fríggjadagur 20. mars 2015síða 40
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
40
A
lt skal nú hava sín egna
dag ella sína egnu viku.
Fyrr vóru heil ár sett
av til ávíst endamál.
Eitt árið í hinari øldini var til dømis
kvinnuár. Øll hini 99 vóru mansár.
Nú hevur eingin stundir longur til
at seta av heilt ár til eittans endamál.
Nú skulu vit eta heilsugott eina
viku um árið. Og nýggjasta religiónin
í rúgvuni av religiónum eitur vist
frøði, økologi.
Men, tað sum er heilsugott í hesari
vikuni, í viku 12, er ósunt, sambært
granskarum, í næstu viku.
Fólk eiga at renna eina dag um
árið. Hví ikki hvønn dag? Ella, tá
viðrar? Ganga til arbeiðis og
enntá heim aftur eina viku
um árið og fáa virðisløn fyri.
tað
Hvør sjúka hevur sín
dag. Kirkjan hevur allar
sínar dagar. Carpe diem,
í dag var ikki í gjár og
verður ikki í morgin. Í dag er í dag.
Hvat skuldu vit í dag? Á, jú, hyggja at
sólini, sum ikki sæst. Ella helvtin av
henni sæst ikki, tí nú er mánin bara
hálvur. Her krevst ein breið semja.
Kanska er hon komin næstu
ferð, í 2245.
Latið fólk hava sín
ar dagar í friði og
brúka teir, sum
teimum lystir,
ósunt ella ei.
Heilsuverkið fær altíð eykajáttan
kortini.
Og so eru vit har: um tað so er
móðurmálið, so hevur eisini tað sín
egna dag, tess egna dag ella sóðrit
okkurt har. 25.mars er dagur móður
málsins.
Ein dagur um árið bjargar ongum
máli. Og tað er kortini vorðið ov
seint. Føroyska málið viknar og vik
an og gerst flatari hvønn dag, tað
ikki verður bent. Og hvat so? Danska
dialektin, vit eru farin at tosa og
skriva í Føroyum, er eisini ókey, tí vit
skilja hvønn annan.
Vit vita, hvat onnur vilja okkum,
og tað er ivaleyst.
Málið er bara eitt amboð hjá fólki
at samskifta við, so tey skilja hvørt
annað. Og tað gera tey.
Øll vita, hvat eg ætli mær at skriva,
sama um eg skrivi móðurmálið ella
móðirmáli.
Ella um eg taki hædd fyri bend
ingunum ella leggi upp fyri bend
ingunum. Ella, um eg spyrji Tróndur,
Trónda ella bara Trónd.
Vit noyðast at viðurkenna, at
bara nøkur heilt fá duga tað, sum
tey lærdu rópa føroyskt. Bara nøkur
fá duga at stava, duga røttu føroysku
orðini, duga at benda øll navnorðini
rætt, duga at byggja setningar.
Nøkur hava foreldur, sum leggja í
málið, og tey børnini læra tí føroyskt
heima við hús. Í skúlunum læra børn
og ung ikki føroyskt. Kravt verður,
at fjølmiðlar læra fólki føroyskt. Eitt
tápuligt krav. Fjølmiðlar eru ikki
skúlar. Og fjølmiðlar krevja líka lítið
sum skúlarnir, at fólk, sum fáa arbeiði
hjá teimum, duga føroyskt.
Tað versta er tó, tá fólk, sum ikki
duga føroyskt, vita so væl, hvussu til
dømis ein fótbóltsdystur fer at enda.
Tey, sum siga frá ítrótti, siga, at NSÍ
vann sín næsta dyst 5-1. Hvussu
hundan kunnu tey vita tað, tá næsti
dystur ikki er spældur?
Tey duga ikki føroyskt. Tað, tey
ætla at siga, er, at NSÍ vann annan
dystin 5-1. Og tað er eingin snórabein
vedding, men veruleikin.
Tað er tó ikki bara í Føroyum, at
nøkur fá »duga« málið og tey flestu
ikki, kunnu vit so ugga okkum við.
Støðan er tann sama í Íslandi til
dømis sum í Føroyum, hóast Ísland
hevur málpoliti, fólk at ansa eftir
málinum og smíða íslendsk orð,
hvørja ferð eitt nýtt fremmant er á
veg.
Íslendingar eru tó so væl fyri, at
hjá teimum hoyrist ð, væl og virðiliga
eisini, so har er ikki so nógv at ivast í.
Men aðrar fellur eru at lumpa toll
utar skúlanæmingar í, so sum fyrra i
og seinna y.
Sjálvur havi eg havt nógvar skúla
tímar í rokning, men eg dugi kortini
ikki at rokna.
Vónandi eydnast at finna onkran,
sum kann fáa móðurmálsvirðislønina,
ella okkirt sórit har líkasum OMG.
Mál uttan mál og mið
Malan Eyðunsdóttir
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Lærari og songkvinna
Bústaður: Tórshavn
Hvat ætlaði tú at blíva,
tá tú bleivst vaksin?
– Lærari ella songkvinna.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At vit hava eina trongd at stýra og avgera, men at okkum
eisini dámar sera væl, tá vit fáa mótspæl, og at hitt kynið
tekur stýringina og avgerðirnar. At hóast vit eru sterkar og
hava sterkar meiningar um tingini, so dámar okkum eisini
væl at kenna okkum lítlar og tryggar í favninum í einum
sterkum manni.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
– Børnum nýtist als ikki at vita nakað um tað at vera vaksin.
Tey skulu sleppa at vera børn, sleppa at spæla, granska,
undrast og kenna seg trygg, tí tey vaksnu eru tey, sum hava
ábyrgdina. Men tað bilar einki, um tey finna útav, at vaksin
als ikki altíð hava rætt, og at vaksin kunnu gera feilir og
taka skeivar avgerðir, men at tað ongantíð eru børnini,
ið hava skyldina.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– At skriva egnan tónleik.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg...
– Tikið ein steðg frá øllum og tikið mann og børn
við á eina rundferð kring heimin.
Hvat hevði gjørt heimin
til eitt betri stað?
– At fremmandaræðsla og
snævurskygni vórðu útruddað.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá eg sá seinasta part av »House of Cards«
Tað seinasta, tú hevur lært, er at?
– Interstellar er økið millum stjørnurnar.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú?
Gloymi at liva í nú'inum og gloymi at gleðast um
tey smáu tingini.
Enda setningin: Føroyingar burdu...
– Tikið loysing!
baksíðan