týsdagur 17. februar 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
lestrarblaðið 2015
Annika Kunoy Im
International Business Studies (IBS) er
navnið á nýggju gymnasialu útbúgvingini
á Handilsskúlanum á Kambsdali, sum byrj
ar eftir summarfrítíðina. Útbúgvingin er
ein vanlig miðnámsútbúgving, og líkist í
stórum útbúgvingini, sum Handilsskúlin
bjóðar á Búskaparbreytini, men meginpart
urin av undirvísingini verður á enskum.
Hans Jacob Kollslíð, útbúgvingarleiðarin
fyri International Business Studies, sigur
at ein miðnámsútbúgving á enskum ikki
merkir, at føroyska málið verður valt frá,
tí næmingarnir eisini skulu hava føroyskt
á A-stigi. Hinar lærugreinarnar fara allar
fram á enskum, og við hesum útbúgva vit
næmingar sum eru servandir til altjóða
handil á enskum.
IBS fyri føroyingar
og útlendingar
Tilboðið er serliga ætlað tveimum mál
bólkum í føroyska samfelagnum. Annar
er nýføroyingarnir, sum ikki duga nóg væl
føroyskt og danskt. Hetta er ein bólkur sum
Hans Jacob Kollslíð væntar fer at fáa gagn
av nýggja tilboðnum. Hin málbólkurin eru
føroyingar, sum vita at teir ætla sær út í
heim at lesa víðari, og tí vilja styrkja enska
handilsmálið og heimsfatanina. Tøl frá
studna vísa, at umleið 20 prosent av føroy
ingum fara út um norðurlond at lesa.
– Eitt enskt talandi miðnám kundi verði
við til at lata næmingar í, soleiðis at teir eru
klárir at fara á enskt talandi universitet,
sigur Hans Jacob Kollslíð.
Skilja ikki undir
vísingartilfarið
Ofta er tað danska málið sum er trupul
leikin hjá nýføroyingum, sum fara á mið
nám. Hesir næmingarnir duga føroyska
málið, men renna seg síðani í danska undir
vísingar tilfarið, sum brúkt verður á skúl
unum, og hetta verður ein múrur, sum tey
renna seg í, greiðir Hans Jacob Kollslíð frá.
Hetta er ein gyltur møguleiki hjá teimum at
sleppa undir útbúgving uttan skula stríðast
við at læra seg tvey nýggj mál samstundis
sum tey eru undir útbúgving.
Hesin bólkurin er ofta samansettur av
nýføroyingum, sum eru fluttir til Føroya
sum tannáringar, og ongantíð hava lært
seg málini føroyskt og danskt, nóg væl. Tí
verður útbúgvingin hjá teimum merkt av
hesum, og tey fara út á arbeiðsmarknaðin
ístaðin, og fáa størv, sum tey í roynd og
veru ikki ynskja.
Ikki eitt integratiónstilboð
Hans Jacob Kollslíð sigur, at hetta ikki er
eitt integratiónstilboð, men er ein mið
námsútbúgving á enskum, sum er til
bæði føroyingar og útlendingar. Tó hevur
Hans Jacob Kollslíð longu fingið positivar
afturmeldingar frá útlendingum, sum
búgva í Føroyum.
– Hetta er positivt, tí hetta svarar til
tørvin, sum vit hava ímynda okkum, men
ikki hava nøkur tøl uppá. Vit trúgva uppá
at vit eiga at gera hetta, sigur hann.
– Hesi fólkini síggjast ikki so væl í
samfelagnum, men hyggja vit eini 20 ár
fram í tíðina, fara vit at hava einar Føroyar
við einum øðrum etniskum samansetningi,
enn vit hava í dag. Vit taka ikki nóg væl
tann veruleikan til viðgerðar.
– At kunna veita hesum ungu eina mið
námsútbúgving veksur um trivnaðin hjá
tilfluttum familjum og er ein framúr íløga
í føroyska vitanarsamfelagið. Hetta er ein
samfelagsskylda, ið vit eiga at taka í stórsta
álvara, sigur hann
Les meir um útbúgvingina, krøv til upp
tøku, og annað á www.fhk.fo/ibs
Nú kanst tú
taka miðnám
á enskum
Handilsskúlin á Kambsdali bjóðar nú miðnámsútbúgving á
enskum. Hetta skal vera við til at fyrireika næmingar, sum ynskja
at fara á enskt talandi universitet. Eisini skal tilboðið verða fyri
nýføroyingar sum hava trupult við at lesa á føroyskum miðnáms
skúlum, tá nógv av undirvísingartilfarinum er á donskum