Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 20. ferbuar 2015 Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin Tá ið tann norski listamaðurin Lars Kjemphol fyrr í hesum mánaðinum framleiddi eitt improviserað listaverk í Norðurlandahúsinum, kenti eg meg bráðliga drigna aftur í barnaárini og mintist tør nógvu royndarnir at gera kollektiv listaverk, sum vit gjørdu sum børn. Alt taka áskoðaran við upp í verkið, og at vit øll gerast partur av tí gransking, teimum royndum og tankum, sum eru partar av listaverkinum, leiddu tankarnir aftur í barndómin, og fekk tað at tykjast, sum alt fer í ring. Og tað ger tað. Alt fer í ring. Onki er ordiliga nýtt. Um onkur heldur seg at hava funnið eitt nýtt listaslag, ein veruliga nýggjan máta at skapa list uppá, er tað sannlíkt, at tað er tí viðkommandi ikki hevur sett seg nóg væl inn í fortíðina og tessvegna ikki veit at hetta hevur verið gjørt fyrr. Men samstundis er nógv nýtt. Tí tað sum Lars Kjemphol gjørdu í Norðurlandahúsinum í sambandi við norsku vikuni er tað sama sum nógv listafólk gjørdu í 70unum og byrjanin av 80unumm, men samstundis er tað nakað heilt annað. Sosialir miðar og talgild tøkni hava gjørt okkurt við okkum síðan eg var barn. Tað samvirkna hevur ein annan týdning, okkara samband og samskifti við listina er broytt, vit eygleiða øðrvísi. Okkara virkna luttøka í listaverkunum er bæði tann sama og ikki tann sama. Same same but different. List er partur av eini listasøgu, har ið nógv innan øll listasløg, verður endurtikið við jøvnum millumbilum. Men list er eisini partur av síni egnu tíð og eitt aftursvar til tað samfelagið, har tað verður skapað í. Alt er bæði nýtt og gamalt, bæði alheimsligt og sermerkt, varandi og óstøðugt. Vit samskifta við listina, samvirka við hana og menna okkum saman við henni. Soleiðis fáa vit nakrar felags upplivingar og nakrar persónligar sannkenningar. Okkurt kenna vit aftur, okkurt tykjist fremmant. Listin lærar okkum, at onki er eintýtt. Eingin sannleiki er treytaleysur. Tað kundi eg onkuntíð ynskt mær, at vit tóku við okkumm, tá vit samskifta við hvønn annan. Tá vit taka politiskar avgerðir. Tá vit tosa um aðrar mentanar, áskoðanar ella religiónir enn okkara egnu. Eg veit væl, at tað er sveimandi og órealistisk, men í hvussu so er haldi eg, at eitt mentanarblað skal vera eitt slag av friðskjóli fyri treytaleysar sannleikar. Eitt stað her vit ikki møta einum veruleika, men nógvum. Hetta verður seinasta mentanarblaðið eg geri á hesum sinni. Eg takki fyri meg, tað hevur verið fantastiska stuttligt, men eg fari nú at brúka mínar kreftir aðrastaðni. Kanska fari eg aftur at gera mentanarblað. Alt hevur tað við at ganga í ringrás. ritstjóri Inger Smærup Sørensen Oddagrein SYMFONI JARÐARINNAR Í BARNAØLDINI OG AFTANÁ EIN NÝGGJUR VARÐI Í HAVN Á BÓKASAVNINUM ROCKDRONGUR ELLA POPPDIVA? BERGTIKIN: THOMAS ARGE Á LISTASAVNINUM MYRKUR YVIR ARABIA BARNAMENTARNARSÍÐAN GÓÐIR FILMAR Í FELAG - FILMSFELAGNUM ÓKEYPIS ATGONGD TIL LIST OG MENTAN ER MANNARÆTTINDI 4 16 20 22 12 20 10 6 8 14 UMMÆLI: