Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 39 Ivamál: Atli Danielsen og Evrard Blé (skaddir) Ikki við: Heðin á Lakjuni (burturstaddur) Við aftur: Henry Heinesen Ikki við: Jan Ellingsgaard (burturstaddur) Við aftur: Adeshina Lawal (Sitið leikbann yvir) Ikki við: Hørður M. Mohr (burturstaddur), Rói Danielsen (burturstaddur) Ivasamur: Teitur Jóannesarson (knæ), Jobin Drangastein (ikki vant í vikuni) Allir mans tøkir Ikki við: Valerian Lobashvili (leikbann), Høgni Madsen (leikbann), Salmundur Bech (brotið fótin, 6 vikur), Jón Áki Jacibsen (knæið, langtíðarskaddur) skipan­ina á liðnum, og tað verður neyð­ugt við bæði røttum hugburði og góðum taktiskum skili á útivølli ímóti HB, sigur Patrik Johannesen, sum ímóti FC Suðuroy varð skiftur inn í TB álopið, tá ið tað restaði ein hálv­ur tími, og sum skoraði tvey tey síðstu málini. Næstu vikurnar bíða tað TB stór­ ar avbjóðingar. Eftir ferðina norð­ur í Gundadal verður tað NSÍ á heimavølli, B36 í Gundadali og Víkingur við Stórá. Tann dysturin verður 19. apríl, og tá verður myndin greiðari, um tað skal eydnast TB at kappast um annað enn at sleppa undan niðurflyting. Dreymurin og veruleikin hjá KÍ Víkingur - KÍ Eiler Rasmussen sunnudagin kl. 15.00 Í Sarpugerði iðra teir seg illa um, at tað ikki eydnaðist sunnudagin at vinna á Argjum: – Vit høvdu møguleikar at vinna øll stigini, men tað er ikki annað at gera enn at byrja av nýggjum, tá ið KÍ kemur at vitja. Á heimavølli eiga vit at vinna fulla úrtøku, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen. Í fjør var tað heilt soltið hjá Víkingi í fyrstu umførunum, og tá eydnaðist tað ongantíð at vinna inn aftur á toppliðini. Í ár hava tríggir javnleikir ikki kostað so nógv, tí einki lið hevur fleiri enn seks stig. Tá ið marginalirnir fyrrapartin av síðsta kappingarári ikki vóru við, tapti Víkingur 1-0 í Klaksvík. Í Klaksvík endaði tað í fjør við sætta plássi. Nú verður vónað, at tað skal eydnast betri. Væl skipað og trygt verjuspæl skulu vera grundarlagið. Tí kennist tað harmuligt, at kiks í verjuspælinum kostaðu tvey stig á Tvøroyri, og at tað aftur vóru stór mistøk at síggja í verjupartinum í 2-0 tapinum ímóti HB. – Hetta kostar serliga nógv, tá ið vit ikki megna at fáa úrtøku burtur­ úr málmøguleikum. Ímóti HB var av­ rikið ikki gott í 1. hálvleiki. Eftir steðg­ in var tað munandi betri, og vit taka hugburðin frá 2. hálvleiki við okk­um ímóti Víkingi, men tað er týdningar­ mikið, at vit verða væl neyvari, enn vit vóru sunnudagin, sigur Hjalgrím Elttør hjá KÍ. Næstu vikurnar eru avbjóð­ing­ar­ nar hjá KÍ stórar. Úrtøkan tríggjar tær næstu ferðirnar – allar ferðirnar á útivølli - fer at hava stóran týdning fyri, um tað skal eydnast at lyfta liðið fram ímóti heiðursmerkjaplássunum – Víkingur, B36 og ÍF. Tað eru mál í luftini NSÍ - ÍF Petur Reinert Tað var stórt vónbrot hjá Trygva Mortensen og hansara monnum, tá ið NSÍ sunnukvøldið fór úr Gundadali við 3-0 tapi ímóti B36. Serliga eftir steðg­in, tá ið B36 økti til 2-0 og 3-0, og NSÍ var undirmannað, tí Jens Joensen varð vístur av vølli, gekk tað av skriðuni hjá NSÍ: – Vit ætlaðu okkum at vinna stig í Gundadali, so vit eru als ikki nøgdir við avrikið, sigur Klæmint A. Olsen. Í fjør vórðu teir í NSÍ aftur og aftur mintir á, at teir ikki megnaðu at vinna ímóti øðrum enn trimum teimum nið­astu. Tá eydnaðist tað fram ímóti kapp­ingarenda eisini at vinna ímóti øðrum. Soleiðis ætla teir í NSÍ ikki, at tað skal verða í ár: – Í Gundadali var 2. hálvleikur ikki góður, og tað skal ikki endurtaka seg ímóti ÍF, sigur Klæmint A. Olsen, lið­ formaður hjá NSÍ. Tað verða fleiri av bestu mál­ skjútt­unum í landinum á vøllinum við Løkin sunnudagin. Klæmint er topp­skjútti í ár, soleiðis sum hann var tað bæði í fjør og í fyrraárið. Í ÍF álopinum sunnudagin verður Adeshina Lawal eftir leikbann tvær tær sein­astu ferðirnar. Spurningurin er, um Aleksandar Jovevic bæði fer at hava Lawal og Clayton Soares millum teir fyrstu ellivu. – Karl Løkin og Nenad Saric eru eis­ini tøkir, so tað er kapping um pláss­ini. Týdningarmikið er tað, at vit frá dystarbyrjan vísa betri hug­ burð, enn vit gjørdu í 1. hálvleiki ímóti EB/Streymi, tá ið vit ongar retur­ bóltar vunnu. Tað var frægari eftir steðgin, sigur Dánjal á Lakjuni hjá ÍF. Fuglfirðingar eru svangir eftir at vinna. Hóast teir ikki hava tapt enn, so eru teir á sjeynda plássi: – Tað flytur okkum ikki so nógv, tá ið úrslitini higartil hava verið tríggir javn­leikir, sigur ÍF spælarin. Uppflytararnir eru særdir FC Suðuroy - B36 Rúni Gaardbo leygardagin klokkan 15.00 Brekkan er sera brøtt hjá FC Suðuroy. Eftir at hava verið skerdir í tveimum teimum fyrstu umførunum, tí loyvini ikki vóru komin upp á pláss, kiksaði tað so dyggiliga á heimavølli ímóti TB. 3-1 tapið rakti meint, og tað kom ser­liga illa við, at tveir av teimum, sum eru fingnir til Vágs at hjálpa til at varð­veita liðið í bestu deildini, sóu reytt. Harvið eru bæði Høgni Madsen og Vallerian Iobashvili leikbannaðir í morgin, tá ið B36 verður gestur í Vági: – Avrikið í 1. hálvleiki var ikki gott móti TB. Eftir steðgin var tað væl betri. Tá ið vit stríddust fyri at vinna sigursmálið, fingu vit mál ímóti okk­um. Tað var stórt vónbrot, men vit ætla at reisa okkum, og lagið er gott undir venjing, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy. Tað er steinur oman á byrðu, at Salmundur Bech breyt beinið fyri viku síðani og harvið ikki verður við tær næstu vikurnar. Í B36 gera skaðar eisini um seg, men har rakar tað ikki so meint. Eftir javnleikir ímóti EB/Streymi og Víkingi glapp tað ímóti NSÍ, tá ið spælið í 2. hálvleiki minti um í fjør, tá ið tað endaði við gulli. Nú skal B36 fyri fyrstu ferð í ár royna seg á útivølli: – Vit taka ein dyst í senn. Nú fokusera vit á ferðina til Vágs. Vit fegn­ast um úrtøkuna ímóti NSÍ, og vit fegn­ast serliga um, at Hans Pauli Samuelsen síðsta sunnudag rættiliga vísti, hvør dugur er í honum, sigur Róaldur Jakobsen hjá B36. Skráin hjá B36 sær ikki so galin út. Eftir FC Suðuroy á útivølli standa fyri tørni KÍ og TB í Gundadali og ÍF í Fugla­firði áðrenn fyrstu granna­upp­ gerð­ina í Gundadali í ár. Lyklauppgerð við Margáir EB/Str. - AB Kári J. á Høvdanum leygardagin klokkan 16.00 Sammett við undanfarnu árini so verð­ur roknað við, at pílarnir peika hvønn sín vegin hjá hesum báðum feløgunum. AB stríðist við at sleppa undan hóttanini av niðurflyting, sum argjamenn støðugt hava verið plágaðir av. Í EB/Streymi er dags­ skráin broytt frá at vera við í kapp­ ing­ini um fremstu plássini og til at sleppa undan niðurflyting. – Hvørt stig telur. Hjá okkum er tað týdningarmikið ikki at tapa á heima­vølli, men tað er eisini neyðugt við sigrum, um vit skulu skava neyð­ ugu stigini saman, og AB er eitt av lið­ unum, sum vit skulu vinna á, tí talan er fyri okkum um lyklauppgerð. Ungu menninir fáa so við og við royndirnar, sum skulu til, og nú ræður um hjá okk­um øllum, sigur EB/Streyma mið­ vallarin Arnar Dam. Síðani AB flutti upp hevur tað ikki hepnast væl á útivølli ímóti EB/Streymi, sum í fjør vann 5-0 og í fyrra­árið 6-0 á heimavølli ímóti argja­ monnum: – Tað er positivt, at vit ikki hava tapt higartil. Kanska kundu vit havt vunnið ímóti TB, men sum heild eru vit nøgdir, sigur AB venjarin Oddbjørn Joensen, ið leggur aftrat, at ímóti Víkingi gekk tað ikki so væl at skapa málmøguleikar, tí tað varð spark­að ov nógv og spælt ov lítið. joannes@sosialrin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 3 2 0 1 11 5 +6 6 2 B36 3 1 2 0 7 4 +3 5 3 TB 3 1 2 0 5 3 +2 5 4 HB 3 1 2 0 5 3 +2 5 5 KÍ 3 1 1 1 4 3 +1 4 6 Víkingur 3 0 3 0 5 5 0 3 7 ÍF 3 0 3 0 5 5 0 3 8 AB 3 0 3 0 3 3 0 3 9 EB/Streymur 3 0 2 1 4 8 -4 2 10 FC Suðuroy 3 0 0 3 2 12 -10 0 Mynd: Álvur Haraldsen TB hevur ikki tapt enn. Málið er fram­vegis at sleppa undan niður­flyt­ing, men eftir góðu byrjanina tevja teir við Stórá meiri.