Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

V ON VV 4 LØGTINGID HUSAVØRDUR I LØGTINGINUM Starvid sum husavørdur í Løgtinginum er leyst at søkja til setan umleid 1. april 2015. Uppgåvurnar hjå husavørdinum eru hesar: Vidlikahald av ognum og hølum tingsins Flagging Heinta post Ganga til handa í øllum virki tingsins bæði á tingfundum og í umsiting tingsins Tann, ið settur verður, skal hava handverkaraútbúgving, helst sum timburmaður ella snikkari. Somuleiðis skal viðkomandi hava bil, sum skal vera til taks I arbeiðstíðini. Starvið verður lent samsvarandi sáttmálanum millum Figgjarmålarådid og Føroya Handverkarafelag. Harumframt verður veitt viðbót fyri at brúka egnan bil í tænastugrindum og fyri at vera til taks uttanfyri arbeiðstíð t.d í sambandi við flagging. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tlf. 520294, ella Halgeir í Dali, húsaverð, á tlf. 282450. Umsóknir saman við avritum av sveinabrævi v.m. og møguligum ummælum skulu sendast til: Legtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn, og skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi mikudagin, 4. mars 2015, kl. 16.00. oO FISKIMÁLARÁÐIÐ Toymissamskipari til Føroyska Samráðingartoymið Starvið Í Fiskimálaráðnum er starv leyst at søkja sum toymissamskipari í føroyska samrådingartoyminum. Samráðingartoymið er skipað við sæti í Fiskimálaráðnum og hevur ábyrgdina av millumtjóða samráðingum um svartkjaft, norðhavssild og makrel. Uppgávur Sum toymissamskipari verður tú næstur føroyska samráðingarleiðaranum at skipa fyri llum fyrireikingum av fundum og samráðingum og at luttaka í teimum. Sostatt verður tú fastur limur Í føroyska samrådingartoyminum og føroysku sendinevndunum. Tú fært dagligu ábyrgdina av øllum samskipandi uppgávum hjá samráðingartoyminum, eitt nú at leggja fundir og samráðingar til rættis, at tryggja at øll neyðug skjal verða fyrireikað og fingin til vegar og at rekja sambandið við fjølmiðlar antin beinleiðis ella umvegis heimasíðu okkara ella aðrar netmiðlar. Forleikar Starvið krevur útbúgving frá hægri lærustovni í altjóða viðurskiftum og altjóða samráðingum ella útbúgving innan samfelagsvisindaliga økid ella uttanríkispolitiskar royndir. Eginleikar, sum diplomatisk medferð, at sýna samstarvshug, hjálpsemi, miðvísi og sjålvstødugt verklag, eins og at hava stinnan føroyskan og enskan målkunnleika, hava avgerandi tyngd í setanartilgongdini. Eisini skal tann, ið settur verður í starvið, tola nógvar og drúgvar tænastuferðir uttanlands. Nú samráðingartoymið er undir stødugari menning skal tann, ið settur verður, harumframt tola framtíðar tillagingar og broytingar í starvinum. Setanartreytir Starvið verður sett samsvarandi sáttmála millum Figgjarmålarådid og avvarðandi yrkisfelag. Setanargkið fevnir um Fiskimálaráðið og landsins fyrisiting annars, umframt stovnar hennara. Umsókn Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn saman við avritum av progvum, lívsrensli og viðmælum til fiskæfisk.fo. Setanartilgongdin fer fram beint eftir, at umsóknarfreistin er farin. Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 2. mars 2015 kl. 12:00, og byrjar tú í starvinum eftir nærri avtalu í sambandi vid starvssetan. Fleiri upplýsingar fáast vid at venda sær til Fiskimálaráðið á telefon 298 353030 ella beinleiðis til Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara, á telefon 4298 553249. FISKIMÁLARÁÐIÐ Postboks 347 * 110Tórshavn * fiskæfisk.fo (51.f0 (B).fo Í8).fo (51.f0 (B).fo Í8).fo SOSIALURIN ? 1 FRIGGJADAGUR 20. FEBRUAR 2015 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í bunum eftir Jón Dahl Joensen, Fjalsgøta 2,900 Vágur, føddur tann 20.04.1965, deyður tann 15.12.2014, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krov síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast advokat Fríða Patursson, Advokatskrivstovan, Fråutrød 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 383/2014, saman vid frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda å. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 10.FEBRUAR 2015. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Maja Sofia Joensen, V.U. Hammershaimbsgøta 7, 100 Tórshavn, fødd tann 25.09.1921, deyð tann 01.02.2015, og fyrr deyða hjúnarfelaga Eigil Joensen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krov síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast advokat Páll Nielsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 59/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 18.FEBRUAR 2015.