týsdagur 17. februar 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
lestrarblaðið 2015
Mortan Østerø
Í 2011 varð farið undir at kanna føroyingar
í hagtølum, og síðani úrslitini komu inn,
er Manntal greinað á heimasíðuni hjá
Hagstovuni. Hyggja vit nærri at útbúgv
ingartølunum hjá føroyingum millum 25
og 64 ár, er bert ein lítil fjórðingur – ella
23 prosent – sum einans hevur fólkaskúla
prógv umframt møgulig stutt skeið. Sam
bært hagtølunum, hava 41 prosent mið
nám ella yrkisútbúgving sum hægsta
útbúgvingarstig, meðan ein stórur triðingur
– ella 35 prosent – av øllum føroyingum
hava miðhøga ella hægri útbúgving.
Einans 3,2 prosent av tøku arbeiðs
megini í Føroyum eru skrásett sum full
tíðararbeiðsleys, og sambært Arbeiðsloysis
skipanini hava ikki færri enn 40 prosent av
teimum arbeiðsleysu fólkaskúlaútbúgving
sum teirra hægsta útbúgvingarstig. 13 pro
sent av teimum arbeiðsleysu hava miðnám
og 15 prosent hava styttri útbúgving enn
miðnám.
Førleikameting og -menning
Sostatt hava um 53 til 68 prosent av teimum
arbeiðsleysu ikki eina førleikagevandi út
búgving – sum faklærd. Tølini vísa eisini, at
tað er hesin bólkur, sum er longst í arbeiðs
loysisskipanini, og tí hevur tað ringast við
at sleppa aftur á arbeiðsmarknaðin. Sam
stundis er tað hesin bólkur, ið er tann, ið
fær tað minsta mánaðarliga útgjaldið frá
Arbeiðsloysisskipanini.
Við hesum í huga, varð farið undir at
fyrireika ætlan um førleikameting og
-menning í Yrkisdeplinum. Í stuttum,
snýr ætlanin seg um, at tað skal bera til
at skjalfesta førleikarnar hjá borgarum,
sum ikki hava skrivlig prógv upp á sínar
førleikar. Talan er ikki um ein snarveg fyri
fólk at fáa útbúgvingarlig prógv lættari
til høldar, enn tey, sum fara á skúlabonk.
Ein skal minst hava trýára arbeiðsroyndir,
umframt vera eldri enn 25 ár, fyri at
førleikametast. Tá ið meting er gjørd av
viðkomandi, verður gjørt av hvussu nógv
læru- ella undirvísingartíð restar í hjá við
komandi. Síðani skal borgarin menna før
leikarnar og standa roynd í hesum, fyri at
fáa endaliga prógvi um hendi.
Á Yrkisdeplinum vænta tey, at hetta
fer at vera ein stórsigur fyri fólk, sum ikki
hava skrivlig skjøl, ið prógva teirra veruligu
førleikar. Gerst skipanin veruleiki, kann
hon minka um vandan hjá hesum fólk
unum at gerast arbeiðsleys, og enntá lyfta
tey úr arbeiðsloysinum. Gongst sum ætlað,
verður skipanin veruleiki komandi ár.
Broytingar
ávegis innan
yrkisútbúgvingar
Gongst sum ætlað, fer skjótt at vera gjørligt at fáa sínar verkligu
førleikar mettar og skjalfestar, hóast ein ikki hevur útbúgving