hósdagur 19. februar 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
9
1
Dánjal Vang sjeytifimm ár 21. februar
Dánjal Vang sjeyti fimm ár, 21. februar.
Tel tínar dagar, mánaðir, vikur og ár
á lærarastovuni, í skúlanum, heima við hús
og allar vegir og steðir, har sum fótur tín hevur flutt seg,
og tú fært hesar løtur til sjeyti fimm ár.
Ja, tað var eins og í gjár,
vit hittust undir hesum bitum - nítjanhundrað seksti sjey,
so væl tú tókst ímóti mær,
so hugnaligt tað mangan var,
tá ið søgur og frásagnir í ymsum líki
áttu dagin og løtuna.
Tú komst av Tvøroyri
við tínum frummáli....
ogur og je var mangan á lofti
yvir einum góðum dussi av te.
Trúfastur hevur tú verið,
og enn gongur tú so spelkin sum ein unglingi
um tún og stræti
í tínum lívsins kæti.
Góði Dánjal!
Takk fyri tíð, sum farin er
og gott lívskvøld
í hesi verð.
Frits
Johan Ellendersen, Dánjal Vang, Herluf Berthelsen, Lovisa Johannesen,
Hálvdan Mohr og Poulina Olsen (vikarur) á lærarastovuni í sjeytiárunum
Føðingar
1. februar kom hendan fitta diddan til verðina. Hon var 55 cm
long og vigaði 4070 gr. Ein sera stoltur stóribeiggi. Foreldur eru
Beinta á Dunga og Tórodd Kruse, Hósvík.
9. februar fingu Vivian Joensen og Jóhan Petur á Stongum,
Sørvági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3510 gr.
10. februar fingu Joan og Óla Jákup Neshamar, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3660 gr.
Tann 7. februar fingu Kirstin Hansen og Jesper Markling, Argir,
ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3490 gr.
3. februar fekk Eydna ein lítla beiggja, sum var føddur á
Hvidovre Hospital í Keypmannahavn. Hann var 52 cm og vigaði
3700. Beiggin eitur Tummas Jacob. Foreldrini eru Steffan og
Eyð R. Frederiksberg.