týsdagur 17. februar 2015síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Breytir og lestrarleiðir á Foroya Studentaskúla og HF-skeiði
3 BREYTIR VIÐ 8 LESTRARLEIÐUM
HUGBREYTIN MINNIR MEST UM TAÐ, VIT
KENNA SUM MÅLFRØDILIGA DEILD.
Á HUGBREYTINI ERU 4 LESTRARLEIÐIR:
Málleið
Til tín, ið vil hava so nógv mål sum gjørligt, og hevur evni
og áhuga fyri fremmandamálum. Lokið prógv á málleiðini
gevur sera góðar møguleikar fyri víðari lestri á ollum
hægri útbúgvingum innan hugvísind og mál.
Samfelagsleið
Til tín, ið hevur áhuga fyri at lita málsligu lærugreinirnar
við einum innliti í samfelagsviðurskifti og samfelagsfrødi.
Á samfelagsleið er støddfrødi B stuðulslærugrein. Lokið
prógv á samfelagsleiðini á hugbreytini gevur atgongd til
flestu hægri útbúgvingar innan samfelagsvísind, hugvísind
og mál.
Listaleið
Til tín, ið vil sleppa at menna tíni evni gjøgnum
tær skapandi og listarligu lærugreinirnar. Allir
næmingarnir hava tónleik, leiklist og myndlist.
Hóast leiðin leggur stóran dent á listarligu
lærugreinirnar, hevur hon kortini ein so mikið breiðan
málsligan og hugvisindaligan profil, at lokið prógv á
listaleiðini gevur atgongd til flestu hægri útbúgvingar
innan mål, listfrødi og hugvísind.
Almennleið
Til tín, ið fegin vil hava møguleikan til bæði at lesa mál og
fáa nakað av náttúruvísind og støddfrødi. Næmingarnir
skulu velja eitt fremmandamál umframt enskt. Danskt er
fastlagt val á hesi leiðini. Fyri næmingin, ið fevnir bæði
náttúruvísind og mál, er hetta eitt gott val. Lokið prógv á
almennleiðini gevur góðar møguleikar at søkja hægri
útbúgvingar innan bæði mál, hugvísind, náttúruvísind og
læknavísind.
ÓKEYPIS BLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
NÁTTÚRUBREYTIN MINNIR MEST UM TAÐ,
VIT KENNA SUM STØDDFRØDILIGA DEILD.
Á NÁTTÚRUBREYTINI ERU FÝRA LESTRARLEIÐIR:
Science-leid við alisfrødi
Til tin , id ynskir ein greiðan náttúruvísindaligan profil.
Støddfrødi A stuðlar alisfrødi A, og harumframt verða
evnafrødi og livfrødi lisin á B-stigi.
Lokið prógv á science-leiðini gevur atgongd til flestu
hægri útbúgvingar á náttúruvísindaliga og tøkniliga
økinum.
Science-leid vid evnafrødi
Til tín, id ynskir ein nåttåruvisindaligan profil, men við
einum veti av fleiri hugvisindaligum møguleikum. Her
verður evnafrødi lisið á A-stigi, meðan alisfrødi og ítróttur
verða lisin á B-stigi. Veljast skal harafturat ímillum
støddfrødi A ella enskt A. Lokið prógv á science-leiðini
gevur atgongd til flestu hægri útbúgvingar á
náttúruvísindaliga og tøkniliga økinum.
Livfrødi- og ítróttaleið
Til tín, ið ynskir ein náttúruvísindaligan profil, sum er
miðsavnaður um lærugreinirnar livfrødi og ítrótt.
Næmingarnir kunnu triðja árið velja millum at lyfta
annadhvørt støddfrødi ella enskt upp á A-stig, alt eftir um
næmingurin vil styrkja ella bloyta náttúrufakliga profilin.
Lokið prógv á livfrødi- og ítróttaleiðini gevur atgongd til
flestu hægri útbúgvingar á náttúruvísindaliga økinum.
Samfelagsleið
Til tín, ið hevur áhuga fyri at lita náttúrufakligu
lærugreinirnar við einum innliti í samfelagsviðurskifti og
samfelagsfrødi. Støddfrødi A, alisfrødi B og evnafrødi B
stuðla upp undir samfelagsfrødi A. Lokið prógv á
samfelagsleiðini á náttúrubreytini gevur breiða atgongd til
hægri útbúgvingar innan náttúru-, samfelags- og
búskaparvísind.
FYRIREIKINGARBREYTIN MINNIR UM TAÐ,
VIT KENNA SUM HF.
Á fyrireikingarbreytini eru ongar leiðir, men lokið prógv á
fyrireikingarbreytini gevur atgongd til flestu styttri og
miðallongu útbúgvingarnar.
Á øllum breytum og leiðum er møguleiki fyri at velja fleiri
lærugreinir eftir áhuga og eftir torvi í sambandi við víðari
lestur.
Les meira um breytir og lestrarleiðir á Foroya
Studentaskúla og HF-skeiði á www.hoydalar.fo, ella
komið til kunningartiltak um lestrarleiðirnar í Hoydølum
hóskveldið 5. mars kl. 19.00-21.00.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tlf. 360660
skrivstovan&hoydalar.fo
www.hoydalar.fo
A
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar - FO-188 Hoyvík
Telefon 360660 - Telefax 318624
Teldupostur skrivstovan&hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30
hoydalar.fo
20