scandinavie, en Laponie, au Spitzberg
et aux Feroe, pendant les années 1838, 1839 et 1849)
Kýrdalur
Mynd: Marjun A. Simonsen