Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 an í sorgini tíðindamenn. Á reyðu mikro­fonini stendur ritað SUD RADIO, ið er ein privat fronsk útvarpsstøð. Teir tíma als ikki at lurta eftir tónunum frá Pernille Rosendahl, men kjakast heldur á fronskum. Teir taka navnið Charlie Hebdo fram fleiri ferðir. Hetta er óivað aðru ferð innan ein mánað, at fronsku journalistarnir standa í einum yvirgangsbrennidepli og skjalprógva søguligar hend­ingar. Yvirborgarstjórin í Keyp­ manna­havn, Frank Jensen, tekur eisini orðið og røður um tær myrku kreftirnar, ið ynskja at skaða Danmark. – Keypmannahavn var heim­ sins tryggasti býur. Vit skulu endurvinna tann heimin, sigur Frank Jensen, áðrenn danski forsætisráðharrin, Helle Thorning Schmidt trínur á pall. 40.000 røddir tagna – Tveir ósekir borgarar eru dripnir. Fimm løgregufólk í tænastu eru særd. Í dag eru vit komin saman at minnast tey dripnu og tey særdu. Okkara tankar fara til tey raktu. Lat okkum halda tøgn í ein minutt til heiðurs fyri teimum raktu, sigur Helle Thorning Schmidt beinrakin. Í somu løtu tagna 40.000 røddir - muslimar, jødar, kristin, guðloysingar, børn, ung, gomul, hvít, myrk og gul – lið um lið, øskl um øksl. Í hesari løtuni stendur danska fólkið saman í sorgini. Hóast hitin er um frostmarkið, er hitin millum menniskjuni eyð­ sýndur. Formaðurin í jødiska trúar­ samfelagnumm Dan Rosenberg Asmussen, styðjar undir hesum. – Tit eru ikki einsamøll. Hetta er eitt álop á okkum øll. Vit standa saman sum danir, sigur Dan Rosenberg Asmussen. Køldu hendurnar hjá fólkunum bresta saman, og fólkini rópa »JA« í felag. Í hesari løtu hómar mann ein vónarglotta millum kyndlarnar og blómurnar í tús­undatali, sum fylla Gunnar Nu Hansens Plads. Áðrenn minningarhaldið fær sín enda, røða bæði franski sendiharrin og løgregluovastin í Keypmannahavn. Yvirgangs­ atsóknirnar hava ávirkað báðar. Franski sendiharrin var sjálvur til staðar, tá yvirgangsatsóknin fór fram í Krudttønden, og løg­ regluovastin hevði fleiri mans undir hond, sum vórðu løstaðir. – Eg eri errin av tykkum (løg­ reglumonnunum, red.). Eg eri errin um, at tilbúgvingin var til reiðar, sigur løgregluovastin. Kyndlarnir eru um at slókna, men enn stendur manna­múgv­ an. Standa saman í sorgini Edmund Joensen stendur enn á fjølmiðlaplássinum. Hann sær eins kaldur út og mannafjøldin, menn hann er sera fegin um tiltakið, sum hann heldur savnar fólkið. – Tørvur var á hesum. Hvør einstakur persónur ger mun, og hetta tiltakið vísir umheiminum, at fólk standa saman um, at hetta góðtaka vit ikki. Vit hoyrdu eisini í røðunum, at trúarbólkarnir standa saman móti yvirgangi, og tað er neyðugt, sigur Edmund Joensen. Hann leggur afturat, at hann er bergtikin av teirri manna­ múgvuni, ið stendur á Gunnar Nu Hansens Plads. – Hetta er næstan fólkatalið í Føroyum, sum er komið saman í røttum føroyskum veðri við fitt av vindi, sigur hann skemtandi. Fimm metrar frá Edmundi Joensen stendur amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Rufus Gifford. Hann er eisini sera fegin um tiltakið. Hann heldur, eins og Edmund Joensen, at hetta kvøldið standa øll saman í sorgini. – Minningarløtan var vøk­ur. Tað snýr seg um, at heims­sam­ felagið stendur saman, og tað snýr seg um, at mannaættin stend­ur saman, sigur Rufus Gifford. Rufus Gifford hevur verið sendiharri í Keypmannahavn í eitt ár, og hann hevur havt tætt samband við Hvíta Húsið í Washington í samband við yvir­ gangsatsóknirnar. – Við at vera her í kvøld, vísi eg donsku stjórnini og danska fólkinum, at vit amerikumenn stuðla Danmark. Vit standa sam­an við dønum, og vit syrgja eisini í kvøld, tí dripnu menninir høvdu samband við amerikonsku sendistovuna á ymsan hátt. Danmark og USA samstarvast eisini innan rættarverju (løgmálaráðið, PET, løgreglan verjumálaráðið, red.), men í kvøld snýr tað seg ikki um USA. Í kvøld snýr tað seg um at veita dønum kensluligan stuðul, sigur Rufus Gifford, áðrenn tíð­indamaðurin frá DR hálar til hann síðis. Kyndlarnir slókna Kyndlarnir, ið áður lýstu Gunnar Nu Hansens Plads upp, eru nú sløktir. Fjølmiðlafólkini eru farin, Edmund Joensen er farin, og nærum einki fólk er á Gunnar Nu Hansens Plads. Kyndlar í túsundtali liggja á vegnum, og ein ung kvinna gongur og tekur hesar upp. Men tað kennist hóast alt kennist, eins og ein vónarglotti hongur í øskukendu luftini. Hetta kvøldið hava hóast alt umleið 40.000 fólk staðið saman í sorgini og tikið frástøðu frá yvirgangsatsóknunum. Men í morgin byrjar veruliga av­bjóð­ ingin. Vísast skal á feilir – hvussu kundi hetta fara fram? Hvør eigur ábyrgdina? Og sum við allari sorg, tekur tað eisini tíð hjá eini tjóð at koma yvir slíkan smeit. Tá er umráðandi, at fólkið ikki fer í tvíningar, men heldur minnist søguliga kvøldið, tá 40.000 fólk, óansæð tjóð, húðarlit og átrúnað, stóðu saman.