Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-17, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 lestrarblaðið 2015 fríár ...áðrenn víðari útbúgving Er tað ráðiligt at taka sær fríár, áðrenn ein fer undir víðari útbúgving? – Hjá summum er tað ein góð loysn, meðan hjá øðrum er tað ein minni góð loysn. Her eru nógvir faktorar, ið gera seg galdandi. Summi eru ella kenna seg skúlatroytt, men spurningingurin er hvussu leingi ein er troyttur. Nógv eru sperd eftir trý ár á miðnámi og próvtøkurnar á síðsta ári eru strævnar. Tó eru mong eisini til reiðar at halda fram við lesnaði longu fyrsta sep­tember. Neyðugu atlitini eru sostatt hvørt man hevur brúk fyri umhugsunartíð at finna út av eini lívsleið. Onnur vilja hava so nógvar upplivingar gjørligt, áðrenn farið verður undir lesnaðin og eftir­ fylgjandi karrieru. Hvussu kann ein brúka sítt fríár? – Um ein velur eitt “sabbatár” er tað umráðandi at hugsa seg um, og fáa optimalt burtur úr. At liggja við bein­inum í sofuni og taka sær av løttum er ikki altíð besta hugskotið. Planlegg væl hvat ári skal brúkast til. Summi velja at fara á háskúla, onnur á háskúla í fremmandum londum, au-pair fyri at læra fremm­ anda­mál o.s.fr. Hvørjir fyrimunir eru við fríári? – At ein verður til reiðar at lesa víð­ ari. At ein kanska leggur seg nærri einari ímyndaðari lívsleið. At ein er meira búgvin. Fólk, sum taka sær sabbatár, klára seg ofta betri enn tey, sum fara beinleiðis víðari uttan lestrar­steðg. Hvørjir vansar eru við at taka sær tíð? – Tað kann koma fyri, at man ongan­tíð kemur í gongd við fram­ halds­lesnaðin. Um man hevur havt eitt gott arbeiðslag einaferð, kann tað vera trupult at finna tað fram aftur, um steðgurin verður ov langur. Hans Mikkelsen Lestrarvegleiðari á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði Hvat fyri eitt trýst kann hugsast liggja á tí lesandi? – Tá vit tosa um at vera lesandi, kunnu ymisk trýst vera á tí les­ andi. Valið av útbúgving kann føra til spurningar – var hetta rætta út­ búgv­ingin, og fer hon at geva at­ gongd til spennandi starv? Er tann lesandi farin út um land­oddarnar, er tað eisini ein avbjóðing at læra seg at liva í einari aðrari mentan. Kemur viðkomandi úr einum heimi, har tað ikki er vanligt at fara undir hægri lesnað, kann tað stundum kennast strævið – tey nærm­astu hava kanska ilt við at skilja hvat tú tosar um ella ert upptikin av, men júst hetta trýstið er vanliga ikki trupult ella ógjørligt at liva við. Tyngjandi ella vánaligt trýst kann hanga saman við, at tú ikki rættiliga veit hvat tú vil, men hinvegin kennir á tær, at tú mást koma í gongd, tí tað verður væntað av tær. Kanska er trýstið merkt av ótilvitaðum vónum og væntanum frá foreldrum ella vinum. Ella kanska tú vilt okkurt, sum tú ert bangin um ikki at megna. Hvat er týdningarmikið at hugsa um, til tess at tryggja, at ein er glaður fyri sín lesnað? – Sjálvvirði og sjálvsálit eru týdn­ ingar­mikil fyri trivnaðin – serliga sjálvvirðið, altso, tað, sum tú heldur um sjálvan teg. Er sjálvvirðið væl grund­að, megna fólk vanliga størri mót­gongd. Men er lesnaðurin turrur og tungur, skal minni til, áðr­ enn ein er til reiðar at seta avbjóð­ ingarnar til viks. Vit kunnu siga, at trýstið, sum ein kann kenna á sær, hevur bæði at gera við ávirkan og av­bjóðingar uttanífrá og hvussu tann einstaki er fyri sum persónur – hvussu heilur viðkomandi er. At hava dirvið at fara undir tað, sum ein hevur hug til ella brennur fyri, er avgerandi fyri gleðina í lesnaðinum. Tað merkir ikki, at tað er ógjørligt at velja starvsrættaðar útbúgvingar, um ein skal trívast, men at vera avkláraður um sítt val er týdningarmikið. Júst hetta er eisini ein týdningarmikil fortreyt fyri at skifta til annan lesnað ella heilt at gevast, um ein merkir, at tað ikki var rætta útbúgvingin fyri seg. Hvørjar avbjóðingar liggja í at tora at steðga við einari útbúgving? – Tá tað snýr seg um at broyta lestrar­leið ella kanska at gevast, er gott at tosa við onkran annan um støð­una. Ein góðan vin, ein annan les­andi, lestrarvegleiðarar ella onn­ ur, sum ein hevur álit á, heldur enn at gevast ella velja annan lesnað av sínum eintingum. Tað kunnu jú vera onnur viðurskifti enn sjálvur lesn­að­urin, sum eru orsøk til, at ein ikki trívist. Hinvegin, um ein leggur til merkis, at ein ikki líkur fakligu krøv­ ini ella megnar arbeiðsbyrðuna, er skilagott at gera upp støðuna, held­ ur enn treiskast. Hugsanir sum 'hvat fara hini at siga?', ella 'hvat fari eg at halda um meg sjálvan?' eiga ikki at fáa ræði. Eg haldi tað vera um­ráðandi at síggja sína útbúgv­ ing – uttan mun til um hon er stutt ella long – sum part av tí lívi, ein vil liva. Tá er týdningarmiklari at velja tað, sum ein hevur hug til og vil, fram­um tað, ið kann tykjast trygt ella øko­nomiskt skilabest. Hvørji eru fremstu ráðini til lesandi, sum stríðast við lesnaðinum? – Tá um ræður at velja sær lívsleið, útbúgving, lesnað ella arbeiði av onkrum slagi, loysir seg at hugsa seg um – at gerast tilvitaður. Hvørjar eru mínar sterku síður? Mínir dreym­ar? Er tað hetta eg vil? Vil og megni eg tað, sum eg ætli mær? Skal tað, eg fari undir lata hurðar upp til aðrar møguleikar, sum eg ikki veit um júst nú o.s.fr. At læra seg sjálvan at kenna – eis­ini tað, sum hevur við arbeiði og út­búgving at gera – kann ein ikki gera einsamallur. Vinir, ið duga og tora at seta spurningar og vera atfinn­ingar­samir eru nógv verdir eins og vaksin, ið hava sínar royndir, eru tað – brúkið tey! Heri Kragesteen Sálarfrøðingur og formaður í Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar