týsdagur 17. februar 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
LESTRARBLAÐIÐ 2015
Menn
Menn
Kvinnur
Kvinnur
2004
2006
2008
2010
2013
1400
1300
1200
1100
1000
900
800
700
600
500
400
300
200
100
0
2004
2006
2008
2010
2012
2013
0
100
200
300
400
500
Menn
Kvinnur
Menn
Kvinnur
Menn
Kvinnur
Menn
Kvinnur
Menn
Kvinnur
Menn
Kvinnur
Menn
Menn
Kvinnur
Kvinnur
200
150
100
50
0
2004
2006
2008
2010
2012
2013
364
Liðug við útbúgving uttanlands í
2013
47%
Heimafturkomin november 2014
40%
Heimafturkomin november 2014
TØLINI TALA
Tað eru vanliga fleiri gentur enn dreingir, sum
fara á miðnámsskúla. Orsøkirnar til hetta kunnu
vera mangar, men hetta er ikki óvanligt í øðrum
londum eisini. Hóast dreingirnir eru færri í tali,
so er samlaða talið av dreingjum og gentum sum
velja at fara á miðnámsskúla vaksandi. Í 2004/05
fóru 980 gentur og 657 dreingir á miðnámsskúla og
í 2012/13 var talið 1342 gentur og 1046 dreingir.
Talið á bæði kvinnum og monnum, sum velja at
útbúgva seg í Føroyum, er støðugt vaksandi. Fyri 10
árum síðani í 2004/05 vóru 288 kvinnur og 273 menn
lesandi á hægri útbúgvingum í Føroyum. Hetta talið
hevur verið alsamt vaksandi fyri bæði kynini, enntá
meir fyri mennirnar, og í 2014 vóru tað 416 kvinnur
og 495 menn undir hægri útbúgving í Føroyum.
Tað eru fleiri menn, sum útbúgva seg í Føroyum,
og fleiri kvinnur, sum útbúgva seg uttanlands. Í
2004/05 vóru 541 kvinnur og 365 menn uttanlands
undir hægri lestri. Talið av bæði kvinnunum og
monnunum er vaksið við rúkandi ferð hesi 10 árini,
og í 2014/15 var tað komið uppá á 971 kvinnur
og 678 menn. Tað eru alsamt fleiri sum nema
sær útbúgving, men kvinnurnar tykjast dáma
betri at fara út um landoddarnar at gera tað.
Tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum fara av landinum at
nema sær útbúgving. Umleið helvtin av hesum kvinnunum,
sum fara koma heim aftur, eftir loknan lestur. Hóast færri
menn leita sær út um landoddarnar, so eru eisini færri sum
koma heim aftur, til Føroya, tá teir eru lidnir at lesa.