hósdagur 19. februar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
22
ítróttur
Kyndil í kreppu
Jákup Mørk
T
að var ikki tað nógva flogið
yvir Kyndli, tá kvinnurnar
mikukvøldið tóku ímóti
VÍF.
Tendringin skuldi annars verið í
lagi, nú talan var um dyst, har Kyndil
hevði møguleikan til mest sum at
vissa sær pláss í FM-finaluni. Men
hendan tendringin kom tó sera sjáld
an til sjóndar.
Í álopsspartinum vóru lítið at
síggja til dirvi og hugflog. Kreppu
tekin hómast, skilt soleiðis, at ov fáar
av teimum á vøllinum tora at taka
ábyrgd. At siga viðspælarunum, at nú
gera vit soleiðis og soleiðis, og eisini at
vísa í verki, hvussu hetta verður gjørt.
Tá liðið so heldur ikki hevur skjúttan,
sum kann opna verjurnar, tá aðrir
lutir ikki rigga, ger ikki uppgávuna
lættari, og lítil ivi er um, at næstu
dagarnar fara til sjálvrannsakan, har
bæði spælarar og venjarar mugu seta
orð á tað, sum skal betrast, um tryggi
finalusessurin ikki skal gleppa teim
um av hondum.
Í so máta er tað helst ein lætti
hjá Kyndli, at tær hava góða tíð til
at viðgera støðuna og til at fáa hálv
skaddar spælarar heilt frískar. Um
góða viku spæla tær á útivølli móti
Søljuni, og 8. mars verður so útidystur
móti einum VB-liði, sum eisini tykist
í kreppu, men har umfatar kreppan
eftir øllum at døma bert dystirnar á
útivølli.
VÍF væl fyri
Tá tað er sagt, so skal VÍF eisini
rósast fyri sítt avrik. Tað tók eina løtu,
áðrenn tær fingu spælið at hanga
saman mikukvøldið, men seinna
partin av fyrra hálvleiki skræddu tær
seg púrasta leysar.
Í málinum hevði Vivian Petersen
fleiri frálíkar bjargingar, tá tær gulu
høvdu ilt við at finna málið fyrstu
góðu løtuna, og verjuspælið riggaði
í løtum heilt væl.
Í álopinum spældi Liljan seg upp
til at hava ein av sínum heilt góðu
døgum, og tað hevði týdning, tá
Kyndil royndi at liggja ógvuliga flatt
og kompakt, so gjøgnumbrotini hjá
Adinu ikki skuldu koma til sín rætt.
Enn sum áður er støðan hjá VÍF,
at tær skulu vinna tað mesta av tí,
sum er eftir. Ein lyklauppgerð verður
heilt víst, tá tær um hálvaaðru viku
skulu til Vágs. Tí kanska hevur VB
við tapinum á Skála mist sín seinasta
møguleika fyri finaluplássinum, men
eingin ivi er um, at í Vági er og verður
tað trupult hjá øllum liðum at vitja.
Tað munnu vera fleiri ár síðani, at Kyndilskvinnur hava lagt
rygg til eitt tap av tí slagnum, sum tær fingu mikukvøldið
Hvonn-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 Neistin
16
13
-
1
-
2
474
323
151
27
2 Kyndil
17
11
-
2
-
4
436
337
99
24
3 VÍF
16
11
-
0
-
5
456
345
111
22
4 VB
15
8
-
1
-
6
391
318
73
17
5 StÍF
16
7
-
0
-
9
366
332
34
14
6 Stjørnan
15
3
-
0
-
12
273
409
-136
6
7 Søljan
15
0
-
0
-
15
147
479
-332
0
Myndir: Álvur Haraldsen
Kyndil - VÍF 17-27 (6-11)