Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. februar 2015 sosialurin 21 3 SØKJA TVEY STERK FÓLK SNIÐGEVI Hevur tú sterk kreativ evnir og góðan formsans? Vilt tú menna teg og vera fremst tá umræður vitan um online møguleikar? So hava vit kanska ein sess til tín. Sum sniðgevi hjá okkum fert tú bæði at arbeiða í toymum og sjálvstøðugt. Tú hevur útbúgving frá DMJX ella líknandi skúla. Tú hevur royndir innan fakið og hevur eina spennandi avriksmappu at vísa á. Tú hevur ans fyri heildini og smálutunum. Tú dugir væl at arbeiða við InDesign, Photoshop og Illustrator, og dugir at framleiða til talgildar miðlar. Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til Lenu L. Mohr, stjóra, á tel 299353 (er burturstødd í viku 8) ella Tór Verland Johansen, kundastjóra, á tel 299372. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønin verður sambært avtalu. Send umsóknina við telduposti til Lenu á lena@sansir.fo í seinasta lagi mikudagin 18. mars 2015 klokkan 12.00. RÁÐGEVI / SAMSKIPARI Hevur tú áhuga og skil fyri samskifti? Brennir tú fyri marknaðarføring, sølu og at røkka einum góðum úrsliti? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Sum ráðgevi og samskipari skalt tú duga at seta teg inn í støðuna hjá kundum og skapa góðar loysnir. Tú fert at ráðgeva kundum, samskipa uppgávur, heinta inn tilboð og selja lýsingar. Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt og tætt saman við øðrum. Tú dugir at lurta, hevur góð samstarvsevnir og ert ágrýtin. Tú arbeiðir skipað og miðvíst. Tú hevur hægri útbúgving innan samskifti ella hollar royndir í samskiftisvinnuni. Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til Lenu L. Mohr, stjóra, á tel 299353 (er burturstødd í viku 8) ella Tór Verland Johansen, kundastjóra, á tel 299372. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønin verður sambært avtalu. Send umsóknina við telduposti til Lenu á lena@sansir.fo í seinasta lagi mikudagin 18. mars 2015 klokkan 12.00. Sansir veita sterka marknaðarføring og samskifti á øllum miðlum og arbeiða við virkissamleika, branding og marketing. Vit hjálpa kundum við marknaðarføring, menna nýggj konsept, sniðgeva búmerki og samleikar, forrita appir, menna heimasíður, sniðgeva prentlutir og standa fyri tiltøkum. Vit lurta, spyrja og skilja. Vit bjóða av og ráðgeva. Vit samstarva, skapa yvirlit og vísa á loysnir. Vit skapa virði saman við kundum. Meira um okkum á www.sansir.fo.