hósdagur 19. februar 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
25. mars er føðingardagur V. U.
Hammershaimbs
Tá verður móðurmálsdagurin hildin. Tað
eru Miðlahúsið, Dimmalætting, Kringvarp
Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Menta
málaráðið, Norðurlandahúsið og Nám, sum
skipa fyri degnum og virðislønini.
Fyriskipararnir heita í hesum sambandi
á skúlar, stovnar, fyritøkur og arbeiðspláss í
síni heild í landinum at leggja sær henda dag
í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini
í skúlunum, men í øllum viðurskiftum, so
leiðis at bæði næmingar og fólkið alt verða
kunnað um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í
dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið
kann rúma øllum samskifti.
Sama dag, móðurmálsdagin 25. mars,
verður ein móðurmálsvirðisløn handað. Virð
islønin verður í ár handað fyri tað góða málið
í lýsingum og handilsligum teksti. Seinna
partin móðurmálsdagin vera fleiri stuttir
fyrilestrar og framløgur um móðurmálið í
Norðurlandahúsinum. Um kvøldið verður
Móðurmálsvirðislønin handað í Nýggju
stovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb
vaks upp.
Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmál
ið setast í miðdepilin ein fastan dag, móð
urmálsdagin, sum er føðingardagur Hamm
ershaimbs. Forløgini Sprotin og Bókadeild
Føroya Lærarafelags stuðla eisini tiltakinum.
20. februar 2015
Í morgin, leygardagin 21. februar, er
altjóða móðurmálsdagur – lýstur av
ST. Hesin dagur hevur verið hildin 15
ferðir, men í Føroyum hava vit ikki
givið okkum far um hendan dagin
sum móðurmálsdag.
Men tvær ferðir eru 25. mars hildin sum móð
urmálsdagur. Tað var í 2010 og í 2012. Aftur í
ár verður dagurin hildin á føðingardegi V. U.
Hammershaimbs, 25. mars.
Tað var Málnevndin, sum í síni tíð mælti
til, at føroyskur móðurmálsdagur í staðin
verður hildin 25. mars.
Tað er heilt víst skilagott, at vit hava okk
ara egna móðurmálsdag, og at halda hann
á føðingardegnum hjá Hammershaimb er
sjálvandi eitt heppið val, tí tann týdningur,
sum virkið hjá Hammershaimb hevur havt
fyri føroyska málið hevur ómetaligt virði.
Vit hava eitt móðurmál, sum vit kunnu
vera errin av. Ikki minst kunnu vit fegnast
um, at tað eydnaðist nøkrum fólkum í næst
síðstu øld, við V. U. Hammershaimb á odda,
at skapa okkum skriftmálið, sum var horvið.
Tað er ikki hissini bragd at endurskapa
einum fólki og eini tjóð sítt skriftmál, tí
høvdu vit ikki skriftmálið, so høvdu vit
valla heldur móðurmálið í dag – og tá hevði
tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins
eyðsýndur.
Og tey sum hava lyft arvin seinastu árini
hava eisini rós uppiborið.
Tá vit tosa um mál, so tosa vit eisini um
hugburð til mál og málrøkt. Ofta verður sagt,
at føroyska málið er so trupult og stirvið at
brúka – og trupult at læra at stava. Vit sum
dagliga fáast við málið kunnu tó sanna, at so
er ikki – hóast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt so
treinja ábøtur. Ein árligur móðurmálsdagur
kundi sett málrøkt í hásæti – og givið okkum
øllum, sum dagliga nýta málið í okkara
starvi, íblástur og nakað at stremba eftir. At
hava góðan hugburð til mál ið er eisini at
stuðla hvør øðrum.
Og her er tað, at vit sum heild ikki eru nóg
tilvitað, tí mangan verður funnist harðliga
at fólki, ið ikki nýta góðan málburð – ella
ikki stava nóg væl – heldur enn at stuðla
og stimbra. Eisini er harðligt kjak um stavir
og stavseting, sum tá alt kemur til alt eru
smálutir í tí stóra verkið, sum føroyska
stavsetingin er.
Vit í Miðlahúsinum
heilsa móðurmáls
degnum 25. mars
vælkomnum.
Sólrún Michelsen í uppskoti til Norður
lendsku Bókmentavirðislønina 2015
Birita Wardum er sett sum nýggjur býararki
tektur í Tórshavnar kommunu. Birita er 34 ára
gomul, útbúgvin sum arkitektur í Århuus í
2008, virkaði eina tíð sum freelansari m.a. fyri
Tórshavnar kommunu, men hevur síðan 2009
starvast á byggideildini hjá Landsverki.
Birita hevur arbeitt á eindini fyri byggirák
hjá Landsverki, sum m.a. greinar og raðfestir
krøv til verkætlanir í landshøpi við
atliti at funktionaliteti, estetikki
og góðskustøði. Hon er fødd
og uppvaksin í Tórshavnar
kommunu og er væl kunnug
við tørvin í kommununi.
Birita Wardum tekur við
starvinum tann 1. apríl 2015.
Varpa ljós á móðurmálið
Móðurmálsdagur og móðurmálsvirðisløn
Birita Wardum
býararkitektur
25. mars
Tórshavnar kommuna:
so segði hon...
Les eisini blaðið
á telefonini
»Fólkaflokkurin hevur umsitið
fiskivinnumál í 20 ár og skal
fyri alt í verðini setast uttan
fyri alla ávirkan eftir valið«
Einki samstarv
millum Tjóðveldi
og Fólkaflokk
Tór Marni Weihe
Kjak síða 12
Visti tú?
At 4.901 fólk búðu í
Klaksvíkar kommunu
1. desember í fjør?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Seinasti móðurmálsdagur var í 2012. Tá
fekk Høgni Djurhuus, journalsitur, móð
urmálsvirðislønina upp á 25.000 krónur
Bangin fyri at
ræðast terrorismu
Eirikur í Jákupsstovu
Tíðargrein síða 13