týsdagur 17. februar 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvsfólk til
sjúkraflutnings
tænastuna
Søkt verður eftir tveimum portørum til setan
01.04.2015, ella eftir nærri avtalu.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við
nógvum ymiskum uppgávum. Ein av
høvuðsuppgávunum er at veita bráfeingis
hjálp í samband við lívbjargandi arbeiði.
Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum,
skaddum og rørslutarnaðum. Eisini hevur
Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum
portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum og
Norðoya Røktarheimi. Alt hetta setir stór
krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at
arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Starvsøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni
er Norðoyggjar. Her starvast í løtuni 7 fólk.
Deildin hevur 4 bilar, íroknað 3 sjúkrabilar.
Ábyrgdarøkið er Norðoyggjar og arbeitt
verður í skiftandi vaktum. Tann, ið settur
verður skal hava royndir innan sjúkra flutning.
Vit væntað, at tú:
• ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi,
hevur góð samstarvsevni og lætt við at
umgangast fólk.
• sært avbjóðingar fram um avmarkingar
• hevur evni til at orða teg bæði munnliga og
skrivliga
• tekur ábyrgd, dugir at umstilla teg og
arbeiðir sjálvstøðugt
Førleikakrøv:
• hevur koyrikort (Bólk B og C)
• hevur prógv í 1. hjálp ella líknadi skeið
• likamliga sterkur
• telduførleika á brúkarastøðið
• fyrimunur er at hava handverkaraútbúgving
Í samband við starvsfólkapolitikkin
og virðisgrundarlagið hjá
Sjúkraflutningstænastuni skal tann, ið settur
verður, lúka øll krøv, ið tænastan krevur.
Lønar og setanartreytir sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið,
sjúkraflutningstænastuna.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Súsannu Olsen, leiðara
fyri sjúkraflutningstænastuna teldupost
susanna@ks.fo
Umsókn við avrit av prógvum v.m.,
verður at senda til:
Sjúkrahússtjórin
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO700 Klaksvík
Umsóknarfreiðst 03.03.15
Fysiurgisk deild
Fysioterapeutur
Í samband farloyvi og summarfrítíð verður
søkt eftir fysioterapeuti at arbeiða frá
01.04.15 til 31.08.15.
Arbeiðstíðin er 1,0
Førleikakrøv:
• Prógv og góðkenning
sum fysioterapeutur
• Fakligan kunnleika og royndir innan økið
• Góð samstarvsevnir
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Felagið
Føroyskir Fysioterapeutar.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert
tú vælkomin at seta teg í samband við
Malene Iversen, leiðandi fysioterapeut,
telefon 45 45 45 ella
teldupost: malene@ks.fo
Umsókn, saman við prógvi, autorisatión
v.m., verður at senda til:
Sjúkrahússtjórin
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist:
3. mars 2015