týsdagur 17. februar 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
lestrarblaðið 2015
Annika Kunoy Im
Løgtingið hevur frá 1. januar í ár játtað
600.000 til Mentamálaráðið at brúka til
sálarfrøðing til miðnámsskúlanæmingar.
Hetta er peningur, sum er markaður til
at hjálpa næmingum, sum hava brúk fyri
hjálp ella vegleiðing frá sálarfrøðingi.
600.000 krónur svarar til ársløn hjá al
ment settum sálarfrøðingi, og hvørt hetta
verður til ein sálarfrøðing, sum tænir øll
um landinum, ella tímarnir verða lutaðir
prosentvís til hvørt øki, er enn ikki avgjørt.
Tilmæli frá skúlunum er sent inn, og nú
liggur bólturin hjá Mentamálaráðnum.
Enn er ongin avgerð almennakunngjørd
um, hvussu peningurin verður nýttur.
Sum nú er senda skúlarnir næmingar,
sum eru í sálarligari kreppu, til egnan
kommunulækna, líkamikið hvør trupul
leikin hevur verið. Kommunulæknin av
ger síðani, um næmingurin fær ávísing til
sárafrøðing. Fær hann ávísing, skal hann
allíkavæl gjalda 60 prosent av kostnað
inum sjálvur. Sálarfrøðilig viðgerð við
sálarfrøðingi undir Heilsutrygd kostar 739
krónur hvørja ferð.
– Hetta hevur miðnámsskúlanæming
urin, sum ofta er illa fyri, ikki ráð til, ella
yvirskot til at raðfesta, sigur Hanna Jensen,
lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og
HF-Skeiðnum á Kambsdali. Hendan játtan
in verður tí ein stoytkoddi fyri tey, sum ikki
eru sjúk, men kanska kunnu blíva alvorliga
sálararliga sjúk ella tunglynd, um teir ikki
verða loftað nú.
– Í dag er tað soleiðis at skúlarnir av
neyð hava betalt seg til nakrar tímar her
og har, tí tað var so neyðugt, sigur Hanna
Jensen.
Hon heldur, at tørvurin fyri sálarfrøð
ingi í modernaða samfelagnum er stórur.
Kanningar vísa, at ung í dag eru viðkvæm
ari, enn tey vóru fyrr, áðrenn vit øll vóru
stovnsett frá vøggustovualdri. Fyrr vóru
nógvir av trupulleikunum, vit dragast við,
loystir heima, har foreldur og familja vóru
tøk. Í dag er ongin heima, og børnini eru á
stovni og í skúla. Trupulleikin er eisini, at
stovnarnir ikki hava terapeutiska partin
við, og børn og ung ganga einsamøll við
trupulleikum sínum og hava brúk fyri at
tosa við onkran, greiðir Hanna Jensen frá.
– Vit hava ikki fylt stovnarnar við teim
um tilboðnum, sum man annars hevði
havt. Var man enn heima, so hevði man
havt handan samtalu partin við, sigur hon.
Øll menniskju, sum umboðaði eru í
samfelagnum, eru eisini umboðaði innan
skúlagátt. Tí er tað ymiskar grundir til, at
ung hava brúk fyri einum slíkum tilboði.
Summi hava strongd, tunglyndi, kropsligar
sjúkur, hava verið fyri ágangi, ella hava
annað at dragast við, sigur hon.
Tað er nógv press á næmingum á mið
námi. Krøvini eru høg, bæði innan- og
uttanífrá. Tað er eitt støðugt trýst á at fáa
góð úrslit, hava høg mál, tora at fara út í
heim, hava spennandi frítíðarvirksemi,
vera sosial og arbeiða fyri at tjena pening.
– Tað er so nógv sum byrjar at spretta
fram, tá ung ganga í miðnámi. Hjá onkrum
eru neurosir á veg og hjá øðrum sprettir
gomul sorg upp um minnir sum ikki avklár
að. Knappliga er alt á borðinum, blandað
við presentatións-angist, at tey ikki makta
onkra lærugrein, og tað sosiala lívið í einum
flokki. Tá eigur man at møta teimum. Tað
er tann fyribyrgjandi parturin, sum kann
loysa seg, sigur Hanna Jensen.
Nú fáa næmingar
ókeypis sálarhjálp
Á miðnámsskúlunum í Føroyum eru umleið 3000 næmingar, um handverkarnarnir
verða taldir við. Fyrr hava næmingarnir ikki kunna farið ókeypis til
sálarfrøðing, um tørvur hevur verið á tí, men hetta er nú broytt
Kenn tín heila!
Ongin heili er líka. Summir duga væl at
loysa matamatiskar trupulleikar, men ikki
so væl sosialar avbjóðingar. Aðrir hava stór
an fantasi, men niðursett uppmerksemi.
Ongin heili er betri enn ein annar, tað er
brúk fyri øllum. Kennir tú tín heila, kanst tú
lættari biða um hjálp og samstundis áseta
tínar avbjóðingar.
Ven teg at góðtaka
Og gloym undanførslur og ynskitankar.
Skúlating eru torfør og einki stuttlig. Lat
ikki tín heila lumpa teg til at hugsa um alt
annað enn skúlating og hjálpa tær at gera
umberingar fyri ikki at gera tey. Kenn tíni
undanførslumynstur og ven teg at góðataka
støðuna, sum hon er. Ger hjálpsamar handli
ætlanar ístaðin.
Kvøld terapi
Gransking vísir, at 80% av okkara tanka
virksemi er negativt. Hetta er normalt, men
stressandi. Set teg hvørt kvøld og hugsa um
dagin, sum er farin. Finn trý góð ting ella
løtur og skriva tær niður. Soleiðis venur tú
teg til at síggja tað góða í gerandisdegnum.
Ven tyrlusjónarhorn
og stýr dómaranum
Tá tú kennir teg ovurstrongdan av øllum
uppgávunum, tú hevur fyri, og alt kennist
vónleyst... Ímynda tær so, at tú fert við ein
ari tyrlu uppfrá støðuni, sum tú ert í og fært
eitt greitt yvirblik yvir alt sum gongur fyri
seg. Hava tamarhald á tínum innara dóm
ara. Døm eyðmjúkt, realistiskt og rættvíst,
grundað á fakta, eins sum tú vildi mett um
ein vin.
Lat virðini vera tín vegvísara
Hvat er týdningarmest fyri teg? Hvat ynskir
tú skalt mynda títt lív? Hvat ynskir tú, at
onnur merkja, tá tey eru saman við tær?
Hava vit okkara virðir frammanfyri okkum
og eru tilvitað um tey, vísa tey veg eisini tá
ið alt sær svart út, tí virðir líma alt saman.
Pausa
Gransking innan kognitiva sálarfrøði hevur
staðfest, at heilin hjá okkum bara hevur eitt
ávíst fyribils goymslurúm fyri vitan. Ein
heilapausu hjálpir eina løtu hvønn dag tær
í longdini at reflektera og savna teg betri.
Ein heilapausa snýr seg um at sløkkja fyri
øllum ófriði og venda uppmerksemi ímóti
tínum kroppi og andadrátti.
Hav tað stuttligt!
Gloym ikki at hava tað stuttligt! Hetta er ein
heilt serlig tíð í lívinum, sum uttan iva fer at
mynda teg sum ein persón. Skapa tær nógv
góð minni, tí tað snýr lívið seg um.
Sálarfrøðingurin – Ansa
eftir tíni sálarligu heilsu
Ung undir útbúgving eru undir serligum trýsti. Hetta trýstið kemur bæði innan, frá
einum sjálvum, men eisini uttan, frá samfelagnum. Til ber at vera tilvitaður um, og taka
stig til at ansa eftir eins egnu sálarheilsu, sigur Malan K. Zachariassen, sálarfrøðingur