hósdagur 19. februar 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
8
persónssøga
Og harvið er stóra avbjóðingin eisini
at finna røttu loysnina til eitt mál.
– Vit høvdu eitt mál úr Litava
herfyri. Tað snúði seg um ein per
són, sum í 1950'unum arbeiddi fyri
KGB. Hann hevði dripið tveir mót
støðumenn, sum bardust móti
kommunismuni og fyri einum fríum
Litava. Spurningurin var, hvørt hes
in maðurin kundi dømast fyri fólka
dráp? Her hugsaðu vit nógv um, hvør
rætta loysnin var.
Dómurin í hesum málinum er
ikki sagdur enn, men hann verður
viðgjørdur í løtuni. Jón nevnir eitt
annað dømi úr Turkalandi. Talan var
um eitt mannfólk, ið ynskti at broyta
kyn. Í Turkalandi stendur í lóggávuni,
at ein skal vera steriliseraður, til tess
at broyta kyn. Hetta var heldur ikki
eitt lætt mál, heldur Jón. Eisini hesin
dómurin verður sagdur um stutta tíð.
– Um ein verður steriliseraður,
kann ein ikki fáa børn. Tískil skuldu
vit taka støðu til, um lóggávan í
Turkalandi var eitt brot á manna
rættindi.
Av og á koma mál undan kavi, sum
tala til kenslurnar, metir Jón.
– Eitt mál snúði seg um eitt for
eldrapar úr Italia, sum hevði roynt at
fáa børn. Hetta bar ikki til, og tí fóru
tey til Russlands, og seks mánaðir
seinni høvdu tey eitt barn, sum tey
ikki vóru kynforeldur at. Tey høvdu
nýtt eina klekingarmammu, og spurn
ingurin var, hvørt Italia skuldi verða
tvungið at viðurkenna hetta familju
lívið. Her noyðist mann bæði at hugsa
um at verja barnið eins og at taka atlit
til foreldrini, sigur Jón álvarsamur.
Hetta málið fekk tann enda, at Italia
varð dømt fyri at hava gjørt seg inn á
rættin til eitt familjulív. Jón er sjálvur
pápi at trimum dreingjum, ið hann
eigur saman við Guðrun Kjølbro – ber
til at skilja millum kenslur og lógar
greinar?
– Sjálvandi hevur mann eina per
sónliga áskoðan, men eg haldi ikki
eg komi í ringar støður vegna mína
persónligu áskoðan. Tað ber til at
skilja persónliga áskoðan og løgfrøði
ligt arbeiði, so tað kenni eg ikki sum
eina tvístøðu. Eg royni altíð at hugsa
um, hvør rætta løgfrøðiliga loysnin er.
Hann heldur tó, at tað eisini er
umráðandi at minnast til, at mann
arbeiðir við einstøkum mannalagn
um. Jón og hinir dómararnir hava
nevniliga einki samband við tey
fólkini, ið eru ein partur av sakar
málunum, tí alt fer fram á skrivara
borðinum.
– Vit royna at minnast til, at vit
taka avgerðir, sum kunnu fáa avleið
ingar fyri lív og mannalagnur.
Hann hevur samstundis lært seg
at liva við tí veruleika, at allar avgerðir
ikki fella í góða jørð.
– Tað ber ikki til at gera øll nøgd.
Eg kann ikki bera meg undan at
taka onkra keðiliga avgerð av og á,
sigur Jón. Hóast hann hevur
langar arbeiðsdagar og eina stóra
ábyrgd, er eisini tíð til annað enn
lógargreinar og skrivstovuarbeiði.
Sterkur felagsskapur
Av tí, at flestu dómararnir eru langt
frá familju og heimi, koma teir eisini
saman í frítíðini aftaná longu tím
arnar á skrivstovuni.
– Eg havi ikki stundir at hava
frítíðarítriv. Eg renni nakrar túrar
um vikuna, men eg eri nógv saman
við mínum starvsfeløgum. Vit eta
døgurða saman, og á hendan hátt fái
eg gott samband við mínar starvsfel
agir. Eg havi fingið nógv góð vinfólk
seinasta árið í Strasbourg, sigur Jón.
At finna sær góð vinfólk í Stras
bourg tykist at vera ein skilagóð
loysn, tí sum støðan er nú, skal Jón
búgva í Strasbourg fram til 2023.
Hann hevur tó møguleikan at siga seg
úr starvi, tá honum lystir, tí hann er
enn í farloyvi úr Eystara Landsrætti í
Danmark. Hetta er tó ikki nakað, Jón
hevur ætlanir um.
– Tað er altíð torført at spáa um
framtíðina, tí tú veitst ikki, hvørjar
avbjóðingar fara at koma. Í løtuni er
alt spennandi og avbjóðandi, men
hvussu er støðan um fimm ár? Spyr
Jón. Hann leggur afturat, at privatu
umstøðurnar spæla eisini ein leiklut
og sipar her til konuna og børnini,
sum búgva í Danmark.
– Eg eri tó komin her við tí fyri
eygað, at eg skal vera verðandi í
Strasbourg í níggju ár, sigur Jón at
enda. Alt er tískil líkt til, at Klaksvík
ingurin fer at hjálpa fólki, ið hava
verið fyri órættvísi komandi átta
árini.
Europeiski Mannarættindadómstólurin er ein yvirstatsligur dómstólur
í Evropa, sum er ein partur av Europaráðnum. Dómstólurin er settur
saman av 47 dómarum úr 47 londum, sum fyrst og fremst eru býttir í
fimm deildir. Harafturat eru dómararnir eisini skipaðir í smærri ráð,
og til ber eisini, at dómarar døma smærri mál sjálvir. Av og á koma 17
dómarar saman í Stórkamarinum og atkvøða um dómar, sum deildirnar
ella ráðini ikki kunnu taka støðu til. Dómarnir hjá Stórkamarinum
kunnu ikki kærast.
Arbeiðið er skipað soleiðis, at dømt verður tískil út frá Europeisku
Mannarættindakonventiónini, sum Europaráðið bar fram í 1950.
Teksturin hevur 66 greinar, har grein 1-14 snúgva seg um mannarættindi
– eitt nú rættin til framsøgufrælsi, rættin til frælsi ella rættin til rættar
gongd. Bæði limalond og privat fólk kunnu kæra ein dóm, sum tey meta
er brot á mannarættindakonventiónina. Føroyar og føroyskir borgarar
kunnu kæra umvegis danska statin. Jón Fríðrik Kjølbro og hinir 46
dómararnir hava altso myndugleika at strika ein dóm ella broyta
mannagongdir, um teir meta, at brot hevur verið á konventiónina.
Kelda: www.echr.dk
Um dómstólin
Mannarættindadómstólurin í Strasbourg
– Mann kann ikki gera øll nøgd. Eg kann ikki bera meg undan
at taka onkra keðiliga avgerð av og á, vísir Jón Kjølbro á.
Hann er ein av 47 altjóða dómarum, sum skulu tryggja, at
sáttmálin við altjóða mannarættindum verður fylgdur.
Europeiski
Mannarættinda
dómstólin varð
settur á stovn í 1953,
men varð ikki tikin í
nýtslu fyrr enn
í 1959