Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 38 ítróttur Ikki við: Jónas Tór Næs (økslin, ógreitt hvussu leingi), Alex Mellemgaard (lærkrikin, 4 vikur), Lukasz Cieslewicz (leikbannaður, ein dyst eftir) Ikki við: Arnbjørn Hansen (fibur, 2-4 vikur), Pál Joensen (knæið, umleið 6 vikur) Ivasamur: Christian R. Mouritsen (skaði) Ikki við: Bárður J. Hansen (mjødnin, 4-6 vikur) Ikki við: Jens Joensen (leikbannaður) Ivasamur: Andras Frederiksberg (lærkrikin) Ivasamur: Rasmus Dan Sørensen (fótliður), Jóhannes Hansen (fótliður), Jens Michael Jensen (lyska) Jóannes Hansen H esaferð er fjórða umfar á skránni. Eftir triðja um­ far eigur einki lið fulla úrtøku. NSÍ er einasta felagið, sum hevur vunnið tvær ferðir, og FC Suðuroy er einasta liðið, sum hevur tapt allar tríggjar ferðirnar. Tað er sjáldsamt, at helmingurin av liðunum framvegis ikki hava vunn­ið, men hetta er ikki ókent. Í 2012 vóru tað eisini fimm feløg, sum ikki høvdu vunnið, tá ið kappingin var trý umfør gomul. Tey feløgini, sum higar­ til í ár ikki hava roynt at vinna fulla úrtøku, eru Víkingur, ÍF og AB, sum allar tríggjar ferðirnar inntil nú hava spælt javnt, EB/Streymur, sum hevur spælt javnt tvær ferðir og einaferð tapt, og so FC Suðuroy. At eingin orsøk er at geva skarvin yvir, hóast tað higartil ikki hevur eydnast at vinna fulla úrtøku, er gongdin fyri trimum árum síðani staðfesting av. Ta ferðina var EB/ Streymur eitt av fimm liðum, sum ikki vann fulla úrtøku í trimum teim­um fyrstu umførunum. Tá ið 27 umfør vóru farin, og kappingin upp­gjørd, stóðu teir í EB/Streymi við meistara­ heitinum. Tølini siga, at talan var um sannførandi FM, tí fjarstøðan aftur til ÍF á silvurplássinum var fýra stig. EB/ Streymur vann FM við 58 stigum, ÍF vann silvur við 54 stigum, og HB vann bronsu við 45 stigum. Tá ið triðja umfar var liðugt sunnu­ kvøldið, vóru teir fleiri, sum hildu seg longu nú kunna siga, at talan í ár verður um tættari kapping, enn talan hevur verið um undanfarnu árini. – Longu nú tykist tað vera soleiðis, at tey flestu megna at taka stig frá hinum, og tí kann roknast við, at tað vera fleiri lið, ið fara at kappast um fremstu plássini, enn tað hava verið undan­farnu árini, segði Dánjal á Lakjuni í ÍF, eftir at úrslitið millum fuglfirðingar og EB/Streym við Margáir var 2-2. Nýggi venjarin hjá meistarunum í B36 var ikki ósamdur við ÍF spælaran, eftir at B36 hevði vunnið fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum – 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ: – Soleiðis sum tað hevur gingið higartil, so kann tað væl hugsast, at FM heitið í ár fer at verða vunnið við færri stigum, enn tað er vunnið við seinastu árini. Men tað kann vera, at javn­leikirnir verða færri í betri lík­ indum, sigur Eyðun Klakstein. Tey tíggju árini, sum kappingin hevur fevnt um 27 umfør, eigur B36 FM heitið, ið er vunnið við flest stigum – í 2011 við 67 stigum. Hesi tíggju árini hevur HB vunnið FM fýra ferðir, og tvey av teimum eru vunnin við 54 stigum – 2010 og 2013 – ið er sama stigatal, sum B36 vann FM við í 2005. Miðal stigatalið hjá FM vinnarunum hesi tíggju árini er 57,4 stig. Størsti stigamunurin millum meistaran og silvurvinnaran var í 2007, tá ið NSÍ vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Tá vóru tað sjey stig frá NSÍ og aftur til EB/Streym. Tá ið B36 vann FM við met nógvum stigum í 2011 vóru tað sjey stig aftur til EB/Streym. Hesi tíggju árini hava tað sjáldan verið fleiri enn tvey lið, sum í enda­ spurtinum hava havt veruligan møgu­leika at vinna FM. Í fjør var B36 eitt stig frammanfyri HB, sum var ellivu stig frammanfyri Víking. Størsta drama hesi tíggju árini mundi vera í 2006, tá ið EB/Streymur undan síðsta umfari hevði FM heitið á stokk­ inum. Setningurin í síðsta umfari var at vinna á KÍ á Mølini. Tað eydnaðist ikki, tí KÍ vann 1-0, og so lyfti HB seg við 2-0 heimasigri á ÍF eitt stig fram­ um EB/Streym. Fyrsta árið við 27 umførum vóru fleiri við í FM kappingini, enn tað annars hava verið. Í 2005 vann B36 FM fýra stig frammanfyri HB, Skála og NSÍ, sum øll endaðu á sama stiga­ tali. Dreymurin og veruleikin hjá TB HB - TB Alex Troleis sunnudagin kl. 16.00 Við 2-0 sigrinum í Klaksvík fótaði HB sær, áðrenn aldursforsetin TB sunnu­ dagin kemur í Gundadal. Í 1. hálvleiki ímóti KÍ vístu HB spæl­ararnir, at teir megna at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar. Úr­tøkan burtur úr rúgvuni av møgu­ leik­um var bara eitt mál, og fyri­ treyt­irnar í álopsspælinum eru ikki vornar betri. Arnbjørn Hansen er skaddur, Christian R. Mouritsen gav undan dystarbyrjan avboð, og nú er Pál Mohr Joensen, sum skoraði fyrra málið ímóti KÍ, eisini uttanfyri. Tað ber við sær, at fyrrverandi TB spæl­ arin, Poul Ingason, nú stendur fremri í HB røðini, enn hann fyrr hevur gjørt, og at Símun Samuelsen, sum ikki er topptrimmaður enn, kann verða noyddur at fara á vøllin fyrr, enn tað annars hevði verið ráðiligt. TB hevur ikki tapt enn. Málið er fram­vegis at sleppa undan niður­flyt­ ing, men eftir góðu byrjanina tevja teir við Stórá meiri: – HB í Gundadali er stórur biti, men vit hava gott mót, lagið er gott, og vit ætla at halda stimanum uppi. Páll Guðlaugsson megnar sera væl at seta okkum upp og at varðveita LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur Gomlu meistarafeløgini KÍ og TB eiga næstu vikurnar stórar avbjóðingar, sum bæði kunnu halda hesum feløgunum í og úr kappingini um plássini, ið bera europeiska luttøku við sær Dreymurin veru­leiki ella punkteraður Upptakt til Effodeildina 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 B36 54 HB 55 NSÍ 61 EB/S 55 HB 55 HB 54 B36 67 EB/S 58 HB 54 B36 61 HB 50 EB/S 54 EB/S 54 HB 49 EB/S 50 EB/S 51 EB/S 60 ÍF 54 ÍF 49 HB 60 Skála 50 B36 47 B36 52 B36 48 Vík 47 NSÍ 48 Vík 59 HB 45 B36 46 Vík 49 NSÍ 50 KÍ 45 HB 49 NSÍ 47 NSÍ 44 ÍF 43 NSÍ 41 KÍ 45 NSÍ 45 NSÍ 40 EB/S 43 NSÍ 42 GÍ 38 Vík 42 B68 43 Vík 43 KÍ 34 Vík 45 EB/S 41 EB/S 40 Nr. 1-5 2005-2014