hósdagur 19. februar 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
13
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Eri bangin fyri at
ræðast terrorismu
Eirikur í Jákupsstovu
kandidatlesandi í løgfrøði
Terrorisman er júst vorðin enn meira ítøkilig, men eg havi sjálvur gjørt sum
strudsurin og stungið høvdið í sandin. Eg havi bara lisið eina einstaka grein um
álopini í núverandi heimbýnum og havi ikki verið inni í býnum síðan leygardagin.
Eg eri bangin fyri, at um eg hyggi upp, so síggi eg ein veruligan vanda
11. september 2001 og dagarnar
frameftir seyg eg alt til mín av vitan
um terror og terroristar. Eg havi lisið
heilt nógvar bøkur um kríggj og sæð
óteljandi filmar um tað sama. Tá
Charlie Hebdo bleiv álopið, fylgdi eg
eisini sera væl við. Men nú okkurt,
ið veruliga líkist terrorismu í einum
ávísum samanhangi rakar býin,
sum eg búgvi í, havi eg einans lisið
eina einstaka grein á Ekstrablaðnum.
Einasta orsøkin til, at eg yvirhøvur las
hana var fyri at vita, um tað veruliga
var rætt, sum onnur longu høvdu
fortalt mær.
Eg havi við vilja ikki sett meg
inn í tingini, og sami tankin hevur
alla tíðina verið har. Hví krógvi eg
meg fyri tíðindunum, eg plagi at
vilja vita alt um alt. Eftir at hava
hugsað um tað leingi eri eg komin
fram til, at eg eri bebbaræddur fyri
at blíva bangin. Eg eri bangin fyri,
at eg grundleggjandi fari at blíva
bangin og stúra fyri framtíðini, um
eg kanni tað ov væl.
Rationelt dugi eg væl at síggja,
at kjansurin hjá mær ella mínum at
blíva skotin ella bumbaður er heilt
øgiliga lítil. Eg búgvi á Oyrasundi,
dugi ikki at tekna, eri ikki løgreglu
maður og havi ikki nakað serliga
sterkar meiningar um religión. Eg
skal sostatt veruliga vera á skeivari
tíð á skeivum stað, um nakað skal
henda. Eg skal í mun til egið lív
og egna heilsu í løtuni vera meira
bangin fyri bilaverksmiðjum enn
vápnaverksmiðjum. Men hvar
verður heimurin um 1-3 ár? Fara vit
kanska at koma hartil, har vit øll
persónliga skulu vera bangin fyri
kríggi.
Hvat er hetta fyri fíggindi, vit
hava við at gera? Hvørji eru tað fyri
fólk, sum minni enn fimm kilo
metrar úr túninum við einari ávísari
motivation við vilja vilja skaða
onnur? Um eg var í heimbygdini
á Eiði svarar fjarstøðan, at onkur
rennur runt við einari byrsu í
hondini við Ljósá og ætlar sær at
skaða øll fólkini har. Tað er altso
veruliga í grannalagnum og ikki í
Bagdad ella Kabul.
Men hetta er ikki, sum kríggini,
sum eg havi lisið um. Kongar, sum
berjast um mold ella tvey lond
langt burtur, sum eru súr við hvønn
annan, tí tey bæði eru líka illa fyri
og geva hinum landinum skyldina
fyri tað. Tað eru heldur ikki nakrir
beinleiðis felagsskapir ella trúgv,
sum eru atvoldin til hetta. Tó so,
nógv koma úr sama landi, hoyra til
onkran ávísan felagsskap og hava
eina ávísa trúgv, men tað er neyvan
hetta, sum beinleiðis ger, at tey
vilja drepa fólk, sum tekna nakrar
strikur á eitt pappír. Tað ræðir eisini,
at fíggindin kann vera allastaðni,
tað kann enntá vera grannin,
grillmaðurin ella drongurin, sum
situr eitt sindur longur frammi, tá
eg eri til undirvísing.
Eg havi roynt at sleppa undan
at taka støðu til alt hetta hesar
dagarnar. Leygardagin brúkti eg
allan saman við familjuni, og tað
sama var sunnudagin, har vit
um kvøldið høvdu eina rúgvu av
vinfólkum á vitjan í lítlu íbúðini
á Oyrasundi til ein ordiligan,
føroyskan sunnudagsnátturða.
Tað kendist bæði trygt og heimligt,
og tað gjørdi tað ikki verri, at vit
spældu eitt tilvildarligt borðsspæl,
har tað snýr seg um at gita, hvat
hini hugsa, tá okkurt ávíst orð
verður nevnt.
Tað ber tó ikki ordiliga til at
krógva seg fyri sínum tankum,
serliga ikki, tá spælið júst snýr
seg um at seta eitt orð í samband
við okkurt annað. Tá eg skuldi
hugsa um eitt fremmandaorð,
kom eg fyrst at hugsa um jihad,
og tá eg skuldi hugsa um eina
smákøku, kom jødakakan fyrst til
hugs. Kanska er hetta tað, sum vit
skulu hugsa um beint nú. Kanska
síggja vit bara enn greiðari, at
3. heimsbardagi ikki endiliga er
so langt burtur, nú jihadistarnir
hava fingið sær eitt land og vit
velja alsamt fleiri kompromisleys,
høgravend fólk inn í parlamentini
vestanfyri.
Grundleggjandi haldi eg hvørki
annað ella hitt vera gott, Men tað
er framvegis rætt, at hetta stríðið
hvørki endar, um vit øll fara at
tekna meira ella um vit gevast at
tekna. Tað blívur neyvan heldur
betur av, at mann sprongir alt í
luftina, men onkrar bumbur fara
heilt sikkurt at vera. Tí er tað
kanska ikki so løgið, at eg eri bangin
fyri at blíva bangin.
Hinvegin haldi eg tað eisini vera
óneyðuga nógv rós at geva einum
einstøkum ótilrokniligum persóni,
um eg eftir nakrar svakar gerðir
yvir eitt vikuskifti veruliga blívi
bangin fyri, at vit innan stutta tíð
hava eitt opið heimskríggj, har fólk,
ið standa mær nær ella eg sjálvur
fara at fáa eitt verri lív, um tað
altso eydnast at halda sær á lívi.
Spenta støðan er veruliga nakað,
sum eg enn ikki havi yvirlit yvir
avleiðingarnar av, men eg eri ikki
bjartskygdur í løtuni.
Vónandi spælir alt betur av, enn
eg hugsi beint nú. Kanska eri eg
bara ein rímiliga nýggjur pápi, sum
púra natúrliga hevur fingið meira
at vera stúrin um og vil hava ein
góðan heim til sítt barn. Eg rokni
bara ikki við, at alt verður líka lætt,
sum í størsta partinum av mínum
barndómi síðst í 90unum, tá vit eru
komin til 2020.
» Um eg var í heimbygdini á Eiði svarar fjarstøðan
til, at onkur rennur runt við einari byrsu í hondini
við Ljósá og ætlar sær at skaða øll fólkini har«
Mynd: Jan Macdonald Arnskov