Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. februar 2015 sosialurin 21 21 nøvn Brúdleyp Leygardagin 18. apríl giftast Edith Marnersdóttir Egholm, Vestmanna, og Pætur Rein Jensen, Tórshavn. Vígslan verður í Vestmanna Kirkju kl. 14. Veitslan verður í Dansifrøi kl. 18.30. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, verða vinaliga biðin um at siga frá áðrenn 28. mars á tlf 264912 ella 222525. Ella umvegis t-post:  edith.marnersdottir@gmail.com ella patur.rein@gmail.com Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Annika Rúnadóttir Gjógvará, Tórs­ havn og Virgar Enghamar, Tórs­ havn. Vígslan verður í Vestur­kirkj­ uni kl 13. Veitslan verður hildin fyri inn­bodnum í Dansifrøði kl 17. Brúðar­hús verður 5. apríl í felags­ húsinum í Stóragerði frá kl 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. 100 ára føðingaragur Fríggjadagin 20. februar verður Nanna Skála 100 ár. Dagurin verður hildin frá kl. 15 til 19 í Roykstovuni í Kirkjubø. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur 22. februar fyllir Erik Eliasen Syðradalur K. 70 ár. Dagurin verður hildin á Før­oya Hand­ arbeiðsskúla Heyga­vegur 27 í Klaksvík frá kl 14,00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Tann 28.febr. haldi eg mín 60 ára føðingardag í hølinum hjá Oddfellow á Grønlandsvegnum 56, Tórshavn. Eg farið at bjóða til kalt borð, køkur og annað gott. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga sigið frá á tlf. 221300. Vinarliga heilsan Kjartan Kjartansson Silvurbrúdleyp 24. februar hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin leygardagin, 28. februar, og vilja vit hervið bjóða familju, vinum og kenningum til brunch millum kl. 11 og 15 í fyrilestrarsalinum hjá Fróđskaparsetri Føroya í Jónas Broncks gøtu 25 (beint yvir av Kiosk Activ). Rannvá og Rahm Gullbrúdleyp Fríggjadagin 20. februar hava hjúnini Malan og Petur Oluf Hansen verið gift í 50 ár. Tey eru burturstødd. 50 og 73 ára brúdleypsdagur Tann 14. februar høvdu hjúnini Hansina og Magnus Pauli Johannesen í Kollafirði gullbrúdleyp. Hetta var í sær sjálvum ikki sjáldsamt. Men tað sjáldsama var, at sama dag høvdu foreldrini hjá Magnus Paula, Silvurlín og Hassi Johannesen eisini brúdleypsdag. Tey høvdu verið gift í ikki færri enn 73 ár! Tað man vera sera sjáldsamt, at eitt gullbrúðarpar kann hava eitt av foreldrum á lívi. Enn minni, at bæði tvey eru tað. Tað man eisini vera sera sjáldsamt, at eini hjún hava 73 ára brúdleypsdag. Tað kundi verið áhugavert at vit, um tað eru onnur, sum hava verið gift eins leingi Tey siga bæði, at kærleikin hevur ongantíð verið størri enn tað sama. Sosialurin ynskir báðum hjúnum hjartaliga tillukku. Brúdleyp Leygardagin 21. februar giftast Majgunn Petersen, Tvøroyri og Dan Mortensen, Trongisvágur. Vígslan verður í Tvøroyrar Kirkju kl. 11.00. Opið hús verður í Skúlagarðinum í Trongisvági frá kl. 14-19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Inga Beder, Fuglafjørður og Per Martin Gregersen, Norðragøta. Vígslan verður í Fuglafjarðar kirkju kl. 13. Móttøka verður í Gøtu Arbeiðarafelag, Gøtuvegur 12, Gøtugjógv frá kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.