hósdagur 19. februar 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. februar 2015
sosialurin 21
23
ítróttur
Kappingin er knallhørð
Jákup Mørk
E
ftir at teir fullu mest sum
fullkomuliga saman í
seinnu hálvfinaluni móti
VÍF, og eftir at teir hildu
sama stílinum í tapinum móti H71
herfyri, reistust menninir hjá Kyndli
hóskvøldið, tá VÍF vitjaði.
Uppskriftin var kanska ikki so
nógv tað góða hondbóltsspælið. Viljin
at vinna var hesa ferð til staðar, og
hvør sum ein stríddust teir grønu av
øllum alvi. Tað kann væl vera, at tað
framvegis knípur við at fáa sterka
hópin av spæla sum ein væl skipað
eind, men individuellu kvalitetirnir
eru somikið stórir, at tað ber til hjá
liðnum at skora úr mest sum øllum
ættum.
Hetta var eisini sjónligt miku
kvøldið. David Edvardsen og Finnur
Hansson vóru støðugar hóttanir frá
bakkunum. Andreas Sólsker kom
sera væl frá uppgávuni, tá hann varð
settur á vinstra vong, og mitt fyri fekk
Julian Johansen hampuligt skil á
uppspælinum, umframt at hann við
tveimum sera týðandi skoringum
seint í dystinum átti sín lut í málskjót
ingini. Um sama mundi hevði Mladen
eisini nakrar sera góðar bjargingar, og
so eydnaðist tað Kyndli at koppa eini
sera intensari og spennandi – men
kanska ikki heilt so væl spældari
grannauppgerð.
Áki ov einsamallur
Dysturin avdúkaði eisini ávísar veik
leikar hjá VÍF, sum annars hevur
verið – og framvegis verður – mett
sum stóri FM-favoritturin í ár.
Í teimum løtum, har Kyndil fekk
ferð á uppspælið, so tóktust stóru
menninir í verjuni heldur tungir,
og útvísingarnar til teir gulu vóru
hampuliga nógvar í tali.
Samstundis hevði liðið eisini ilt
við at fáa álopspartin at koyra nóg
væl. Filip Jojic hevði ikki ein av sín
um bestu døgum, og fleiri ferðir
vórðu hálvhjartaðar skotroyndir
sendar avstað, tá skilabetri hevði
verið at spælt víðari. Áki Egilsnes
var mest sum einsamallur um at
plaffa bóltarnar inn, men einsamallur
kundi hann ikki bera liðið ígjøgnum
60 minuttir hesaferð.
Tá tað er sagt, so eru dygdirnar
hjá VÍF framvegis av slíkum slag,
at liðið væl og virðiliga kann lyfta
avrikið hægri upp. Tað hava vit sæð
teir gjørt fleiri ferðir í ár, og tá eru teir
truplir at syfta. Skal nakar skala teir,
so verður tað helst júst Kyndil, har
manningarlistain stendru lítið aftan
fyri tann hjá VÍF, men har avrikini
hinvegin hava verið alt í verðini ov
óstøðug.
H71 er við
Hoyvíkingar eru liðið, sum hevur
møguleikan at bjóða teimum báðum
arvafíggindunum av, og við tryggum
sigri í Kollafirði vístu teir svørtu, at
teir vilja taka av møguleikanum.
KÍF er ikki væl fyri í løtuni, og hesa
ferð fylgdu teir bara við í eitt korter,
áðrenn tað skrædnaði fullkomuliga.
Seinasti dysturin varð spældur
í Klaksvík, har Neistin var á vitjan.
Her gekk javnt á í eini trý korter, men
so gekk orkan hjá vertunum undan,
og Neistin spurtaði seg fram til ein
trivaligan sigur.
jakup@sosialurin.fo
VÍF, Kyndil og H71 stríðast um fremstu plássini í bestu mans
deildini. Mikukvøldið gjørdist trídysturin enn tættari
Atlantic Airways-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 VÍF
16
12
-
0
-
4
443
378
65
24
2 Kyndil
17
11
-
1
-
5
391
345
46
23
3 H71
16
10
-
1
-
5
400
346
54
21
4 Neistin
17
7
-
2
-
8
418
448
-30
16
5 KÍF
16
7
-
1
-
8
419
425
-6
15
6 StÍF
16
4
-
1
-
11
394
429
-35
9
7 Team Klaksvík
16
3
-
0
-
13
357
451
-94
6
Myndir: Álvur Haraldsen
Kyndil - VÍF 24-22 (11-9)
Team Klaksvík - Neistin 24-32 (13-15)
KÍF - H71 18-27 (7-12)