hósdagur 19. februar 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
7
Men Jón var hin fyrsti í familjuni,
ið las løgfrøði – ein mynsturbrótari.
Tað var eisini á lærda háskúlanum,
at áhugin fyri mannarættindum
kveiktist.
– Mær dámdi væl mannarættindi
sum fak, tá eg las løgfrøði. Eg var berg
tikin av hesari vælvirkandi skipanini,
sum kundi framhevja mannarætt
indi. Eg helt tað var hugtakandi, at
mann kann døma eitt land fyri brot
á mannarættindi, og at landið so er
tvungið at fylgja dóminum, hóast
tað ikki er samt, sigur Jón við donsk
um tónalagi. Tað hoyrist, at hann
ikki er vaksin upp í Føroyum, men
orðatilfeingið er framúr.
Nærum alla starvstíðina hevur
Jón starvast við mannarættindi. Tá
Europeiski Mannarættindadóm
stólurin søkti eftir einum donskum
dómara á sumri í 2013, kundi ein
hugsað, at sjálvandi Jón fór at søkja.
So var ikki.
– Eg hevði gjørt upp við meg
sjálvan, at eg ikki fór at søkja, tí eg
treivst væl sum dómari í Danmark,
sigur Jón.
Men nevndin, ið skuldi seta finna
tríggjar skikkað valevni, metti ikki, at
valevnini vóru nóg skikkað, og tí varð
starvið lýst leyst enn einaferð. Hesu
ferð gjørdi Jón av at søkja.
– Eg havi altíð hildið, at hetta
starvið er umráðandi. Sum dómari í
Europeiska Mannarættindadómstól
inum hevur tú møguleikan at hjálpa
fólki, ið hava verið fyri órættvísi í
teirra egna landi. Mann kann broyta
mannagongdir, og tað hevði eg hug
til. Heima við hús tosaðu vit nógv
um, hvørt eg skuldi søkja, og at enda
vit gjørdu av, at tað skuldi eg. Vit
hugsaðu, at tað fór bera til, hóast
tey eru búsitandi í Danmark,
sigur Jón
Tveir aðrir løgfrøðingar,
ið eru høgt í metum, vórðu
valdir út saman við Jón, og
í januar 2014 í Strasbourg
valdi parlamentariska tingið í
Europaráðnum Jón sum nýggjan
danskan dómara. Danskir miðlar
varpaðu ljós á nývalda dómaran, og
eitt nú skrivaði Politiken, at
»… Kjølbro lagde med sin ud
nævnelse to markante jurister bag
sig.«
Í mars 2014 keypti Jón loksins ein
einvegis ferðaseðil til Strasbourg í
Eysturfraklandi. Nú kundi hann
byrja í dreymastarvi sínum og ar
beiða við tí, hann hevði so stóran alsk
til – mannarættindi. Men lívið sum
dómari er eisini strævið, tí røðin av
málum er nærum óendalig.
Lívið sum dómari
í Strasbourg
Í Strasbourg hava teir 47 dómararnir
úr at gera, og sambært Jón arbeiða
teir óivað meira enn tey flestu. Til ber
ikki at koma gjøgnum allar kærurnar,
sum koma inn, og røðin av málum, ið
liggja og bíða, tykist óendalig.
– Hvørt ár viðgera vit mál í
túsundatal, og í 2014 vóru 70.000 mál,
ið ikki vóru viðgjørd, sigur Jón.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at
dømt verður tískil út frá Europeisku
Mannarættindakonventiónini, sum
Europaráðið bar fram í 1950. Europa
ráðið er sett saman av 47 europeiskum
londum, og øll hesi londini hava hvør
sær ein dómara í Mannarættinda
dómstólinum. At dómararnir hava
so ymiskan uppruna, kann vera ein
avbjóðing, metir Jón.
– Arbeiðið ber bráð av, at arbeiðs
gongdin er øgiliga óvanlig. Her eru 47
dómarar úr 47 londum, sum tosa 47
ymisk lógarmál. Øll hava hvør sína
søgu, rættarskipan og rættargond,
men hóast hetta noyðast vit at finna
ein felags leist. Men tað er eisini tað,
sum ger hetta arbeiðið so serstakt,
sigur Jón.
Tað er ikki bert arbeiðsgongdin,
sum er óvanlig. Tey málini, sum
stinga seg upp, eru ikki sakarmál, vit
vanliga síggja í Føroyum.
Nógv torfør mál
Jón greiðir frá mongu málunum,
hann og dómstólurin hevur tikið
støðu til seinasta árið. Hann heldur,
at málini kunnu vera torfør at
taka støðu til, tí ofta er trupult at
fáa greiðu á, hvat er farið fram.
...framhald
Jón Fríðrik
Kjølbro er sjeyndi
dómarin, sum um
boðar danska statin í
Europeiska Manna
rættindadóm
stólinum
– Eg haldi tað vera hug
takandi, at mann kann
døma eitt land fyri brot á
mannarættindi, og at landið so
er tvungið at fylgja dóminum,
hóast tað ikki er samt, sigur
Jón Fríðrik Kjølbro, manna
rættindadómari, sum er
ættaður úr Klaksvík.
»Tað ber til at skilja persónliga
áskoðan og løgfrøðiligt arbeiði at,
so tað kenni eg ikki sum eina tví
støðu. Eg royni altíð at hugsa um,
hvør rætta løgfrøðiliga loysnin er«