Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 lestrarblaðið 2015 Annika Kunoy Im  Tað er ikki neyðugt at skifta til annan banka, tí fyri at fáa SU er bara neyðugt at hava eina nemkontu. Fyri at fáa eina nemkontu krevst eitt danskt cpr.nr, sum tú upp­lýsir ráðgevanum, so skjótt tú hevur fingið tað, so verður vanliga kontan broytt til nemkontu. Síðan kann hon nýtast eins og van­ligt við tilhoyrandi kortum og net­ banka, greiðir Eva Brekkstein, leiðari í ung­dóms­deildini í Eik, frá. Skilagott er at hava tvey kort við sær á ferð, soleiðis at um annað verður óvirkið ella stolið, so kemur ein ikki í neyð, tí at tá verður hitt kortið tikið í brúk. Hevur tú ikki netbanka framman­undan, mælir Eva til, at tú stovnar tær ein beinanvegin, soleiðis at tú altíð kanst kanna, hvat stendur á kontu, gjalda rokn­ingar og samskifta við tín ráðgeva.  Best er um tú hevur savnað nakað av peningi saman, áðrenn farið verður avstað, tí nógvar útreiðslur kunnu vera í sambandi við lestrarbyrjan, so sum depositum, inn­ búgv, súklu, bøkur og annað. Men um tú ikki hevur spart nóg nógv saman ella bara vil tryggja tær, at tú hevur okkurt til at taka, so kann ein lestrarkredittur koma væl við. Tað er ein kredittur, sum er knýttur at nemkontuni, har tú kann fara eina ávísa upphædd í minus til eina lagaliga rentu. Tað er ikki neyðugt at niðurgjalda kredittin, fyrr enn eftir loknan lestur, sigur hon.  Eitt gott ráð er at leggja innkeyp væl til rættis, so sleppast kann undan skund­ keypum, sum ofta eru dýr keyp. Keypa mat inn, sum tú fært gjørt fleiri rættir burturúr. Keypa inn, tá tilboð eru av gerandisvørum, ein altíð brúkar, og so at venja seg við at hugsa um nýtsluna. Tí um tú altíð ert til­ vitaður um, hvat pengarnir fara til, so er lættari at velja ymiskt frá, sum kanska ikki er so umráðandi. Og at spara har, ið sparast kann. Tí um tú sparir í tí smáa, so er sum oftast ráð til okkurt, tú veruliga ynskir av og á. Tað er eingin sum sigur, at tað er lætt, men við at hava gott yvirlit yvir inntøkur og út­reiðslur, at tillaga seg eftir, hvussu nógvan tøkan pening tú hevur og við at rað­festa, hvussu tú vilt brúka pengarnar, so skuldi tað latið seg gjørt at liva av SU, sigur Eva Brekkstein. Fá tað fíggjarliga í lag áðrenn tú fert At fara undir víðari lestur er ofta ein kollveltandi broyting, serliga um tú fer undir lestur uttanlands. Tað eru nógv viðurskifti, ið skulu fáast í rætt lag, og eitt av hesum er tað fíggjarliga. Gott um tað fíggjarliga er í lagi, áðrenn tú fert av landinum, tí so er lættari at hugsavna seg um tað at vera fluttur og lesnaðin sjálvan