týsdagur 17. februar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 18. februar 2015 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá
fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli,
lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar
á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum.
Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova
felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk.
BAKKAFROST SØKIR
KT-LÆRLING
Sum kt-lærlingur hjá Bakkafrost fært tú eina fjølbroytta og
avbjóðandi útbúgving sum KT- supportari á einum spennandi
arbeiðsplássi í stórari menning. Tú kemur at starvast í kt-deild ini,
ið er partur av høvuðssætinum á Glyvrum.
Um tú verður liðug/ur við tína miðnámsútbúgving í summar og
hevur hug at søkja starvið, so send okkum eina umsókn – vit
bíða fegin eftir rætta persóninum.
Arbeiðsøki
Umframt skúlagongd í Danmark kemur starvið millum annað
at fevna um at
• veita support til kt-brúkarar í Bakkafrost samtakinum
• seta upp og viðlíkahalda kt-skipanir, servara loysnir og netverk
• røkja aðrar uppgávur í deildini
Tín vangamynd
Tú hevur eina miðnámsútbúgving og stóran áhuga fyri kt. Tú
ert væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða
sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hug burð
til uppgávurnar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru
sam bært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um
starvið, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Kristian
Eli Zacharissen, kt-leiðara, á tlf.
235070 ella við t-brævi til
kez@bakkafrost.com.
Umsókn
Umsókn við avritum av
prógvum og viðkomandi
skjølum skulu sendast við
t-brævi til hr@bakkafrost.com.
Umsóknarfreistin er fríggja-
dagin 27. februar 2015.
sansir.fo