Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Síðan krígslok hevur danska kirkjan í Newcastle í Onglandi hildið eina árliga minningargudstænastu fyri teir donsku og føroysku sjómenn, sum fórust undir seinna heimsbardaga. Her eru gjøgnum árini komnir nógvir veteranar, eisini før­ oyingar, sum sigldu undir krígnum. Hetta liðið er sjálvsagt við at fækkast, men nú 70 ár eru liðin síðan bardagalok er hetta kanska seinasta runda minningarhald við luttøku av teimum, sum sigldu tá. Gudstænastan verður í ár sunnudagin tann 10. mai kl. 12 í St. Nicholas Cathedral, Newcastle upon Tyne. Aftaná gudstænastuna verður móttøka, har danski sendiharrin og flota­um­boðs­ maðurin verður til stað­ar. Væntandi verður eisini al­ menn føroysk luttøka. Við nýggju rutuni hjá Atlantic Airways til Edin­ burgh liggur væl fyri at lut­ taka í hesum tiltaki. Flog­ið verður fríggjadag og mána­ dag. Tað tekur bert ein tíma við toki til Newcastle. Inni­ vist kann bíleggjast hjá Ferða­manna­skriv­stov­un­um. Minnini og løturnar saman við Kára á Rógvi skola inn yvir meg, nú eg hoyri, at hann ikki longur er okkara millum. Vit arbeiddu saman á Føroya Løgtingi frá 2008- 11. Umboðaðu hvør sín flokk, vóru rættiliga javngomul, upp­vaksin á Argjum og bæði sótu á tingi á fyrsta sinni. Hann gjørdi mína tíð sum politikari væl litríkari. Eg helt hann vera so stuttligan og undirhaldandi – dugdi sjáldsama væl at siga frá, og vitugur sum fáur. Søgur, skemtisøgur gaman og álvara. Kári var so hugtakandi. Vit flentu nógv saman, og mær dámdi hann so avbera væl. Ymiskt er, hvussu væl fólk fyrireika seg, tá tey halda røðu á tingi – og ymiskt er, hvussu kveikjandi og inni­ halds­rík røðan er. Mína tíð á tingi var Kári á Rógvi ein teirra eg tímdi allarallarbest at lurta eftir, tá hann hevði orð­ið. Umframt tað, at røð­ ur­nar vóru fyndugar og stutt­ligar, so hugsaði eg ofta: Honum kann eg læra nógv av. Eisini tað, at hann tosaði so hjartaliga um, hvussu týdn­ingarmiklar ymisku lóg­irnar vóru og kom við ítøki­ligum dømum. Tað var so hugaligt at leggja oyra til. Ein av mongu ógloymandi perlunum hjá Kára á Rógvi var, tá hann undir viðgerð av lóg um rættartrygd, fyrst hugleiddi um týdningin av lógini. Hon var stór í vavi og kortini tók viðgerðin bert ein góðan klokkutíma. Hann tók nakað soleiðis til frá tingsins røðarapalli: “Tað kann undra, at hetta høga ting hevur brúkt ein góðan tíma at við­gera hetta stórmál, sum rættar­trygd er, meðan tað tók góðar 7 tímar at viðgera spurn­ingin, um at skifta ljósini í Leynatunlinum!” Kundi ikki veri meiri samd við honum. Minnist, at eg eisini tá hugsaði, at hann var so sera væl mæltur. Tí mang­ an var hugstoytt, hvørja við­ gerð ymsu málini fingu. Minnist, at eg eina ferð hevði gjørt eitt uppskot til samtyktar. Vildi fegin undir­ bygt tað betur. Kári á Rógvi kom framvið, har eg sat og arbeiddi. Spurdi, hví eg sá so ónøgd út. Hann bjóðaði sær til at hjálpa mær, og 1-2- 3 so vóru grundgevingarnar greiðari, fleir og betri undir­ bygdar. Glað var eg og takk­ aði. “Vælgagnist tær, men eg taki ikki undir við hasum upp­skotinum. Men vit kunnu væl altíð hjálpast at kortini,” svaraði Kári. ‘Tvørpolitiskt samstarv fyri nýggjar politikarar’ nak­ að soleiðis var heitið á bólki, sum Kári á Rógvi skipaði fyri. Vit høvdu nakrar góðar fundir, og eg minnist, at hann hevði skerpikjøt við til okkara á hesum fundum. Hetta vóru nakrar av mongu upplivingum mínum saman við Kára á Rógvi, og eg kundi nevnt fleiri. Tí hesin maður var á so nógvar hættir ein fyrimynd. Ein fyrimynd, sum eg lærdi nógv av, hevði tað stuttligt saman við og sum mær dámdi so sera væl at práta við. Tá hvørgin okkara var valdur innaftur á seinasta vali, skrivaði hann til mín og bað meg koma at lesa á Setri­num. Nú hevði eg jú tíð til tess. Tað var so hugaligt at hoyra hann grundgeva, hvussu umráðandi lærdómur og útbúgving er. Eg segði honum, at einaferð – fyrr ella seinni – fór eg fyri vist at lesa aftur. Og so skoytti eg upp í, sum satt er, at øll, sum eg tosi við, hava havt á orði, hvør úrmælingur tú ert sum undirvísari. Hugsi, at øll, sum vara av Setrinum gráta sáran um missin av gávuríka professaranum. Eg sendi tykkum, sum eftir sita: kona, børn, systkin og foreldur allar góðar tank­ar. Jesus pápi verði hjá tykkum. Steinbjørn B. Jacob­ sen, sáli, misti dóttrina Lív í ferðsluvanlukkuí 1980, tá hon var smágenta. Í sváru sorgini skrivaði hann millum annað í lítlu bókini um hana - eisini hesi orð: Heldur vil eg missa teg, enn ongantíð at hava hitt teg. Takk fyri góðar ríkandi løtur, Kári. Bergtóra Høgnadóttir Kári gjørdi valskeið okkara litríkari Minningargudstænasta fyri danir og føroyingar sum fórust undir krígnum