hósdagur 19. februar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
6
Marita á Rógvi
K
lokkan er 17, og dagsins
arbeiðsdagur er um at
vera av hjá 47-ára gamla
Jón Fríðrik Kjølbro. Hann
hevur sitið á skrivstovuni allan dagin,
men enn resta nakrir tímar, áðrenn
Jón kann fara til hús í Strasbourg.
Hann hevur nevniliga úr at gera.
– Hvønn týsdag møtist eg við
mínari deild, og saman við seks
øðrum dómarum viðgeri eg einar 10-
12 klagur, sum viðvíkja brot á Manna
rættindakonventiónina. Eitt uppskot
er skrivað til ein dóm, og tað lesa allir
dómararnir hvør sær. Síðani hittast
vit, kjakast um málini og atkvøða,
so í dag havi eg fyrireikað meg til at
kvøðuna í tingdeildini, sigur Jón um
vegis Skype úr Strausbourg.
Men eins og aðrir familjumenn,
kann Jón ikki bert sløkkja telduna
og skunda sær heim til familjuna,
sum situr og bíðar við døgurðaboðið.
Familjan hjá Jón er stødd í Danmark,
meðan Jón arbeiðir og býr í Frak
landi. Jón hevur nevniliga heldur
ikki eitt vanligt starv. Hann starvast
sum dómari í Europeiska Manna
rættindadómstólinum, sum liggur
franska býnum Strasbourg. Starvið
er so serligt, at hann er ein av teimum
bert 47 dómarunum, ið hvønn týsdag
viðgera álvarsamar kærur frá londum
og einkultum persónum, ið vilja vera
við, at brot hevur verið á Europeisku
Mannarættindakonventiónina.
Tá Europeiski Mannarættinda
dómstólurin fyri einum ári síðani
søkti eftir donskum dómara, ivaðist
Jón, um hann skuldi søkja. Langt
er frá Danmark til Fraklands, og tí
ivaðist Jón, um starvið var stríðið
vert.
– Eg ivaðist, um tað var vert fara
frá starvinum í Eystara Landsrætti og
flyta frá familjuni, tí treytin er jú, at
allir dómararnir búgva í Strasbourg.
Men vit valdu at royna hetta, tí
virkið sum dómari í Europeiska
Mannarættindadómstólinum er
ein heilt serligur møguleiki, ein stór
ábyrgd og ein stór avbjóðing, letur í
Jón, sum er útbúgvin løgfrøðingur.
Men Jón gjørdi av at lata umsókn
ina inn, og í dag er hann dómari í
Strausbourg. Júst eins og starvið sum
dómari í Europeiska Mannarættinda
dómstólnum er serligt, hevur eisini
Jón altíð verið ein mynsturbrótari við
áhuga fyri mannarættindum.
Mynsturbrótarin
Jón er føddur í Klaksvík, men flutti
til Danmarkar sum eitt ára gamal.
Mamman var sjúkrasystir, pápin
var reiðari, og tað lá til familjuna
at arbeiða innan fiskivinnuna.
Vit royna at
minnast til, at vit
taka avgerðir,
sum kunnu fáa
avleiðingar fyri
lív og manna
lagnur
persónssøga
– Avgerðirnar, vit taka, hava avleiðingar fyri verulig lív og veruligar mannalagnur.
Men eg síggi ikki fólkini, ið eru partur av sakarmálinum. Tí noyðist eg altíð at minnast
til, at eg arbeiði við lívinum hjá einstøkum fólkum, og at eg havi møguleikan at hjálpa
fólki, sum hava verið fyri órættvísi í heimlandinum, sigur Jón Fríðrik Kjølbro, sum er
ein av teimum 47 dómarunum í Europeiska Mannarættindadómstólinum í Strasbourg
Tekur
avgerðir
um lív og
lagnur
Jón Kjølbro úr Klaksvík: