Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað var Sveinur Tróndarson, sum sat í vitnisstólinum, tá rættar­fundurin varð settur klokkan gott 9 í morgun, og tað var verji hansara, Bjørn á Heyg­um, sum setti honum spurn­ing­ar. Sveinur Tróndarson var redaktiónsleiðari, tá Portal­ ur­in byrjaði at viðgera toll­ mál­ið fyri jól í 2013 og saman við Kringvarpinum gjørdi nógv burtur úr hesum máli tær næstu nógvu vikurnar. Sveinur duldi ikki fyri, at tað í hansara starvi hjá Grann­skoðaradeild Lands­ kassans, at hann fekk innlit í tollmálið hjá Niclasen-fyri­ tøku­ni í Sørvági, har Jørgen Nicla­sen var stjóri. Sveinur byrjaði hjá lands­ grann­skoðaranum í febru­ ar mánaði í 1992, og tá var Leivur Harrysson stjóri. Hann vísti á, at fyri tíðina hjá Leivi hevði lands­grann­ skoðanin meira verið ”skjala­ vend­ing”, sum hann tók til, men um hetta mundið fóru teir meira út at kanna viður­ skift­ini og eisini út á ófrá­ boð­að­ar eftirlitsvitjanir. Meðan Sveinur tosaði, minti dómarin hann tagnar­ skyld­una, hann hevði í starvi­n­um hjá lands­grann­ skoðara­num. Sveinur segði, at tað var av tilvild, at hesar eftir­lits­ vitjan­ir júst byrjaðu í Sør­ vági, og 27. august í 1992 var hann sjálvur annar á eftir­ lits­vitjan hjá Niclasen-fyri­ tøku­ni í Sørvági og á Toll­ stovu­ni í Vágum. Hann segði, at óroynd­ur sum hann var í starvi­num, dugdi hann á hesi fyrstu vitjan­ini ikki at gjøg­num­ skoða alt, hann sá. Men, eftir eina vitjan hjá fyritøku í Klaksvík, vaknaði hann, sum hann tók til - og sá, at alt ikki ruggaði rætt við toll­ av­greiðslu­ni í Sørvági. Tí fóru teir aftur á ófrá­ boðaða eftirlitsvitjan í Sør­ vági, og hesaferð vildu teir eisini síggja goymsluna. Á hesi vitjan í Sørvági tók Edmund Danielsen, sáli, sum tá var goymslumaður hjá Skipafelagnum Føroyar, ímóti teimum. Ótollaðar vørueindir Sveinur Tróndarson segði, at nú vísti tað seg, at av 291 vøru­eindum, sum sambært toll­stovuni skuldu vera á goymslu­ni í Sørvági, ikki vóru har. Hann segði, at vørur­nar eftir áheitan frá stjóra­num hjá Niclasen vóru út­flýggj­ aðar, áðrenn tær vóru toll­ av­g­reiddar, og tað vísti seg eisini, at trupulleikar vóru á toll­stovuni í Vágum at finna neyðugu pappírini. Úrslitið av vitjanin í Sør­vági var, at ein frá­ greið­ing varð skrivað til lands­grannskoðaran og myndug­leikarnar, og her end­aði í grundini arbeiði hjá Sveini og hansara manni í Sør­vági í hesum umfari. Síðan hoyrdist einki um mál­ið aftur fyrr enn fleiri ár seinni. Í sínum starvi sum tíð­ inda­maður segði Sveinur seg seinni hava biðið um innlit í toll­málið, eins og onnur, hann hevði starvast saman við, eisini høvdu biðið um inn­lit. Málið um tollviðurskiftini hjá Niclasen-fyritøkuni varð eisini latið løgregluni, men fútin helt seg ikki kunna reisa ákæru móti stjóranum í Niclasen-fyritøkuni, tí tað var Skipafelag Føroya, sum hevði ábygd av tollgoymsluni - ikki ikki Niclasen-fyritøkan. Tá Sveinur varð avhoyrdur, helt hann fyri, at tollmálið í Sørvági hevur ver­ið krógvað og tagt burtur í fleiri ár - til tað í desember mánaði í 2013 eydnaðist at fáa innlit í málið. Samstarv við Kringvarpið Sveinur Tróndarsson segði, at redaktiónin á Portalinum var lítil og veik um hetta mundið í desember mánaði í 2013, og tí læt hann eisini Kring­varpinum avrit av inn­ lits­tilfarinum. Tað var eisini í desember í 2013, at røðin av Dagur & Viku-sendingum um toll­mál­ ið byrjaði og helt fram í nógv­ ar vikur - við teimum ákær­ um móti Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, sum Jørgen og sakførari hansara, Christian Andreasen, nú vilja hava tíðindafólkini, ið høvdu ábyrgd av hesum sendingum og ábyrgdina av Portalinum, dømd fyri. SOLEIÐIS BYRJAÐI TOLL­MÁLIÐ Í SØRVÁGI Tá Sveinur Tróndarson, sum var redaktiónsleiðari á Portalinum, varð avhoyrdur í Føroya rætti, helt hann fyri, at tollmálið í Sørvági hevur verið krógvað og tagt burtur í fleiri ár - til tað í desember mánaði í 2013 eydnaðist at fáa innlit í málið TOLL­MÁLIÐ