týsdagur 17. februar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
lestrarblaðið 2015
Brúka skilið, men hav hjartað við, tá tú byrjar upp á eina útbúgving, tí um tú ikki ert
motiverað/ur, so er torført at gjøgnumføra, vegleiðir Hanna Jensen, lestrarvegleiðari í
Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali. Í starvinum sum lestrarvegleiðari fær
hon spurningar um mangt og hvat frá næmingum, sum ynskja at lesa víðari
Annika Kunoy Im
Tá tað stendur tær fyri durum, at skula fara
undir víðari lesnað, so er týdningarmikið at
seta seg inn í krøvini, sum skúlin setur til
upptøku, í góðari tíð, sigur Hanna Jensen,
lestrarvegleiðari.
– Fyrst mást tú kanna, hvat góð tíð er, á
tí skúlanum, sum tú ert áhugað/ur í. Hetta
er ofta ymiskt frá einum skúla til annan.
Eisini er umráðandi at spyrja seg fyri hjá
fólki, sum arbeiða innan tað økið, og sum
eru farin undir at taka ta útbúgvingina,
sum tú umhugsar at lesa, sigur Hanna
Jensen. Frá teimum kanst tú fáa svar upp
á, hvussu arbeiðsuppgávurnar eru, hvat
lesturin serliga krevur, og annað.
– Hugsa eisini um hvat tú ætlar at
brúka útbúgvingina til, sigur hon. Hóast
tað er umráðandi at fylgja hjartanum, so
ávirkar valið, tú tekur, møguleikarnir, tú
hevur við eini útbúgving. Ver eisini opin
fyri, at tað kunnu vera alternativir mátar
at gera tingini uppá. Kanska skalt tú hugsa
eina aðra útbúgving, sum gevur líknandi
arbeiðsuppgávur? Kanska skalt tú um
hugsa at taka útbúgvingina á øðrumstaði
ella í øðrum landi? Kanska skalt tú raðfesta
øðrvísi í ymisku útbúgvingardreymunum,
tú hevur
– Brúka skilið, men hjartað má eisini
vera við, tá tú byrjar upp á eina útbúgving,
tí um tú ikki ert motiverað/ur, so er torført
at gjøgnumføra eina langa utbúgving, veg
leiðir Hanna Jensen.
Spurningarnir, sum lestrarvegleiðarin
fær frá næmingum á miðnámi eru ofta
skiftandi. Hanna Jensen greiðir frá at
næmingar í 1. og 2. s spyrja nógv um hvørjar
lærugreinar tey skulu velja, og á hvørjum
støði lærugreinarnar skulu vera á, fyri
at tey skulu sleppa inn á tann skúlan tey
ynskja, og lesa tað tey hava hug til.
– Eisini eru nógvir næmingar, á 2. og 3.
ári, sum spyrja um vegleiðing, um hvussu
næmingurin skal bera seg at við at sleppa
til Onglands at lesa, til dømis, og nær hann
skal byrja uppá umsóknina.
Eftirspurningur er eisini á vegleiðing frá
næmingum, sum eru lidnir við miðnáms
útbúgvingina.
– Vegleiðingin kemur ofta, tá tey eru
liðug við miðnám. Tey flestu fara at gera
okkurt annað, tá tey eru liðug við miðnáms
útbúgvingina, og koma síðani aftur eftir
ráðgeving, tá tey eru klár at fara at lesa
víðari, hava vunnið sær kunning og royndir.
Hanna Jensen sigur at tað eisini er ein
bólkur av næmingum, sum av eini hvørjari
orsøk ikki finnur seg til rættis a miðnámi,
og av tí sama ikki fáa nóg góð úrslit til at
sleppa inn á tann skúlan, sum tey uppruna
liga ynsktu at sleppa á.
– Fyri hesar næmingarnar er tokið er
næstan koyrt, tá vit koma út á várið í 3.s.
Ofta eru teir ikki motiveraðir, og hava
ikki gagnnýtt árini á miðnám nóg væl. Tá
hesir næmingarnir síðani síggja, at miðal
karakterurin ikki er nóg góður, so er sann
kenningin ofta sorgfylt. Tað er umráðandi
at kveikja vón í hesum umstøðunum, men
eisini at diskutera, hvørjar møguleikar ein
hevur at lata hurðina upp aftur, og hvat
annað til ber at gera.
Um tú hevur fingið keðiligar avbjóðingar
á vegnum, so ver opin fyri at tú kanst fara
at lesa í øðrum londum, enn tú ætlaði, ella
brúka eitt eyka ár uppá at betra um okkurt
úrslit ella lærugreinastig.
Nógvir vegir
leiða til málið
Hentar
heimasíður:
Altjóða Skrivstovan: www.setur.fo/ask
Meginfelga Føroya Studenta www.mfs.fo
Mentamálaráðið www.mmr.fo
Ráðgeving fyri føroyingar í Danmark
www.radgevingin.dk
Yrkisdepilin: www.yrkisdepilin.fo
Hvat skal eg lesa?
Uddannelsesguiden: www.ug.dk
Karrierevejviser: www.karierevejviser.dk
Studni: www.studul.fo
Taks: www.taks.fo
SU: www.su.dk
SAAS: www.saas.gov.uk/student_
support/special_circumstances/
postgrad_list.htm
Uttan fyri Norðurlond:
Ucas: www.ucas.co.uk
Ansa: www.ansa.no
Bústaður í Danmark:
Boligportal: www.boligportal.dk
Samband til Føroyar:
Vit Velja Føroyar: www.vitvejla.fo
Stuðul til granskingarverkætlanir:
www.gransking.fo