týsdagur 17. februar 2015síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
ókeypis blað frá Miðlahúsinum
Annika Kunoy Im
Tá Ornella Ferrari Henriquez var 14 ára
gomul flutti hon við mammu síni úr
Peru til Runavíkar at búgva, og byrjaði
tá í 8. flokki í Runavíkar Skúla.
– Tað var sera torført í byrjanini, tí alt
var so merkiligt og nýtt, og eg skilti onki.
Tá ein tíð var fráliðin, byrjaði eg at skilja
meir. Eg læs nógv og fekk eyka tímar
í føroyskum, so nú er ikki so strævið,
sigur Ornella, á føroyskum.
Tá hon tosar, skiftir hon millum før
oyskt og enskt. Hon sigur, at hon skilur
væl føroyskt, men til tíðir er trupult at
orða seg. Áðrenn hon flutti til Føroyar,
tosaði hon aloftast móðurmálið spanskt,
men var eisini stinn í enskum. Hon sigur,
at tað hevur verið trupult at skula læra,
ikki bert føroyskt, men fleiri onnur mál
við, hóast henni dámar at læra.
Dankst forðar Ornellu
Tá hon byrjaði á Handilsskúlanum í
august mánaði í fjør, rendi hon seg tó í
ein nýggjan trupulleika; danskt. Hóast
danskt er vallærugrein á miðnámi, so er
sera nógv av undirvísingartilfarinum,
sum brúkt verður í ymsku lærugrein
unum, á donskum.
– Tá eg byrjaði í Handilsskúlanum
gjørdi, eg mær ómak at fylgja væl við í
tímunum, men tað er ordiliga strævið, tí
bøkurnar eru á donskum. Eg havi onki
danskt havt í fólkaskúlanum fyrr, tí eg
hevði samlað meg um at læra føroyst. Til
tíðir verði eg frustrerað, hóast eg royni
mítt besta at verða jalig. Mær dámar
væl at fylgja við í tímunum, og geva
mítt íkast til orðaskifti, men tað er ikki
altíð gjørligt. Onkuntið vil eg spyrja um
okkurt sum eg ikki skilji, men eg veit at
tað er ikki gott fyri undirvísingina, tí eg
spyrji alla tíðina, og eg vil ikki føla at eg
eri til ampa. Eg komi í skúla fyri at læra
og ikki bara órógva, sigur Ornella.
Ornellu dámar væl at búgva í
Føroyum, og hon ynskir at vera har
familja og vinir hennara eru. Tó hevur
hon hugsað um at flyta til Danmarkar
ella arðastaðirs at nema sær útbúgving
á enskum. Hon ynskir at lesa løgfrøði
ella samfelagsvísund í Onglandi ella
Kanada, tá hon er liðug við miðnám.
Ornella heldur tó ikki at skoðsmálini hjá
henni fara at verða nóg góð til at sleppa
inn til ta útbúgvingina, hon ynskir, tí
hon ikki skilur alt í tímunum.
IBS letur upp nýggjar dyr
Hans Jacob Kollslíð, lestrarvegleiðari á
Handilsskúlanum, sigur at tað føroyska
og danska hjá Ornellu ikki er nóg gott
til at kann lesa víðari á høgum støði. Tí
passar International Business Studies,
sum er nýggja miðnámsútbúgvingin,
sum bjóðað verður á Hansilsskúlanum,
væl til Ornellu.
– Hon hevur havt ein týðandi leiklut
í, at hendan ætlanin var framd. Her hava
vit eitt veruligt menniskja, sum hevur
hesar trupulleikarnar. Og eg trúgvi, at
tað eru alsamt fleiri við somu trupul
leikum. Hon fer at fáa ágóðan av mið
námsútbúgvingini, sum verður á ensk
um, tí nú sleppur hon at lesa á einum
máli sum hon skilur, og hevur góðar
førleikar at orðbera seg á, sigur Hans
Jacob Kollslíð.
– Eg ætli mær heilt víst at søkja á
IBS, og eg eri so spent. Eg havi altíð havt
eitt ynski um at lesa á enskum, og hetta
fer at hjálpa mær á leiðini, soleiðis at eg
kann útinna teir dreymarnir, sum eg
havi. Tað hevur verið ein tørvur á hes
um tilboðnum fyri fólk í míni støðu,
sum hava eitt ynski um at læra og at fáa
eina útbúgving, sigur Ornella Henriquez
til endans.
annika@sosialurin.fo
– Eg ynski at lesa løgfrøði ella
samfelagsvísund í Onglandi ella
Kanada, sigur 17 ára gamla Ornella
Ferrari Henriquez úr Peru, sum
hevur búð í Føroyum í trý ár. Hon
gongur á Handilsskúlanum á
Kambsdali, men hevur trupulleikar
við danska undirvísingartilfarnum
Úr Peru til
Runavíkar
– Mær dámar væl at fylgja við í tímunum, og
geva mítt íkast til orðaskifti, men tað er ikki
altíð gjørligt, sigur Ornella Ferrari Henriquez