Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24 Óli Jacobsen Var við til at bera lík úr Norðradali Øssur heldur á at greiða frá lívinum í Havn, eitt lív sum í dag er søga. Hetta var stórt sæð innan øll øki Øssur Debes 4. partur P ápi var fjallmaður í Norðadali. Hann fekk sær ein hundahvølp at venja til seyðahund. Eg plagdi sum smá­ drongur at spæla við hann í køk­inum. Tá ið mamma skuldi hava frið í køkinum, vóru vit báðir sleptir í bríkina undir loftstrappini. Eg var so lítil, at eg slapp ikki uppúr einsamallur. Eg fekk seinni frælsi fyri eini ær omanfyri Stíggjar í Norðradali og hevði frælsi har í nógv ár. Eisini hevði eg veðrafrælsi í Syðradali hjá Palla Danielsen í nógv ár. Hann datt oman í líðini, tá hann einaferð var á veg frá Norðradali til Syðradals við einum veðurlambi. Bróður hansara, Sofus Danielsen, Sofus í Horni, ringdi til mín og spurdi, um eg kundi hjálpa við at bera líkið frá Norðadali. Vit vóru átta, ið skuldu bera. Farið var við bili til endan á Oyggjarvegnum. Hann var, har gøtan gongur niðan á norðara skarð í Syðradali, so var farið til gongu. Vit høvdu eina børu við, sum var gjørd til tað sama. Komnir til Norðadals var farið inn til Johan bónda, har líkið lá. Tað var ballað fast í børuna. So var farið til gongu, fýra bóru í senn, tveir framman og tveir aftan. Tungt var niðan á Norðadalsskarð, so skift var ofta. So var farið eftir gøtuni til vit komu til bilin, ið stóð á Oyggjarvegnum. Børan var løgd í lastina, koyrt var so til Havnar. Bukkubilurin W.C. var einki tá í tíðini. Nátthús var í kjallar­ anum. Tað var um leið ein metur hvønn veg, og hurð var í. Tvørtur um frá vegg til vegg var brík við loki, har hol var í. Har stóð spannin undir. Leyst lok var at leggja yvir, tá mann var liðugur. Ein lastbilur, har lastin var innilokað og lúkur vóru á síðunum, koyrdi runt Havnina og tømdi bukkuspannir. Vit kallaði hann Bukku­ bilin. Farið var inn við leypi eftir spannini, ið var sett í leypin og borin út, tømd í bilin og borin innaftur í leypinum. Avfallið varð koyrt niðan á Háls inn frá Sundsvegnum oman fyri har Shellstøðin er í dag. Tá vóru eingi hús har á leið. Onkur søga er í hesum sambandi. Tofta Jógvan var ein kendur »bukkumaður« í Havn. Eina ferð Jógvan var í dansi, kemur fútin at steðga dansinum, tí farið varð út um loyvdu tíðina. Tá fór Jógvan at kvøða: »Om fuden ikke lader dansen gå, så lader Tofta Jógvan fudens bukke stå!« Eg og aðrir dreingir fóru ofta niðan á »Bukkvald«, soleiðis var tað kallað, at hyggja eftir rottum. Vit gingu í ruskdunganum, so runnu tær um beinini á okkum. Teir størru dreingir­nir høvdu ofta luftbyrsu við og skutu eftir rottunum. Tá ið hús komu uppi á Hálsi, var ruskstøðin flutt yvir við Strond. Ein vegstubbi var frá strond­vegnum og út ímóti sjónum. Sliska var niður á sjógv, har bukkurnar vóru stoytt­ar niðurav. Sjógvurin var morreyður av bukk­ unum. Annað rusk var lagt út á helluna. Har var sera gott at standa á seiðabergi, kappast var um plássið við sliskuna. Aga komfýrurin Kolkomfýrurin var skiftur út við Agakomfýr, stórur gulur emaljueraður við vatnbeholdara og krana framman. Í honun var kynt við koksi. Tá var givist at skera torv. Torvkassin var tikin burtur, og eg gjørdi eg eitt skáp við skuffum og pláss til eina gassfløsku. Pláss var fyri tveimum gassblussum á plátuni, skápið stóð har torvkassin stóð. Ovnur var í stovuni og í stórakamari á loftinum. Ofta var kalt at fara í song um vetrarnar. Tá plagdi mamma at leggja varmadunk á fóta­ lagið. Annars er ein kend søga um kollfirðingin, sum fekk at vita frá handilsmanninum, at hann spardi helvtina av brenninum við at keypa ein Aga komfýr. Tá var tað, at hann helt fyri, at »so keypi eg tveir, so spari eg alt.« Siðsøga Hetta er ein tekning hjá Petur Alberg, sum lýsir sera væl ta gomlu Havnina, sum Ragnhild greiðir frá. Petur kallar tekningina Kopargøta fyrr. Fyrstu húsini frá vinstru er hjá Jørgen á Sandi. Síðan kemur Handilsforeiningin, sum Ragnhild nevnir fleiri ferðir. Hetta er í dag Kafé Natúr. Síðan koma Laðahúsini, Hellihúsini, Vektarahúsini, Steikarhús og uttan t.h. koma húsini í Geil undan.