Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 LESTRARBLAÐIÐ 2015 EIN »A-HA UPPLIVING« VIÐ ÁIR Grundirnar kunnu vera nógvar til, at tað eru fólk í føroyska samfelagnum, sum ikki klára at samla seg í fólkaskúlanum. Næmingarnir, sum velja tilboðið á skúlanum við Áir hava ikki atgongumerkið til at koma har, tey ynskja at vera í lívinum, og tí velja teir øðrvísi tilboðið. – Øll sum eru á skúlanum, eru har av eini ella aðrari orsøk, og vit taka útgangsstøði í tí einstaka, sigur nýggi stjórin í Dugna, Hedvig Johansdóttir Annika Kunoy Im Lívsleiðin er ein meldur. Til tíðir er kvirra ella undanvindur, til aðrar tíðir er vindurin hvassur og kann blása ein og hvønn umkoll. Tey sum hava havt nógvan mótvind í barnaárunum hava ofta trupult við at læra ella hugsavna seg og megna tí til tíðir ikki at gjøgnumføra fólkaskúlan. Tað kann vera sorg ella sjúka í familjuni, diagnosir av ymiskum slagi, og so framvegis. Hesi kunnu fáa gangn av tilboðnum, sum Dugni bjóðar gjøgnum skúlan við Áir, nevniliga eitt 9. flokks prógv, sum er eitt atgongumerki til víðari lesnað ella arbeiði. – Summir av næmingunum hava arbeitt í nógv ár, og hava síðani fingið ynski um at fara í skúla seinni. Aðrir hava kropsligar avbjóðingar, sum gera tað neyðugt at skifta yrkisleið. Men summir av hesum næmingunum hava bara 7. ella 8. floks prógv og sleppa tí ikki víðari, hóast áræði og brennandi ynski um útbúgving. Summi vænta sjálvsálit, og halda at tey ikki klára skúlan, men tað er nakað vit miðvíst arbeiða við at stuðla teimum ígjøgnum, sigur Hedvig Johansdóttir, stjóri í Dugna. Tað er týdningarmikið, at byggja sjálvsálitið upp, og geva næmingunum upplivingar, har tey eydnast, tí tað er ofta tað, sum tey ikki hava upplivað. Hóast tað at ganga á skúlanum við Áir er fyri fólk, sum av eini ella aðrari orsøk eru dottin í millum í samfelagnum, og hava fingið mótvind á leiðini, so verður denturin ikki lagdur á avmarkingarnar ella tað sjúka, sum møguliga framvegis gevur avbjóðingar fyri næmingin. Tosað verður meir um møguleikan hjá næminginum at byggja víðari á egnar førleikar og tað fríska, sum vit øll jú hava. Skúlin við Áir bjóðar bæði eitt ár av fyrireiking til 9. flokk og 9. flokks prógv. Fyririeking til 9. flokk er ætlað teimum sum hava serligar avbjóðingar við læring ella hava avbjóðingar við settum krøvum, so sum uppmøting. Tá tú tekur 9. flokk, krevur tað at tú megnar at møta upp og lata uppgávurnar inn. Hedvig Johansdóttir greiðir frá, at fyri nógv sum hava havt tað torført í fólkskúlanum koma gamlar upplivingar og kenslur aftur, tá tey byrja við Áir. Tí er t tað gott at hava fyrireiking í eitt ár, og samband við starvsfólkið á skúlanum, sum hava hjarta fyri næmingum. – Tað er ein gáva at vita, hvussu man kann mennast at gerast tilvitaður um egnar styrkir og møguligar avmarkingar. Sum starvsfólk uppliva vit ofta, at vit kunnu sáa okkurt í næmingin, sum síðani gevur eina "a-ha uppliving" hjá næminginum fyrr ella seinni. Hetta kann vera sera gevandi fyri tann einstaka næmingin sum er upptikin av at byggja á egnar førleikar. Tann fakligi parturin av skúlatilboðunum er týdningarmikil, sigur hon, men tað er tann persónligi parturin eisini. Tað leggja vit dent á, sigur hon. – Øll sum eru á skúlanum, eru har av eini ella aðrari orsøk, og vit taka útgangsstøði í tí einstaka. Um onkur stríðist við til dømis tunglyndi ella angist, so gera vit serligar avtalur við næmingin, og royna at hjálpa við at vísa á teir møguleikarnir, sum samfelagið bjóðar. Vit hava ikki læknar, sálarfrøðingar ella málsviðgerar í starvsfólkabólkinum, men vit vísa næmingunum á teir møguleikar, sum samfelagið bjóðar og hjálpa við at søkja um tann stuðul ella hjálp sum næmingurin ynskir. Tí alt sum er fremmant kann tykjast tungt og stirvið at fara undir. Eisini eru nógvir næmingar sum ikki kenna til tey tilboð, sum eru í samfelagnum, sigur hon. Hedvig Johansdóttir greiðir frá at summir av næmingunum, hava sitið á aftasta bonki í fólkaskúlanum síðani 4. flokk og hava fingið lítið við av undirvísingini. Næmingar velja hetta tilboðið hjá Dugna, tí teir ynskja at koma víðari, og tað kann vera ov tungt at fara í siðbundna fólkaskúlan, tá tú ert blivin vaksin. Nógvir næmingar ræðast eisini tær upplivingarnar tey høvdu í fólkaskúlanum, og vita at tað verður tikið serligt atlit við Áir. Eisini gevur skúlin eitt størri heildartilboð, og snýr seg um persónliga og sosiala menning eins væl og fakliga undirvísing. – Hjálp til skúlating er eitt størt pluss hjá nógvum, sum ganga á skúlanum. Hetta liggur alt fast í tímaætlanini, har næmingar fáa eyðka stuðul innan tey fak sum eru avbjóðandi. Somuleiðis er við starvsfólkunum í køkinum, kontaktlæraranum og einum skúlaleiðara, sum øll eru tøk at tosa við, og sum eisini hjálpa við øðrum persónligum trupulleikum, sigur Hedvig Johansdóttir. Um næmingar ikki møta upp, so leggja verður orka løgd í at stuðla næminginum í at halda fast í ynskinum um at gjøgnumførða skúlagongdina og at fáa atgongumerkið víðari. Her er tað at a-ha upplivingar kunnu vera við til at kveikja og eggja næminginum til ikki at missa móti. Um tað síðani vísir seg, at næmingurin ikki megnar 9. flokk, so er møguligt at fara í annað tiltak við at skifta til fyrireikingarflokkin ella at byrja í arbeiðisvenjing á einum av hinum deildunum hjá Dugna á Kambsdali ella á Hjalla. Hetta kann til dømis vera á teldustovuni, matstovuni ella í einum av endurnýtlsuhandlunum í staðin. Hesa tíðina kann næmingurin arbeiða víðari við persónligu avbjóðingunum, sum møguliga eru ein forðing fyri at megna skúlan, greiðir hon frá. – Vit ynskja at fyribyrgja at næmingurin upplivir eitt niðurlag, sum ger at hann/ hon steðgar upp. Man steðgar ikki, og fer ikki út í onki, sigur Hedvig Johansdóttir.