hósdagur 19. februar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
12
kjak
klumman
Ein ódámlig gongd
Onki samstarv millum
Fólkaflokkin og Tjóðveldi
H
vat er hent í føroyska samfelagnum? Væl
vitandi at altíð hevur verið munur, so tykist
tað, sum vit seinastu tíðina hava gjørt eitt
skarvslop skeiva vegin. Sjálvsagt eru øll ikki
javnsett og verða tað heldur ikki. Soleiðis eru lívsins
treytir. Men tað er dragnað rættiliga nógv millum sam
felagsbólkarnar fíggjarliga seinastu árini.
Øll mugu hava hoyrt, hvussu strævið tað er við einari
inntøku at fáa endarnar at røkka saman. Arbeiða og
gera sín part av samfelagsuppgávuni og so standa við
einum – í besta føri – nulli á kontuni, tá ið mánaðurin
er liðugur. Tað sær heldur ikki út til, at tað verður betur.
Stórar vónir vóru til Bústaðir, og fólk væntaðu sær bí
ligari húsaleigu og trygg leiguviðurskifti. Men, men,
tann dreymurin brast. Tað er í staðin vorðið eitt løgið
sjálvrealiseringsprojekt á dýrum matriklum við kar
nappum og marmor. Víst dámar øllum at búgva vakurt.
Men eru Bústaðir ikki førir fyri at finna nóg lagaliga
fígging til projektini, so er tað ikki nóg gott.
At koma sær at veittra við einari húsaleigu á 6-7.000
kr. í høvuðsstaðarøkinum! Hvørjum veruleika liva hesi
fólk í? Tey hava í hvussu er ikki kannað, hvussu nógv
arbeiðsmenn, pedagogar, handilsfólk ella handverkarar
forvinna um mánaðin. Og hvussu nógv tey hava eftir,
tá ið skattur, heilsutrygd, kringvarpsgjald og annars alt
tað lógarkravda er goldið.
Tað er óført við karnappum og góðum útsýni. Men
tað er ikki har, ið lívsgóðskan er hjá henni, sum hvønn
mánað hevur lítið meira eftir enn tað, sum flatskatturin
gav teimum hægst løntu. Latið heldur tey privatu um
at byggja snotiligar lonir og hús. Tey hava prógvað, at
tað duga tey. Og tað eru jú bæði leigarar og keyparar
til tann marknaðin.
Eg havi skilt, at Bústaðir hava framtíðarætlanir um
bíligari og fjølbroytta bygging. Tað er í hvussu so er ein
glotti. Bara spell, at bólkurin, sum hevur størsta tørvin,
kom at standa so aftarlaga í røðini: Støku leigararnir,
sum lesa ella arbeiða, summir eiga børn, aðrir ikki. Ofta
er leiguíbúðin ein steðgur á leiðini víðari í lívinum.
Onkur heldur helst, at tað er bláoygt at hugsa so
leiðis, men eg trúgvi kortini, at tað á onkran hátt vend
ist aftur, so okkara ríka og góða land verður gott at
búgva í hjá okkum øllum, ungum sum gomlum. Og at
eingin flytur av landinum, tí tað er ov tungt at liva og
virka í Føroyum. Og tað er júst tað, sum Bústaðir eiga
at arbeiða fyri sambært »Bústaðarpolitikki landsins«,
sum kann lesast á heimasíðuni bustadir.fo
Tór Marni Weihe
limur í aðalstjórn Tjóðveldis
Seinastu dag
arnar hevur
Kringvarpið
varpað ljós á
eina kavrotna
f iskivinnu
skipan, ið serliga Fólkaflokk
urin eigur heiðurin av. Politiska
skipanin viðger í løtuni
endurksipan av fiskivinnuni,
og hóast ein meiriluti á tingi
er fyri veruligari broyting, so
bendir alt á, at rotinskapurin í
núverandi skipan fer at halda
fram.
Fiskivinnunýskipan
uttan Fólkaflokkin
Ein fiskivinnunýskipan uttan
Fólkaflokkin er einasta gongda
leiðin, skulu vit hava nakran
møguleika at rætta upp upp
á ta blóðskeivu kós, vit við
verandi fiskivinnupolitikki eru
á. Sum Kringvarpið og óteljandi
serfrøðingar hava víst á, so
er verandi fiskivinnuskipan
í veruleikanum ein spottan
av vanliga føroyinginum.
Politikkurin hevur svikið, og
tíðin er komin at rætta upp
upp á feilirnar. Meiri og meiri
kapitalur samlast á færri og
færri hondum, og gera vit
onki við trupulleikan nú,
og lata Fólkaflokkin stýra
nýskipanini, so er góður
møguleiki fyri, at vit ikki fáa
framt eina veruliga nýskipan
tey næstu nógvu árini. Tí at
Fólkaflokkurin vil ikki eina
nýskipan, og tí mugu vit finna
ein meiriluta uttan um flokkin.
Grundleggjandi hug
sjónarligar ósemjur
Fiskivinnunýskipanin er tað
týdningarmesta málið, ið er
á skránni í løtuni, og hóast
flokkarnir nærum onki hava
til felags á tí økinum, vil onkur
vísa á, at onnur mál eru, har tað
Tjóðveldi og Fólkaflokkurin
væl kunnu samstarva. Eitt
nú um fullveldisspurningin.
Onkur hevur sagt – og fer
at endurtaka – at Tjóðveldi
kann ikki siga samstarv við
Fólkaflokkin frá sær, tí at skal
veruligur møguleiki vera fyri
eini fullveldissamgongu eftir
valið, so ber ikki til at avskriva
samstarv við ein av stóru full
veldisflokkunum. Eg ivist ikki
í, at tað eru nógv tjóðveldisfólk,
ið hava hugsað í hesum banun
um, men eg vil staðiliga aftur
vísa, at tað ikki ber til at fremja
framstig á fullveldisleið uttan
Fólkaflokkin.
Veruleikin er, at Fólka
flokkurin, eftir mínum tykki,
als ikki er ein fullveldisflokkur
longur. Seinastu fýra árini eru
talandi dømi um, at Fólka
flokkurin ikki ynskir at taka
stig á fullveldisleið. Øll upp
skot um framtøk, uttan mun
til hvussu smá, eru blivin feld,
og vit hava tikið stór fet móti
meiri sambandi. Blokkurin
er hækkaður og danskir løg
reglumynduleikar kunnu nú
frítt avlurta føroyskar stovur.
So nógv fyri fullveldispolitikk
Fólkafloksins.
Fólkaflokkurin kostaði
okkum eisini loysingina fyrst í
øldini, og eg havi hug at minna
fólk á, at eitt samfelag skal
skipast og stýrast eftir loys
ingina eisini – og skal eg vera
heilt erligur, so vil eg heldur
hava, at vita halda fram í ver
andi heimastýri, enn sum
sjálvstøðug tjóð við Fólka
flokkinum í landsins leiðslu. Tí
saman við einum meiriluta av
Føroya fólki, havi eg als onki
álit á Fólkaflokkinum.
Framsókn, Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi
Tjóðveldi eigur at taka ta røttu
avgerðina og greitt boða frá, at
vit ikki ynskja at samstarva
við Fólkaflokkin eftir valið.
Hugsjónarliga hava vit onki
til felags, og hyggja vit at søg
uni hjá leiðandi persónum í
flokkinum, so er onki at ivast
í, at Tjóðveldi undir ongum
umstøðum kann hava tað
sitandi á sær, at flokkurin
hevur hjálpt hesum í landstýri.
Tað ábyrgdarloysi, vit hava
sæð í hesum valskeiðnum
hevur sett met, og Føroya fólk
ynskir nakað heilt annað, og
tað er tað, vit skulu geva fólk
inum – ikki meiri av tí sama.
Stig móti tjóðarfrælsi og
persónligum frælsi skulu vit
taka saman við Framsókn og
Javnaðarflokkinum. Flokk
arnir eiga at seta seg sam
an, og finna fram til, hvar
flokkarnir kunnu semjast,
og síðan melda greitt út, at
flokkarnir eru samdir um
eina heilt aðrar leið. Ábyrgd
fyri føroyska samfelagnum
hava andstøðuflokkarnir
víst seg at taka í álvara, og tí
er tíðin komin, til at flokkar
nir kappa øll bond við sitandi
ábyrgdarleysa stýrið, ið onga
virðing hevur fyri landsins
lógum og vanliga føroyingin
um.
Fólk hava brúk fyri at vita,
at tað finst eitt alternativ
til sitandi samgongu, og eg
haldi tað vera ábyrgdarleyst
av andstøðuflokkunum ikki
at afturvísa samstarvi við
samgonguflokkarnar, tí at vit
hava sæð seinastu fýra árini,
hvussu lítið hesir flokkar
leggja í Føroyar.
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Í seinasta lagi í novembur í ár verður aftur val til løgtingið.
Javnaðarflokkurin hevur verið púra greiður um, at samstarv
verður ikki millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin eftir
valið. Eg ætli mær í hesi grein at vísa á, hví eg haldi, at
Tjóðveldi eigur at koma við eini líknandi útmelding
Simona
Weihe