týsdagur 17. februar 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
lestrarblaðið 2015
fríár
...áðrenn víðari útbúgving
Hvat fórt tú
undir at lesa?
– Í 2011 fór eg undir at lesa ”Spansk,
sprog og kultur” á Københavns
Universitet (KU).
Hví júst hetta?
– Í miðnámsskúlanum dámdi mær
væl lærugreinina spanskt. Eftir, at
eg var liðug við studentarskúlan,
fór eg at ferðast og arbeiða í Bolivia,
Peru og Ecuador. Har fall eg enn
meira fyri spanska málinum og tí
Latín Amerikonsku mentanini, og
tí valdi eg ta útbúgvingina.
Hvussu samsvaraði
upprunaliga hugsanin
hjá tær av útbúgvingini
við hvussu útbúgvingin
veruliga var fyri teg?
– Eftir, at eg havi skift útbúgving,
havi eg innsæð, at eg allarhelst
burdi havt sett meg betur inní, hvat
tað bar við sær at lesa ”Spansk,
sprog og kultur”, áðrenn eg sendi
umsóknina. Eg hevði lisið í bókini
”Hvad kan jeg blive” og leitað á
netinum. Eg fekk ta fatanina, at
eg skjótt fór at læra spanska málið
betur, og dreymurin var at venda
aftur til Latín Amerika at arbeiða.
Men stórur partur av undirvís
ingini gekk fyri seg á donskum,
og eg føldi ikki, at eg bleiv betri at
samskifta á sponskum, í hvussu so
er ikki í tann mun, sum eg væntaði.
Haraftrat høvdu vit nógvar læru
greinar, ið vóru sera teoretiskar
innan spanska søgu og mál, sum
eg hevði torført at síggja vóru rele
vantar fyri meg og tað eg hevði
ætlanir at brúka útbúgvingina til í
framtíðini.
Hví avgjørdi tú av at
steðga við útbúgvingini?
– Eftir at eg hevði tikið eitt semester
í Spania, og varð blivin betur at sam
skifta á sponskum, uppdagaði eg, at
mín áhugi fyri tí spanska málinum
og mentanini, nokk heldur var eitt
áhugmál enn ein yrkisleiðsleið fyri
meg og valdi tískil at steðga.
Hvat gert tú nú?
– Eg lesi til fólkaskúlalærara á Zahle
í Keypmannahavn, og dámar mær
hetta sera væl. Læraraútbúgvingin
hevur ein praktiskan part, sum var
eitt av tí, ið eg saknaði, tá eg las á KU.
Hvørji ráð hevur tú til
onnur, sum kanska ikki
trívast í lesnaðinum?
– Hóast eg møguliga ikki setti meg
so væl inní, hvat útbúgvining inni
bar, áðrenn eg byrjaði, so kann tað
– eisini við góðari fyrireiking – verða
torført at vita, um tað er rætta út
búgvingin, sum ein er farin í holt
við. Tað er altíð ein stórur munur á
at lesa seg fram til, hvat ein útbúgv
ingin snýr seg um, og so veruliga at
sita á skúlabeinkinum. Eg haldi tí,
at tað er best at royna útbúgvingina
og geva henni allan armin, men
samstundis ikki verða bangin fyri
at ásanna og góðtaka, um hendan
ikki var tann rætta hóast alt. Tað er
týdningarmikið at varðveita áræðið
og síðani royna okkurt nýtt.
Hví valdi tú at
taka eitt fríár?
– Mest av tí, at eg var heldur skúla
troyttur eftir trý hørð ár í Hoy
dølum! Ein onnur orsøk er eisini
tann, at man verður eggjaður til
at taka eitt fríar at arbeiða, ferðast
og bara 'stille og roligt' finna út av
hvat mann vil í lívinum, hóast tað er
vanligt í nógvum øðrum londum at
fara beinleiðis undir hægri lesnað.
Men eg geri tað mest fyri at sleppa
at ferðast eitt sindur og ikki skula
hugsa um skúla!
Hvussu nýtir tú fríári?
– Í mínum fríári havi eg valt at
fjakka gjøgnum Suðuramerika og
annars bara arbeiða og slappa av!
Hevur tú lagt tær ætlanir
fyri framtíðina?
– Eg havi ætlað mær at fara undir
hægri lesnað eftir summarfrítíðina,
og annars bara arbeiða, kanska
ferðast eitt sindur meir, sova leingi
onkuntíð – og annað, sum ikki ber
til, meðan man gongur í skúla!
Eru ætlanirnar vorðnar
greiðari/minni greiðar
vegna fríári?
– Eg haldi vera umráðandi, at taka
eitt fríár, um man ikki er heilt
vísur í hvat man vil í framtíðini!
Fleiri túsundtals útbúgvingar og
framtíðarætlanir hava streymað
gjøgnum høvdið hjá mær seinastu
árini, men í ár – tá eg sjálvur kann
gera tað – vil eg í grundini bara
hugsa um meg sjálvan; hvat vil eg
í framtíðini? Tí haldi eg, at eitt fríár
avgjørt er okkurt man skal gera sær
dælt av!
Birita W. Djurhuus
26 ár, læraralesandi
Jón á Steig
21 ár