hósdagur 19. februar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
10
úr tinginum
Árni Gregersen
S
jálvt um høgtstandandi
umboð fyri samgonguna
møttu á kjakfundi á torra
døgunum í Klaksvík, so
kom so at siga onki nýtt fram um,
hvussu samgongan ætlar at skipa
fiskivinnupolitikkin er 1. januar 2018.
Landsstýrismaðurin við fiski
vinnumálum, Jacob Vestergaard,
umboðaði Fólkaflokkin, men hann
vildi als ikki koma inn á, hvat arbeitt
verður við í løtuni, men hann segði,
at samgongan fer at koma við einari
nýskipan.
Heldur ikki Alfred Olsen, Sam
bandsflokkurin og formaður í ting
bólki floksins, vildi yvirhøvur siga
nakað sum helst um, hvat stóru
samgonguflokkarnir eru samdir um
og hvørjum fyrisitingin arbeiðir við
í løtuni.
Jenis av Rana, Miðflokkurin, var
eisini afturlatin, men heldur fast
um, at samgongan kemur við einum
uppskoti til nýskipan.
Ónøgd andstøða
Umboðini fyri andstøðuna krógvaðu
als ikki, at teir eru ónøgdir við fram
ferðina hjá samgonguni og at teir
heldur enn almenningurin ikki vita,
hvørjar ætlanir samgongan hevur.
Andstøðuflokkarnir hava hvør
sær verið á fundi við samgonguna,
men har fingu teir ikki nakað at vita.
Hinvegin skuldu andstøðuflokkarnir
svara 17-18 spurningum um teirra
støðu til ymiskt innan fiskivinnuna.
Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokk
urin, segði í Klaksvík:
– Sjálvdan havi eg havt høvi at
tosa so leingi uttan at verða avbrotin,
sum tá ið eg var á fundi við umboð
fyri samgonguna um fiskivinnu. Teir
søgdu onki – eg segði alt.
Er á veg
Jenis av Rana, Miðflokkurin, segði á
fundinum í Klaksvík, at samgongu
flokkarnir eru samdir um ein leist
fyri, hvussu lógin um vinnuligan
fiskiskap skal gerast.
– Vit høvdu sett okkum fyri at
koma til eina semju áðrenn 1. februar
og tað gjørdu vit. Nú verður arbeitt,
legði hann afturat.
Fiskivinnuumsitingin er í løtuni í
ferð við at tilevna uppskot, sum skulu
verða grundarlagið undir føroysku
fiskivinnuni komandi árini.
Hvat verður gjørt vita vit ikki, men
í løtuni er rættuliga nógv sum bendir
á, at vit ikki fáa eina »nýskipan« men
meira fáa eina regulering, sum rættar
ymiskt í galdandi lóg til.
Ein spurningur, sum kortini helst
verður broyttur, er um útlendignar
skulu kunna eiga part í føroysku
fiskivinnuni. (Sí meira aðrastaðni á
síðuni)
Harafturat váttaðu umboðini fyri
flokkarnar á fundinum í Klaksvík, at
uppboðssøla helst verður ein partur
av broytingunum, sum í løtuni verða
gjørdar.
Teir flokkar, sum ikki eru partur
av tí, sum samgongan ger í løtuni,
váttaðu eisini, at teir taka undir við,
at ein partur av rættindunum verða
seld yvir eina uppboðssølu.
Spurningarnir sum enn standa
opnir, eru millum annað um nýggja
lógin um vinnuligan fiskiskap fer at
vera eins nágreinilig um føroyska
fiskivinnu aðrastaðni enn á land
grunninum, sum núgaldandi lóg
er nágreinilig, tá ið tað snýr seg um
veiðu eftir botnfiski á landleiðini.
Sjálvdan havi eg
havt høvi at tosa
so leingi uttan at
verða avbrotin,
sum tá ið eg var á
fundi við umboð
fyri samgonguna
um fiskivinnu«
Kári P. Højgaard
Allir flokkar á tingi tóku lut í orðaskiftinum í
Klaksvík um fiskivinnuna, men onki kom fram
um ætlaðu broytingarnar í fiskivinnuskipanini.
Kortini váttaðu allir flokar, at uppboðssøla
helst verður ein partur av nýskipanini
Føroyska fiskivinnan
Tøgn um
nýggja
skipan
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum,
hevði avgjørt ikki at siga, hvat samgongan arbeiðir við á økinum.