týsdagur 17. februar 2015síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
ÓKEYPIS BLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
Lagt til rættis: Annika Kunoy Im
Lærari 155
Maskinmeistari 147
Námsfrøði 142
Skipari 115
Sjúkrarøktarfrøði 91
Skipsførari 56
BA í samfelagsvísund 35
Byggitøkningur 30
Námsfrøði 91
Lækni 84
Jura 83
HA, bach. 70
Sjúkrarøktarfrøði 63
Sálarfrøði 51
Sosialráðgevi 44
Byggitøkni 43
Lærari 40
FYRI SEG
Í november 2014 vóru 172 føroyingar á
hægri útbúgvingum uttan fyri Norðurlond.
Føroyingar eru í 20 ymiskum londum í øllum
heimspartum, undantikið Afrika.
Hóast nógv tey flestu sum lesa uttanlands velja
Danmark, so eru eisini fleiri sum velja at fara út
um ríkisfelagsskapin. Av teimum londunum eru
Stóra Bretland, Pólland og USA best umtókt.
Best umtókt er Stóra Bretland, harav 27 eru í Skotlandi,
65 í Onglandi og ein í Whales. Tað næsta landið
føroyingar stroyma til fyri at útbúgva seg er Pólland,
har 24 føroyingar lesa. Tað eru serliga læknalesandi sum
velja Pólland. Hendan gongdin hevur verið vaksandi
síðani tann fyrsti føroyingurin valdi Pólland í 2006. Eftir
Pólland er USA, har 19 føroyingar eru undir hægri lestri.
Talið av lesandi uttanfyri Norðurlond er tó lækkað
síðani 2012 tá 225 føroyingar vóru á hægri útbúgving
uttanfyri Norðurlond. Grundirnar til hesa gongdina
kunnu vera mangar, sigur Holger Arnbjerg, leiðari á
Altjóða Skrivstovuni. Alsamt fleiri føroyingar, sum koma
heim aftur, eftir at hava lisið uttanfyri Norðanlond,
fáa trupulleikar tí útbúgvingin er ikki lúkar somu krøv,
sum tann danska. Eisini kann orðaskifti um hvørki
ÚSUN møguliga skal afturgjaldast, um tú velur ikki
at flyta heim aftur eftir loknan lestur, hava ávirkað
avgerðina hjá summum. Ein triðja grund til hesa
gongdina kann vera at alsamt fleiri velja serútbúgvingar,
og at tað ikki eru nokk størv í Føroyum til serútbúgvin
fólk at koma heim aftur til, sigur Holger Arnbjerg.
Bæði í Føroyum og uttanlands vilja 233
føroyingar vera námsfrøðingar og 195 vera
lærarar. Føroyingar eru eisini áhugaðir í
at verða maskinmeistarar, og eru 168 undir
útbúgving, sambært tølunum frá Studna.
Tað eru eisini mong sum nema
sær útbúgving í læknavísund, heili
84, ímeðan 51 lesa sálarfrøði.
Uttanlands at lesa
Hvat skal eg hugsa um? - hygg á taks.fo
ANNIJANNI