fríggjadagur 20. mars 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
23
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Rakel Helmsdal
Rithøvundur
S
krivikappingin fyri 9. flokkar
er avlýst vegna ov lítla undir
tøku, og eftir standa vit við
spurninginum: Hví royndu
ikki fleiri enn 2 av teimum yvir 700
ungu, sum høvdu møguleikan at
vinna eina ókeypis ferð og eina viku
fulla av upplivingum?
Á netkjakinum vóru uppskotini
nógv: ung tíma ikki nakað skúlakent
í summarfrítíðini; ung lesa ikki,
ung sita bara við fartelefonini, 9.
floksnæmingar hava nógv annað at
hugsa um, skúlin køvir málið, mál
frøðingarnir køva málið, kappingin er
skeivt skipað, o.s.fr. Onki av hesum er
einsamalt øll frágreiðingin, og nógv
av tí er bara partvíst satt.
Sjálvandi køvir skúlin ikki málið,
hóast har altíð hava verið turkatrø,
sum fyrst og fremst fara eftir villun
um heldur enn innihaldinum. Men
í Føroyum eru tað nógv, sum leggja
ómetaliga stóran dent á, at føroyskt
skal vera rætt stavsett, og at røttu
orðini skulu verða nýtt. Tey kenna
seg sum stríðsfólk fyri málinum,
tey kenna seg hava rætt at hava at
øðrum, hvussu tey tosa ella skriva.
Og kortini, har tveir føroyingar eru
saman í stutta tíð, fara teir at tosa um
mál, og teir fara helst ikki at verða
samdir. Har eru eins nógvar hugsanir
um føroyskt, sum tað eru føroyingar.
Hetta er ikki skeivt í sær sjálvum,
men tá samrøðan ferð eftir ferð snýr
seg um formin heldur enn innihaldið,
er vandi fyri, at fólk halda seg aftur
í at skriva. Eg havi havt nógvar lut
takarar á skriviskeiðnum, sum hava
sagt, at tey ongantíð veruliga hava
torað at skriva, tí tey halda seg ikki
duga føroyskt. Hetta eru ikki fólk,
sum hava trupulleikar at orða seg
skrivliga, men tey hava ov ofta fingið
átalað, at tey tosaðu ella skrivaðu
skeivt.
Eg kundi hugsað mær, at vit sum
tjóð góvust altíð at hugsa stav- og
teknseting fyrst. Í staðin skulu vit at
tosa um tað, sum vit nýta málið til.
Hendan altyvirskoðandi rættingin er
eitt haft, ein misskiljing. Tað er sum at
siga við timburmannin, at hann skal
mála eini gomul, rotin hús, heldur
enn fyrst at umvæla timbrið og gera
tey livilig innan.
Tað er týdningarmikið fyri eitt
mál at tað ikki stirðnar. Tá vit tosa,
víðka vit um málið, gera tað meira
smidligt, spæla okkum við orðini og
týdningarnar. Hetta er ein nattúrligur
partur av málinum og eigur ikki at
vera lúkaður burtur, tá vit skriva.
Eg havi sum høvundur upplivað,
at rættlesari hevur roynt at lúka
orðaskemt úr eini bók, tí tað ikki var
orðabókarætt føroyskt. Tá eru vit
farin alt ov langt. Mál skal hava loyvi
at liva, og tað ger tað ongantíð meiri,
enn tá høvundar brúka tað.
Høvundar eru tey einastu, sum
hava stundir at veruliga mýkja og
víðka um skrivaða málið, tí teir
hava serligan áhuga í at gera tað.
Eins og øðrum handverkarunum
nýtist teimum hvøss og fjøltáttað
amboð, og tað fáa teir bara við ein
um orðaríkum máli og orðum við
nógvum týdningum. Sjálvandi eru
eisini onnur, sum nýta málið, men
til dømis hava blaðfólk ikki góðar
stundir at putlast við orðini. Lærarar
læra frá sær tað, sum longu er, og
málfrøðingar granska málið og finna
upp á nýgg orð til okkum at nýta. Eru
ikki høvundar, sum taka tey til sín og
gera tey livandi í málinum, so nyttar
arbeiði teirra onki. Okkum nýtist
høvundar at spæla sær við málið,
eisini teir 15 ára gomlu. Tey mugu ikki
ræðast at nýta amboðini og spæla
sær púra frælst við tey, meðan tey
gera frálíkt og áhugavert innihald.
Tí málið er bara amboð! Velja
vit at gerast meira áhugað í tí, sum
amboðini framleiða, so fer “málingin”
(stav- og teknsetingin) at koma heilt
av sær sjálvum. Tað fer at hava størri
týdning ikki at verða misskiltur.
Málið er ein stórur partur av
samleika okkara, men tað er ikki allur
samleikin. Um tað verður eitt haft ella
nakað vit ræðast, so sleppa vit okkum
úr haftinum og nýta eitt annað mál,
ella enn verri: Vit gevast at skriva!
Gev okkum frælsið at elska okkara
mál og spæla við tað á okkara hátt í
talu og á skrift. Tá vit hava smíðað
eitt gott innihald, geva vit fegin rætt
lesarunum loyvi at fara eftir villun
um, men ikki fyrr enn tá.
»Hendan altyvirskoðandi rættingin er eitt
haft, ein misskiljing. Tað er sum at siga við
timburmannin, at hann skal mála eini gomul,
rotin hús, heldur enn fyrst at umvæla timbrið
og gera tey livilig innan«
Haft ella frælsi
– nakrar hugsanir um føroyska málið