Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. februar 2015 sosialurin 21 24 T að var ein lærari, sum í einum søgutíma segði við næmingarnar, at tá teir trábeitnu komm­un­istarnir í Eysturtýsklandi fóru undir at gera fregnartænastuna Stasi, leitaðu tey leingi eftir onkrari góðari fyrimynd. Teimum dámdi væl CIA, tí har vóru tann rætti hugburðurin og effektiva handa­lagið. Men illa bar til at brúka ameri­ kanska fyrimynd eystan fyri múrin. Helviti kundu tey ikki brúka, tí tey vóru ateistar, so í Bíbliuni varð heldur ikki leitað eftir íblástri, hóast tað var ikki sørt freistandi at leita har. Onkur hevði lisið hana. Í KGB vóru tey í so fitt og lagalig, hildu tey í DDR. Men so funnu tey tað, tey leitaðu eftir, segði søgu­lærarin. Hjúna­bandið var tann fullkomna fyrimyndin hjá loyni­ lig­um felagsskapi, sum skuldi hava eftirlit og konroll. Og sum frá leið kravdist størri og størri snild at navigera undir rad­ aranum hjá Stasi. Tað bar tó til. Eg havi sjálvur runnið undan gøtulyktum, ikki í DDR kortini, men í Sibiu í Rumenia. Tað var í 1989, tríggjar mán­aðir, áðrenn deyð­in skildi hjúnini Ceauşescu. Fólk høvdu boðið okkum, eg var sjálvur annar, heim til sín at drekka heima­brent. Tað var vist forboðið hjá fólk­inum í Rumenia tá at hava sam­ band við útlendingar, ikki minst heidn­ ingar úr tí dekadenta kapitalistiska vestur­heiminum. So tað var ikki vanda­leyst at fara heim við fólki. Men tað bleiv eitt frálíkt kvøld. Vit funnu heim aftur í gistingarhúsið, uttan um lyktar­pelarnar. Samband við vesturlendingar í kommunistiska Rumenia var relativt sum alt annað er relativt. Horurnar sluppu at preia vestur­ lendingar, hóast politistar stóðu und­ir teirra lið. Landið hevði brúk fyri doll­ arum og markum, og politistarnir fingu ivaleyst prosent av inntøkuni hjá sølu­ kvinnunum, sum seldu seg sjálvar. Men aftur til læraran hjá okkum og hansara søgutíma. Tað var skemt hjá læraranum, hatta við hjúna­band­ inum og Stasi. Hann væntaði eisini, at næmingarnir tóku tað sum skemt. Men hann fekk annað at síggja. Tað vísti seg, at næmingarnir tóku frá­ søgnina um fyrimyndina hjá Stasi fyri fult. Og foreldur, tey giftu, klag­aðu til skúlastjóran og fóru á bukkuna, og tá vóru allir hinir so­nevndu seriøsu miðl­ arnir sjálvandi eisini við. Lærarin noyddist at taka alt aftur og gugla seg fram til rætta upprunan hjá Stasi. Ikki øll kenna munin á skemti og álvara. Sambært partínum vóru øll lukku­ lig og eydnusom í fólksins týsku repu­ blikk, eisini tey, sum rýmdu haðani ella royndu at rýma. Tey vóru ongantíð einsamøll til dømis. Tey høvdu øll verndareinglar, sum ansaðu væl eftir teimum, betur enn einglarnir, sum hava vaktarhaldið her hjá okkum. Nógv ár seinni yrkti Michael Strunge kontrol lortnok. Stóri hjúnaskilnaðurin eftir stutta sundurlesing í DDR var so í 1990. Nú hava øll tað nógv betri har, hóast felags týska fregnartænastan ansar eftir teim­um. Í DDR var eingin yvirgangur, bara tann statsligi. Yvirgangur var í Keypmannahavn. Politikarar duttu hvør um annan fyri at sleppa fram at fyri at proklamera, at hetta ber ikki til. Slíkt vilja vit ikki hava í Danmark, og vit hava áh so stóra samkenslu. Tað, sum hendi í Keypmannahavn, var bara ein logisk avleiðing av blabla­ lala­blarvpolitikkinum hjá somu politik­ arunum og undan­fólk­um teirra. Tey vilja ikki skræða rótina upp og drepa hana. Donsku politikararnir noyðast at góðtaka avleiðingarnar av egnum politikki – og halda kjaft. Og hvar eru øll tey, sum plaga at gráta um mannarættindi? Danska politiið drap ein ungan arabara, sum danska samfelagið sveik, tí tað ikki integreraði hann. Drap hann uttan rættarsókn, uttan dóm. Blablalalablarv Guðrið Poulsen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Mynd: heinesen myndir Yrki: Keramikari Bústaður: Tórshavn Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Bókaummælari. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – At úrslitið sum oftast verður munandi betur, um kvinnur og menn samstarva. Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin? – At tað verður lættari. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Hann er av arbeiðstengdum slagi, og snúi seg um at sleppa at arbeiða big-scale á einum professionellum keramikkverkstaði. Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg… … gjørt júst tað, sum eg geri, og kanska fari av landinum at arbeiða. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Um vit megnaðu at vera góð við okkum sjálvi og við hvønn annan. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Tá ið eg vann eina kapping í heyst. Tað seinasta, tú hevur lært, er at… … koyra á motorvegi. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú: – Ring samvitska er nakað eg royni ikki at hava, tí tað er ein lítið konstruktiv kensla, sum hvørki eg ella onnur kunnu brúka til nakað. Enda setningin: Føroyingar burdu … … lært síni børn at hugsað sjálvi.