Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Standa sama 40.000 - tað kundi nærum verið fólkatalið í Føroyum, men tað er tað sjálvsagt ikki. Hinvegin var 40.000 talið á teirri mannamúgvu, ið var komin saman á Østerbro í Keypmannahavn mánakvøldið. Tey umleið 40.000 fólkini vóru komin saman at minnast tey, sum lótu lív og vórðu løstað í yvirgangsatsóknunum í Keypmannahavn tann 14 og 15. februar. Við kyndli í hond stóð mannamúgvan saman í sorgini Marita á Rógvi Fimm løgregluvognar fara sús­ andi eftir Østerbrogade. Teir eru bláir av liti og hava hvítar strípur á síðuni. Sirenurnar ýla, og fólk á gøtuni leggja hendurnar um oyruni fyri at verja tey móti gang­inum. Andlitsbráðini siga mær, at ljóðið frá sirenunum ikki hóvar fólkunum á gøtuni – hugsa tey um 37-ára gamla Dan Uzan, sum doyði? Ella kanska um 55-ára gamla Finn Nørgaard, sum hin fyrsti, ið lat lív? Bæði ýlandi løgregluvognarnir og fólkini á gøtuni eru ávegis móti minningarhaldinum, sum fer fram á Gunnar Nu Hansens Plads á Østerbro um eitt lítið bil. Á Gunnar Nu Hansens Plads er ein stórur pallur settur upp til høvið. Við ísakalda vindinum, kennist tað sum á einum før­ oysk­um festivali. Munurin er bert, at bjórin er skift út við ein kyndil, ið skal lýsa fyri teimum, ið lótu lív og vórðu løstað í yvir­ gangsatsóknunum. Hóast orsøkin til minningarhaldið er álvarsom, tykist huglagið lætt og als ikki eins dapurt, sum ein kanska kundi væntað eftir sorgarleikin, ið fór fram um vikuskiftið. – Tókst tú tráleysa løðaran við, góði? Spyr ein kvinna í einum hvítum pelsjakka, með­ an hon rættir armin og fartele­ fon­ina fram fyri at taka eina so­kallaða »selfie-mynd« saman við unnustanum og harvið skjal­ prógvar hetta søguliga kvøldið. – Eg svav bert 20 metrar frá teirri internetstovuni, har býtt­ lingarnir sótu, sigur ein onnur kvinna. Tað tykist, sum hava øll eitt samband við tað, ið fór fram leygar- og sunnudagin á yms­ an hátt. Øll hava hoyrt, sæð ella sansað okkurt – tað veri seg selfies ella skelkandi upplivingar. Stjórnarumboð í hópatali Gongur mann longur fram, hómar mann fjølmiðlaøkið. Har standa nógvir løgreglumenn og menn frá donsku fregnartænastuni, PET. Teir síggja álvarsamir út, men zoomar mann inn á eyguni, sær mann menn, ið hava kenslur og hugsa. Ein hoyrir eisini tyrl­ una, so eingin ivi er um, at trygdin er í hásæti. Tað er eisini neyðugt, tá nógvir politikarar og stjórnarumboð hava leitað sær til Gunnar Nu Hansens Plads. Har stendur amerikanski sendiharrin Rufus Gifford, har stendur danski forsætisráðharrin Helle Thorning Schmidt, har stendur javnstøðuráðharrin Manu Sareen, men mitt í rokanum stendur eisini føroyska stjórnarumboðið. Tað er fólkatingslimurin Edmund Joensen, sum umboðar Føroyar. – Eg luttaki, tí eg vil vísa, at Føroyar standa saman við Danmark í hesum sorgarleiki. Eg vil eisini fegin vísa, at vit eisini syrgja tey, sum lótu lív og sum vórðu løstað í yvirgangsálopinum, sigur Edmund Joensen, sum bíðar eftir tíðindamanni hjá Kringvarpi Føroya, ið eisini er á staðnum, men hevur trupult at flyta seg gjøgnum mannamúgvuna. Kyndlarnir verða tendraðir Nú verða kyndlarnir tendraðir, og minningarhaldið byrjar. – Danmark er vaknað til ein nýggjan veruleika, sigur ein av fyriskiparunum beinrakin. Undir liðini á fyriskiparanum stendur ein deyvatulkur – øll skulu vera ein partur av hes­ um tiltakinum. Eyguni hjá lut­ tak­arunum broyta ham, tá fyri­skiparin nevnir ógvusligu orðini. Ein annar andi legst yvir manna­múgvuna saman við tunga roykinum frá kyndlunum. Við kyndlunum birtis vón – ein vón um eitt sameint Danmark, men kyndlarnir varpa eisini ljós á tann veruleika, sum fór fram leygar- og sunnudagin. Danska songkvinnan Pernille Rosendahl trínur á pall og syng­ur kenda sangin hjá John Lennon, Imagine. Hann snýr seg um, at menniskju skulu liva saman við friði og samljóð. Tár renna eftir køldu og reyðu kjálk­ unum hjá fleiri fólkum – politik­ arum, stjórnarumboðum og vanligum fólkum. Onnur gløða í fartelefonina. Undir lið­ini á mær standa tveir eldri franskir