Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. FEBRUAR 2015 SOSIALURIN 18 17 Komandi partur Frá komandi parti byrjar ein røð við frásøgn hjá Øssur Hammershaimb Debes í Havn og 30.000 teirra lívið norðantil í Nigeria. Umframt vóru tað umleið eini millión iboar, sum flýggjaðu undan jagstran úr øðrum pørt- um av Nigeria heim til Biafra So teir ræðuleikar, sum hava skelkað heimin sein astu árini við Boko Haram yvirganginum, er ikki nakað nýtt. Eitt ár í flóttalegu Pápabeiggin valdi at at fara heim aftur bein- an veg in sama við Rose. Tá var bardagin millum Biafra og Nigeria lýstur. Hetta førdi til, at hernaðargovernørurin í Bia fra, obersturin Ojukwu, lýsti Biafra sum eitt sjálvstøðugt ríki við millum øðrum egnum flaggi. Pápabeiggin mátti tá fara aftur í herin, og Rose kom aftur at vera hjá abba sínum. Undan tí høvdu verið nigeriansk álop í Bia fra, og tann býur, sum Rose kom frá varð lagd ur í sor. Vegna bardagarnar máttu tey aftur rýma. Tey gingu í tríggjar dagar uttan at fáa nakað at eta og koma at enda til eina bygd sum kallast Aba ga na. Her merktist ófriðurin eisini, og har var ikki verandi. Tey bæði Rose og abbin endaðu tískil í eini flóttalegu, har tey vóru í eitt ár. Men her var ikki gott at vera. Fyrst og fremst var tað hung ur, tað fekst alt ov lítið at eta. Eitt úrslit av hungri num var eisini deyðiligar sjúkur, og tey vóru nógv, serstakliga børn, sum doyðu av hesum sjúkum. Rose svøltaði sum øll hini. Henda svølting av fólkinum í Biafra var takk að verið eini miðvísari avbyrging av Biafra frá umheiminum, sum stjórnin í Nigeria stóð fyri. Tað sum fólk serliga minnast er tann hung urs neyð, sum hetta førdi til. Tað var um hesa tíðina, at tíðindastovurnar fóru at kunnu vísa slíkar ræðuleikar við myndum bein an veg- in teir hendu. Fólk um allan heimin øtaðust. Hetta fekk sera stóra umrøðu í restina av heimi num og serstakliga í Norðanlondnum. Her var jú talan um eitt “lítið” fólk, sum setti seg upp ímóti einum stórveldi. Slíkt vekir altíð sam huga. Tað var gjørt eitt stórt arbeiði við at flúgva neyð hjálp til svøltandi fólkið. Fyrsta stóra virksemið hjá hjálp ar felag- skapi num Læknar uttan Landamørk var júst í Biafra. Tað varð roynt við friðarsamráðingum, sum tó vóru úrslitaleysar. Eina ferð frættist, at kríggið var liðugt, og at tey kundu fara heim aft ur. Men tað var skjótt, at tað bleiv bumbað aft ur, so at fara heim aftur gjørdist ómøguligt. Biafra Babies Ein serligan leiklut fekk svenski greivin Carl Gustav von Rosen, sum hevði veitt hjálp fleiri stað ni í heiminum sum t.d. í Etiopia. Hann hevði eisini flogið fyri Dag Hammerskjøld, svenska ST aðalskrivaran. Rosen var ógvuliga forargaður av líðing- unum hjá fólkinum í Biafra og av at nigerianska flog vápn ið gjørdi seg inn á flutningin av neyð- hjálp til Biafra. Saman við fronsku fregnartænastuna legði hann eina ætlan um móttiltak. Hann útvegaði fimm smá flogfør frá svensku fyritøkuni Saab, sum vóru serliga væl egnað at herja á mál á landjørðini. Hesi flogfør vóru útgjørd við rakett um. Saman við sameindum skipaði hann hesi flogfør til eind, sum kallaðist Babies of Bia fra, sum bumbaði teir flogvøllir í Nigeria, sum vóru nýttir til álop á sivilfólkið í Biafra. Nigerianarar vórðu fullkomiliga tiknir á bóli, og fleiri av teirra dýru framkomnu flogfør vórðu oyðiløgd. Umframt hetta fleyg von Rosen eisi ni neyðhjálp til Biafra. Hóast stóran stuðul frá útheiminum, so var tað smátt við viðurkenning av landinum. Tað vóru bert fimm lond sum viðurkendu Biafra, og tey vóru Haiti, Fílabeinsstrondin, Zambia, Gabon og Tanzania. Eina ferð tók Nigeria ræðið á flóttaleguna, har Rose og abbin vóru. Nú komu boð um, at menn og kvinnur skiljast sundur. Nógvir av mon nun um vórðu fyribeindir og kvinnurnar skul du fara aftur til teirra bygdir. Abbi Rose slapp kortini undan. Men nú var komið fram til 1970. Leiðarin í Nigeria, Gowon, hevði annars roknað við at kunna gera skjótt av við at basa uppreistrinum. Hild ið varð, at Biafra fór ikki at kunna standa lein gi móti sterka herinum í Nigeria. Men stríðs hugurin var stórur í Biafra, so teir vardu borg og sítt sjálvstýri í trý ár. Leiðslan í Biafra mátti ásanna, og tey megn- aðu ikki at standa ímóti hesi stóru yvirmaktini, og hon gav skarvin yvir. Tá Rose og abbin komu heim aftur til teirra heim bygd vóru nógv, sum ikki vóru har, tí tey høv du latið lív. Onnur vóru løstaði og avlamin. Tað var framvegis hungur, og tað tók sína tíð, áðr enn viðurskiftini byrjaðu at koma í rættlag aft ur. Mett verður, at hetta kríggj kostaði 1,5 millión fólkum lívi. Tey flestu teirra doyðu í hungri. Hava ikki slept vónini Tað var í januar 1970, at Biafra gav seg upp til Niger ia aftur. Søgumenn halda, at hetta hendi uttan ta hevnisøku frá Nigeria, sum ibofólkið og umheimurin hevði óttast fyri. Ojukwu flýggj aði til Bretlands og doyði har í 2011, 78 ára gamal. Men hóast Biafra varð niðurbart, sigur Rose, at tað eru framvegis tey, sum vilja hava Biafra at gerast eitt sjálvstøðugt land. Men hetta skal fara fram friðarliga. Vanliga eru kravgongur til frama fyri hetta. Framvegis hava tey eisini sína egnu radiorás. Tíverri gongur ikki ov væl í Nigeria, serliga orsakað av tí vaksandi Boko Haram yvir gangi- num. Hetta hevur ført til, at forsetavalið, sum skal vera í ár, er útsett í seks vikur. Úr Biafra til Føroya Rose giftist við Josef, sum var úr Nigeria og ikki var ibo, og tískil upprunaliga var ein “fíggindi”. Tey høvdu hvørt sítt mál, men komu at sam- skifta á enskum, ella rættari “pidgin enskt”, sum er enskt lagað til lokala málið. Josef var poli tist- ur. Tey fingu seks børn, tveir synir og fýra døtur. Foreldrini vildu gera alt fyri, at børnini skul du fáa ein útbúgving. Tey vildu enntá gan ga svong sjálvi fyri at náa hesum endamáli. Ein sonur býr í Canada og Ijeoma endaði av øllum londum í Føroyum. Hon las til verk- frøð ing í Schweits. Tá kom hon í samband við Høg na Háberg Hansen úr Havn. Hann er sonur Eyd nu Háberg og Preben Hansen. Tey bæði hittust fyrstu ferð í 2007. Nú eru tey gift og eiga tvær fittar og elskuligar døtur, Anna Bella, sum er 4 ár, og og Hanna, sum er eitt ár. Børnini læra før oyskt, enskt og ibo. Hini børnini hjá Rose búgva í Nigeria. Til jóla skal yngsti beiggin giftast, og tá er ætlanin, at øll ættin skal hittast í Nigeria. Rose og Ijeoma báðar eru dámligar kvinnur. Tað var ringt hjá Ijeoma at byrja við at koma til Føroyar, men nú gongur betur. Tað bøt ur eisini um, at hon er farin at duga meira før- oyskt og at hon er væl móttikin av familjuni hjá Høgna. Rose dámar eisini væl at koma til Før oy ar og ferðast. Hetta er tískil ein góð søga um, hvussu al- tjóða gjørd vit eru í Føroyum. Míni abbabørn eiga fermenningar, hvør omma var beinleiðis part ur av eini heimssøguliga hending sum Bia- fra kríggið! Von Rosen royndi at hjálpa illa stadda fólkinum í Biafra Biafra og Nigeria Ein av mongum myndum av Biafra børnum Ijeoma saman við sínum, Høgna, Anna Bella og Hannah