hósdagur 19. februar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
11
Árni Gregersen
S
purningurin um hvønn
leiklut útlendingar og
útlendskur kapitalur
eigur at hava í føroysku
fiskivinnuni fer neyvan at volda
trupuleikar at fáa semju um.
Allir flokkar eru púra samdir
um, at ræðisrætturin yvir føroysk
um skipum og føroysku feløgum í
fiskivinnuni skal vera í Føroyum.
Hetta uttan mun til, hvør eigur og
hvør lænir kapital til fiskivinnuna.
Á fiskivinnufundinum í Klaks
vík vóru umboð fyri allar flokkar
spurdir um hesi viðurskifti og
hóast orðaskifti gjørdist drúgvt,
so vóru flokkarnir samdir.
Alfred Olsen, Sambandsflokk
urin, helt ikki, at tð ger nakað um
útlendiingar sleppa at eiga ein
triðing, men tað skal tryggjast,
at føroyski parturin hevur fullan
ræðisrætt á felagið, skipi og rætt
indum.
Jenis av Rana, Miðflokkurin,
helt at júst á hesum øki er tað
meira umráðandi, at tær reglur,
sum í løtuni eru galdandi, verða
yvirhildnar og møgulig hol í lógini
verða tett.
Høgni Hoydal, Tjóðveldi, helt
at ognarrætturin er avgerandi.
Hann skal vera føroyskur.
– Tann, sum fær rættindini,
skal prógva, at tað er hann sum
stýrir og at hann ella felagið ikki
verða stýrd av útlendingum, segði
Høgni Hoydal.
Vinna kring landið
Í galdandi lóg um vinnuligan
fiskiskap stendur millum annað,
at vinnan skal skipast kring alt
landið – altso ikki sentrerast.
Hetta var ein spurningur, sum
politikararnir vóru bidnir um at
taka støðu til á fundinum í Klaks
vík. Skal hetta framvegis standa í
nýggju lógini?
Flestu politikararnir søgdu, at
teir onki hava ímóti, at hetta fram
haldandi stendur í lógini, men
hinvegin hildu teir ikki, at tað er
rætt, at lóggivið verður fyri, hvar
ymisk vinnuvirkir skulu liggja í
landinum.
Teir søgdu, at tað sjálvandi er
við at gera landið størri, at virkir
eru kring landið, og tí eigur at
verða strembað ímóti, at vinnan
er krign alt landið.
post@sosialurin.fo
Hóast so at siga ongin semja er
millum samgonguna og andstøðuna
um nýggja fiskivinnuskipan, so er
ongin ósemja um útlendskan kapital
Útlendingar
sleppa ikki
at ráða í
fiskivinnuni
Nógv fólk vóru á kjakfundinum um fiskivinnuna
í Ósáskúlanum í Klaksvík.
Hanus Hansen, reiðari, fanst at upplýsingum í sjónvarps
sendingunum, sum løgdu hansara felag undir ikki at gjalda
skatt. Hann vísti á, at her er talan um skatt og skattalógir.
Myndir: Árni Gregersen
Skatttareglurnar í Føroyum gera, at
tað ber til at draga hall í vinnuni frá.
Hetta kann gerast til alt hall er drigið
frá, uttan at nakað áramál er ásett.
Tað er orsøkin til, at felagið sum
hevur Næraberg ikki hevur goldið
skatt í fleiri ár.
– Vit høvdu eitt hall, tá ið Røkke
fór út og tað hava vit drigið frá, 100
prosent í tráð við tær reglurnar, sum
politikararnir hava gjørt.
Soleiðis segði Hanus Hansen,
reiðari, á fiskivinnufundinum í
Klaksvík. Hann afturvísti á tann
hátt tí, sum Kringvarpið førdi fram
í senddingunum um fiskivinnuna,
har sagt var, at vinningurin hjá skip
inum fór av landinum.
Ræðisrættin
Reiðarin í Klaksvík sló eisini fast, at
tað er hann, sum hevur ræðisrættin
yvir teimum rættindum, sum felagið
hjá honum hevur, sjálvt um teir
hava samstarvað við útlendingar.
Hann vísti á, at tá ið Røkke tók
seg úr samstarvinum við JFK, so
vóru rættindini verðandi eftir í
Føroyum.
– Tað var ikki Røkke, sum
syrgdi fyri, at vit fingu samstarv
við hollendingar. Tað var eg, segði
Hanus Hansen.
Í kjakinum í Klaksvík kom fram,
at flokkarnir eru samdir um, at
uttan mun til um útlendskur kapi
talur kemur inn í fiskivinnuna, so
má tað vera soleiðis, at tað eru føroy
ingar sum eiga ræðisrættin og taka
endaligu avgerðirnar.
Hanus Hansen vísti tó á, at tað
altíð er soleiðis, at tá ið ein noyð
ist at læna pening, so seta lánveit
ararnir treytir. Soleiðis er eisini í
fiskivinnuni.
Eg havi fullan ræðisrætt
á loyvum og skipum
Hanus Hansen, reiðari, gjørdi greitt á fiskivinnu
fundinum í Klaksvík, at hann hevur fullan
ræðisrætt á rættindum og skipum