týsdagur 17. februar 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
ókeypis blað frá Miðlahúsinum
Góðar og viðkomandi
miðnámsútbúgvingar
Á handilsskúlanum arbeiða vit nógv við
virkis- og samfelagsbúskaparligum evnum.
Og vit samskipa hesi við fremmandamál eins
og við almennandi lærugreinum.
Bæði á Búskaparbreytini og á FHS-út
búgvingini leggja vit dent á at vísa, hvussu
læring og bóklig vitan kann brúkast í veruliga
lívinum. Og vit leggja dent á at útbúgvingar
nar tryggja tær møguleika fyri framhaldandi
lestri ella læru.
Vit bjóða tær dygga fakligheit og aktualitet
í øllum lærugreinum.
Vit fáa ofta vitjan av fyrilesarum frá
vinnulívi, fyritøkum og íverksetarum og
øðrum spennandi fólkum.
Studentsprógv á Búskaparbreytini, FHS-
prógv og Hægri Handilsprógv
Heta eru tær gymnasialu miðnáms
útbúgvingarnar, sum tú kanst nema á
Føroya Handilsskúla. Á heimasíðu okkara
kanst tú lesa meira um útbúgvingarnar
sum studentur á Búskaparbreytini, og fram
tíðarmøguleikar. Um FHS útbúgvingina og
framtíðarmøguleikar, og um Hægri Handils
prógv á heimasíðu Handilsskúlans www.
fh.fo.
Fýra Lestrarleiðir
Fyri fyrstu ferð stovna vit í ár eina KT-leið á
búskaparbreytini. Vit bjóða tær eisini eina
búskaparleið, eina innovatiónsleið og eina
altjóða leið á Búskparbreytini.
Soleiðis arbeiða vit
Hvør flokkur hevur eitt læraratoymi, sum
samskipar og leggur undirvísingina til rættis,
fyri at skapa eitt gott og dynamiskt lærings
umhvørvi. Vit vitja stovnar og virkir, skipa
fyri námsferðum, seturskúlum og evnis
døgum – og ikki at gloyma leggja vit dent á
tvørfakligt samstarv.
Opið Hús á Føroya Handilsskúla mána
dagin tann 9. mars kl. 15.00 til 20.00
Føroya Handilsskúli í Havn skipar fyri al
mennum kunningartiltaki tann 9. Mars 2015
kl. 15-20.
Lærarar og næmingar greiða frá um
útbúgvingarnar, um lærigreinirnar og um
lívið á Føroya Handilsskúla. Fleiri framløgur
verða, og høvi at skifta orð við lærarar, lestrar
vegleiðarar og næmingar á skúlanum. Skráin
fyri dagin liggur á heimasíðu skúlans.
Øll eru vælkomin, næmingar, foreldur og
avvarðandi.
Umsóknarfreistin er 15. mars í ár.
Umsóknarblaðið er á heimasíðu
Handilsskúlans www.fh.fo
Helena Dam á Neystabø
stjóri á Føroya Handilsskúla