hósdagur 19. februar 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. FEBRUAR 2015
SOSIALURIN 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
16
Óli Jacobsen
FØROYINGAR
PARTUR AV SØGUNI
HJÁ BIAFRA
Tað eru framvegis mong, sum minnast eirindaleysa Biafrakríggið í Nigeria seinast í 1960-
unum. Henda greinin er søgan um føroyingar, sum eru ein partur av hesi søgu
T
að er einki at ivast í, at útlendingar,
sum eru búsettir í Føroyum, hava
ríkað okkara samfelag í mong ár.
Fyrr í tíðini vóru tað mest danir,
sum búsettust her og góvu íblástur til okkara
sam felag. Men seinnu árini eru tað fólk frá
mong um sera ymiskum londum, sum eru bú-
sett her, og sum eftirfylgjandi hava fingið børn,
sum eru líka føroysk sum øll onnur. Hetta er
við til at skapa eitt fjølbroytni, sum øll lond
hava brúk fyri.
Hetta gevur okkum eisini samband til við-
kom andi lond og teirra søgu. Millum tey lond,
sum hava ríkað okkum á henda hátt, er eisini
Niger ia, fólkaríkasta land í Afrika. Henda grein
skal vera ein frásøgn um, hvussu føroyingar
hava beinleiðis samband til søguna um Biafra,
sum skakaði heimin í síni tíð.
Hetta sigur ikki teimum ungu so nógv, men
tey sum eru komin nakað til árs, minnast væl
sorgarleikin í Biafra, tá ið teir royndu at loy-
sa frá Nigeria. Ikki minst minnast fólk heit ið
Biafra børn og myndirnar av hesum út hungr-
aðu børnunum, sum skakaðu fólk tá í tíðini.
Hetta kríggj verður roknað fyri at vera eitt tað
mest ræðuliga av øllum kríggjum í Afrika.
Rose upplivdi ræðuleikarnar
Nú kunnu vit hava hesa søgu frá eini kvinnu,
sum sjálv hevur upplivað hana. Hetta er tann
62 ára gamla Rose Akpu, sum beint nú er í Før-
oy um og vitjar dóttir sína Ijeoma, sum er gift
í Før oyum.
Nigeria var ein bretsk koloni inntil 1960,
tá ið tað fekk loysing. Landið er um 924.000
fer kilo metrar til støddar, einar 6-700 ferðir so
stórt sum Føroyar.
Landið er sera samansett av um 250 fólka-
og mál bólkum. Tað eru tó tríggir fólkabólkar,
sum serliga gera seg galdandi. Hetta eru hausa
fólkið norðanfyri, og sunnanfyri eru tað
yoruba og og ibofólkini. Norðanfyri eru tey
mest muslimar, sunnanfyri eru tey mest krist-
in og og annars er tað ein blanding av hesum
relig ión um. Býtið millum muslimar og kristin
er um helvt um helvt. Tað er 5%, sum hava eina
aðra religión.
Grundleggjandi er talan um trúarligt tol-
lyndi í landinum. Skipanin er, at er forsetin
krist in skal varaforsetin vera muslimur og
øvugt.
Málini hjá hesum bólkum eru sera ymisk.
Men bretska hjálandaveldið gjørdi í hvussu er
tað, at tey flestu duga enskt og kunnu tey tískil
sam skifta sín ámillum. Samlaða fólkatalið er
um 180 milliónir.
Biafra hevði 13,5 mill íbúgvar. Støddin var
77.000 ferkilometrar ella tað dupulta av Dan-
mark.
Gott lív til bardagin brast á
Rose er fødd í býnum Abor í Enugu lands parti-
num í Biafra, og hon er av ibofólkinum. Í hesum
býn um búðu um 5.000 fólk. Her arbeiða fólk í
land búnaðinum, kolaminum og á jarnbreytum.
Bia fra liggur í landsynningspartinum av
Nigeria og hevur strond út móti Biafravíkini,
sum Biafra var uppkallað eftir. Landslagið
minn ir eitt sindur um Føroyar, so Rose kennir
seg ikki heilt fremmanda, hóast nógv her er
øðr vísi enn í Nigeria. Hon er so avgjørt ikki von
við kava, sum hon hevur sæð heilt fitt til í Før-
oy um nú í vetur.
Rose hevði eitt rímiliga gott lív tíðliga í
sín um uppvøkstri. Hon gekk í skúla, so fram-
kom ið var tað. Á hesum leiðum eru tey flestu
kato likk ar, og Rose gekk eisini í kirkju. Seinni
eru hon og hennara familja vorðin evangelisk
krist in.
Ræðuleikar í Norður
Nigeria er einki nýtt
Nigeria virkaði fyri so vítt sum ein eind inn-
til loys ing ina frá Bretlandi. Men tá fóru sjálv-
stýris rørslur at taka seg upp ymsastaðni í
landi num.
Hetta var so eisini galdandi fyri Norður
Nigeria, har tað fyrst og fremst vóru muslimar,
sum búðu.
Hetta kom Rose eisini at hava sínar royndir
av. Hon misti mammu sína sum smágenta, og
hon var hjá abba sínum, til hon var seks ára
gomul. Tá kom hon at vera hjá pápabeiggja
sín um, Kirian, sum var í nigerianska herinum.
Í samband við hetta starv varð hann sendur
til Norður Nigeria og Rose fór við. Her búðu
tey í Kano, sum er næststørsti býur í Nigeria.
Hann er eisini landspartahøvuðsstaður í stati-
num Kano .
Norðanfyri var skaptur ein ótti fyri, at
iboar ar vildi taka alt valdið í Nigeria, og at fólk-
ið norðanfyri skuldi missa øll rættindi. Hetta
skap ti eina slíka øsing, at knappliga ein dag
koma boð um, at allir iboar skuldu fara heim
aft ur, haðani teir vóru komnir.
Hetta skuldi vera beinanvegin. Og tað var
ikki farið fram við mýkindum móti teimum,
sum ikki aktaðu hesi boðini. Tey vóru snøgt
sagt slaktaði niður. Eitt dømi um harðskapin
er, at summi fingu eitt reip bundið um hálsin
og blivu drigin eftir vegnum við einum bili, til
tey doyðu. Konur, sum vórðu við barn fingu
búk in sprettan upp, og hetta beindi bæði fyri
kon um og børnum.
Yvirgangurin
Ibofólkið hevði hava stóra ávirkan og fekk
leið andi størv eisini innan onnur øki í Nigeria.
Hetta kann vera av teirri orsøk, at kristnu
iboar nir høvdu yvirhøvur eina betri útbúgving
enn til dømis muslimarnir norðanfyri.
Heryvirmenn frá Ibofólkinum skipaði í 1966
fyri einum hernaðarkvetti. Hetta fekk fólk at
ræð ast fyri, at ibofólkið fór at fáa ov nógv vald
í nýggja statinum. Úrslitið gjørdist eitt mót-
kvett seinni sama ár, og hetta førdi til eina for-
fylg ing av iboarum, sum kostaðu millum 5.000
Siðsøga
Ojukwu, leiðarin í Biafara
Rose var barn undir
Biafrakrígnum 1967-1970